Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-22, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mai 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 58 · 23. mai 2014 8 VIKUSKIFTI LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyðun Klakstein Stóra hallarkabarettin á norðoyastevnu hevur í ár fingið heitið »Luktur í smakkinum« – og tað er ikki uttan orsøk Seinastu árini hevur stóra hallar­ kaba­rettin, sum hevur verið spæld í Klaksvík á norðoya­ stevnu, drigið túsundtals fólk úr øllum landinum. Um eina viku er aftur norðoyastevna, og tey, sum hava staðið fyri hallar­ kaba­rettini, verða aftur til reiðar at fara á pall at undirhalda norðoya­stevnugestunum. – Tað er ein gamal dreymur at gera eina landskabarett. Nú havi eg búð niðri og var fleiri ferðir til Sirkusrevyina, sum varð spæld í einum tjaldi á Bakkanum, og so hugsaði eg: hví hava vit ikki eina sovorðna í Føroyum. Eina kaba­rett fyri alt landið, sigur Rudolf Joensen, sum er formaður í Klaksvíkar Sjónleikarfelag, ið stendur fyri hallarkabarettini. – Eg hevði arbeitt saman við Jákupi Veyhe í samband við eina konsert, við tí politiskt ókorrekta navninum Straight Parade, og við einum søguligum leiki um Klaksvík, og eg bað hann koma at skipa fyri tí fyrstu kabarettini í Badminton­høllini. Og jú, tað lukk­aðist. Vit fingu einar 1500 áskoðarar eftir einum vikuskifti, so tað var beinanvegin tað, man kann kalla ein sukse, sigur hann. Aktuella heitið Hallarkabarettin á norðoyastevnu hevur havt skiftandi nøvn, og í ár er heitið »Luktur í smakkinum«. – Tann fyrsta kabarettin kallaðist »Rukkur í lakkinum« – ein parafrasa yvir Rukkulakkan, sum var eitt satiriskt norðoya­ stevnublað. Síðani hava kaba­rettir­ nar itið alt møguligt í dén dur: Øska á lakkinum. Makrelur í lakkinum og so víðari. Frá Rukkulakkanum og til »Luktur í smakkinum« er ikki so langt, heldur Jákup Veyhe. Hugtakandi samskifti millum høvundan Astrid Lindgren og unga gentu er komið út í bók Fríggjakvøldið skipar Tónlistaskúlin í Klaksvík fyri tiltaki, sum ferðast kring Jógvan Waagstein Tá ið sveisiski pro­ fessarin Raimund Gregorius kemur fram á eina lítla bók við tekstum eftir ein portugisiskan høvund, verður hann so hugtikin, at hann fer til Portugals at leita eftir høvundanum. Tað vísur seg, at Amadeu de Prado var lækni undir harða stýrinum hjá António de Oliveira Salazar, sum ráddi fyri borgum í Portugal frá 1932 til 1968. Prado hugsar um lívið og skrivar notur, sum systur hansara hevur savnað í eina lítla bók. Raimund Gregorius fer at grava í fortíðini og finnur fram til fólk, sum høvdu við Prado at gera, og so líðandi verður innlit givið í, hvussu Prado og hini fólkini stríddust ímóti harðrenda stýrinum, og hvussu ein kærleiksuppgerð hevði av­gerandi ávirkan á fólkini. Skaldsøgan »Nachtzug nach Lissabon« er skrivað av Pascal Mercier, sum er pseudonym fyri sveisiska høvundan og heims­ spekingin Peter Bieri. Bókin kom út í 2004 og var ein bestseljari. Í fjør gjørdi danski leikstjórin Bille August film burtur úr bókini, og hóast ummælarar góvu film­ inum ógvuliga misjøvn um­mæli, er hann verdur at síggja. Bókin fekk góð ummæli í sínari tíð, so um tú vilt velja trygga loysnin at uppliva søguna um Prado, so er at lesa bókina. Jógvan Waagstein var føddur í Klaksvík 4. september í 1879, og hann gjørdist ein undan­gongu­ maður í føroyskari mentan, til hann doyði í Havn fyri jól í 1949. Foreldrini vóru Samuel Michael Joensen úr Gerðum í Klaksvík og Maria Frederikka Olsen av Tofta­nesi í Leirvík. Jógvan giftist Elsebeth Súsannu Dahl úr Vági. Jógvan Waagstein var fjøl­ broyttur listamaður, sum skriv­aði løg, gjørdi listaverk og spældi eitt nú urgu. Lívsstarvið var lærarastarvið, men hann brúkti nógva tíð og orku til at skriva løg, spæla urgu í Havnar kirkju, mála og annað. Hann stóð eisini fyri Havnar Fimleikafelag og stjórnaði Havnar Sangfelag. Jógvan Waagstein skrivaði løg til fleiri kendar sangir – eitt nú Í búri, Tíðin rennur sum streymur í á, Hann rann sær kátur og Ein skotlitt kúgv við garðalið. Waagstein var virkin listamálari og hevur málað eitt nú altartalvurnar í Hovi, Árnafirði og Mikladali. Fríggjakvøldið kl. 19.30 skipari Tónlistaskúlin í Klaksvík fyri tiltaki um Waagstein. Tann 15. apríl í 1971 skrivar 12 ára gamla Sara Ljungcrantz til barna­ bóka­høvundan Astrid Lindgren, sum tá er 63 ára gomul. Tað er einki óvanligt, at Astrid Lindgren fær brøv frá børnum, men hetta brævið rakar hana beint í hjartað. Hetta gerst byrjanin til eitt støðugt samskifti millum rit­ høv­undan og ungu gentuna. Hóast tað fyrst og fremst er gentan, ið hevur tað trupult, fær Lindgren nógv at hugsa um, og hon roynir sum frægast at hjálpa og vegleiða gentuni. Tær báðar – Sara og Astrid – skrivað umleið 80 brøv aftur og fram, og tey eru nú savnað í nýggju bókini »Eg leggi tíni brøv undir madrassuna«. Tær báðar skriva mest um trupul­leikarnar hjá Saru, ið millum annað eru av sálarligum slagi. Tær tosa um foreldur, sjeikar og Gud, og hóast mesta av brævaskiftinum fór fram í 1970’unum, eru trupul­ leik­arnir framvegis aktuellir hjá børnum og ungum. Ummælari hjá danska blaðnum Politiken gevur nýggju bókini besta skoðsmálið og sigur, at bókin er ein tann vakrasta bókin, hann hevur lisið. UPPLIV! LES! Náttartokið til Lisbon Waagstein í miðdeplinum Eg leggi brøvini undir madrassuna Tí er luktur í smakkinum Tilkomin professari verður hugtikin av tekstum hjá portugisiskum lækna og fer at grava í fortíðini hjá honum