Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-22, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mai 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 58 · 23. mai 2014 9 VIKUSKIFTI Seinastu tíðina hevur fyrrveradi beatlin Sir Paul McCartney verið á konsertferð í Japan. Men nú hevur McCartney av­lýst tvær konsertir, tí hann er blivin sjúkur. Umboðsfólk hjá McCartney siga, at hann hevur fingið eina virus, og at læknin hevur givið honum strang boð um at hvíla komandi tíðina. Ein av konsertunum, sum nú er avlýst, skuldi verða í Nippon Budokan høllini í Tokyo, har The Beatles spældu eina konsert á teirra fyrstu konsertferð í Japan í 1966. – Eg eri sera vónbrotin av støð­una og keddur av, at eg má svíkja mínar fjepparar, sigur McCartney í einari fráboðan. McCartney hevur framvegis eina konsert á skránni í Suðurkorea 28. mai, og eftir tað skal hann hava 19 fram­førslur í USA. Allar tær kon­ sertir­nar eru framvegis á skránni. Í nýggja filminum »Welcome to New York« fremur ein týðandi politikar, sum hevur búskapin hjá fleiri londum í síni hon, kynsligan ágang ímóti einari stovugentu á gistingar­húsi í New York. Ljóðar hetta kent, so er tað helst tí, at søgan er at líkna saman við tað, sum fyrrverandi stjórin í IMF, Dominique Strauss-Kahn varð lagdur undir fyri nøkrum árum síðani. Leikstjórin Abel Ferrara hevur gjørt eina fikitiva útgávu av tí, sum hendi franska Straus-Kahn í New York. Strauss-Kahn varð handtikin av løg­regluni og skuldsettur fyri neyð­tøku. Hann misti eisini sítt starv sum stjóri fyri altjóða valuta­ grunnin. Strauss-Kahn valdi at gjalda stovu­gentuni pengar fyri at sleppa undan einum rættarmáli. Nú starvast Strauss-Kahn sum ráðgevi hjá serbisku stjórnini, men nú er hann aftur í miðdeplinum orsaka av nýggja filminum, sum gevur eina minni góða mynd av honum. Í filminum spælir Gerard Depardieu leiklutin sum Devereaux (Strauss-Kahn), og fleiri brot í film­inum eru av kynsligum slagi. Hesi brot – og filmin annars – heldur Strauss-Kahn so lítið um, at hann er til reiðar at fara í rættin við filmsskaparunum fyri at fáa teir at strika brot í filminum. Hetta skrivar The Hollywood Reporter. Strauss-Kahn heldur, at filmurin ærumeiðir hann. Framleiðararnir av filminum stúra ikki fyri einum rættarmáli, tí teir halda seg hava trygd fyri, at filmurin ikki kann dømast at verða ærumeiðandi sambært amerikanskari lóggávu. Sjúkur McCartney avlýsir konsertir Vil hava partar av filmi strikaðar Sir Paul McCartney steðgar konsert­ ferð í Japan, tí hann er illa fyri Fyrrverandi IMF-stjórin er misnøgdur við film, sum verður sýndur á films­ stevnu í Cannes í hesum døgum Løgfrøðingurin og høvundin Fredrik S. Heffermehl er rættiliga farin í stríð við Nobel nevndina, sum hann leggur undir at hava latið ólógligar friðarheiðurslønir. Í bókini »Nobels vilje«, sum kom út í 2008, skrivaði Fredrik S. Heffermehl, at ætlanin hjá Alfred Nobel var at stovna eina heiðurs­løn, sum skuldi latast fyri virkið arbeiði fyri friði og einari nýggjari al­tjóða rættarskipan, har londini trygt skuldu kunna sleppa sær av við alla hernaðarútgerð. Í síðsta mánað tók hann eitt stig afturat, tá hann gjørdi av at melda norsku Nobelnevndina til løg­regluna. Hann vil vera við, at nevndin hevur eina alt ov breiða tuking av viljanum og ætlanini hjá Alfred Nobel, sum bein­leiðis er í stríð við tað upp­runa­liga endamálið. Niður­ støða hansara er tí, at nógv tær flestu friðar­heiðurslønirnar, sum eru latnar síðani 1945, eru ólóg­ligar og revsiverdar. Í skrivinum til løgregluna skrivar Fredrik S. Heffemehl, at nú­verandi formaðurin í norsku Nobel­nevndini, Thorbjørn Jagland, og skrivarin, Geir Lundestad, hava eina serliga ábyrgd av tí, sum hann kallar lógarbrot. Millum tey mongu, sum sam­ bært norska løgfrøðinginum, fingu friðar­heiðurslønina ólógliga, eru: • Læknar uttan Landamark (1999) • Jimmy Carter (2002) • Wangari Maathai (2004) • ST veðurlagsnevndin og Al Gore (2007) • Barack Obama (2009) • ES (2012) Løgfrøðingur og høvundur heldur, at Nobel nevndin hevur latið ólógligar og revsiverdar heiðurslønir Nobel nevndin er meldað Rudolf Joensen leggur afturat, at tað er eisini ein meira aktuell orsøk til heitið: – Tað er eitt sera relevant navn, nú vit hava fingið eina nýggja vøru at útflyta. Eg hugsi um hóp­frystan klump. Eg ivist ikki í, at man kann lukta smakkin í fisk­unum frá Thor, sigur hann. Alvitandi prestur Í løtuni verður vant dúgliga til kaba­rettina, sum skal sýnast um eina viku, og hugskotini flúgva fram­vegis um høvdini á leikarunum. – Mær dámar illa at selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin. Men eg havi eitt gott búk­for­ nemm­ilsi. Tað eru bara seks, ella kanska sjey, leikarar, og allir eru skriv­andi. Tað er ikki altíð, at tað stend­ur so væl til. Leikararnir hava verið saman og ja, tað hevur riggað væl longu nú, sigur Jákup Veyhe, sum er leikstjóri. Rudolf Joensen heldur, at tað eru sera dugnaliga og gávað fólk, sum skrivað og spæla Hallar­kaba­rettina, og tað er ovmikið av evnum at tríva í. – Hetta árið hevur jú verið hendinga­ríkt. Tað er altíð ein av­ bjóðing at gera nakað stuttligt burturúr einum stýri, sum faktiskt næstan er ein kabarett í sjálvum sær. Men tað er so tað, vit royna. Har verður sjálvandi nakað um Thor, um okkara góðu landsroynd, sum man kann siga bleiv skotin niður, áðrenn Bjørn fór úr sínum góða skinni. Vit hava eisini tikið ta nýggju matmentanina til okkum og er nakar, sum stendur spyrj­andi, so fáa tey nokk svarið uppá alt, tí okkara alvitandi Theodor verður við. Jú, har verður væl blandað, sigur Rudolf. Showmenn