Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. mai 2014 · Nr. 59 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hópdráp Marjun Dalsgaard Hálvan annan tíma áðr­enn skotini í uni­versi­tets­um­ ráð­num í Santa Barbara í Kalifornien, var sonur Sún­ fríð Giehm júst har, sum hóp­dráps­maðurin koyrdi ígjøg­num gøturnar og skeyt frá hond. Hópdrápsmaðurin Elliot Rod­gers, sum var sonur ein kend­an filmleikstjóra, búði í somu gøtu, sum Thomas Lam­baa Giehm, og Thomas hevði mangan sent long eygu eftir flotta BMW bili­ num, sum hann koyrdi í. Lukku tíð var hann ikki heima, tá maðurin gekk amok – hann var farin á hike, saman við einum vin­ manni í eina kenda nátúr­ park nærhendis Los Ange­ les. Súnfríð visti, at hann skuldi fara, og tosaði við hann stutt áðrenn hann fór. - Eg tosaði við hann í tele­fon hálvanannan tíma áðr­enn hendingina. Tá vóru teir við at gera seg klárar til at fara, og eg tosaði tí bert heilt stutt við hann, men hann var júst har, sum hetta var hent, fortelur Súnfríð. Fekk bræv frá universitetinum Leygarkvøldið fekk hon eitt bræv frá University of California, ið byrjaði so­ leiðis: "Dear parents, I am writing to you to report a tragic incident". Her stóð at ein ungur maður hevði haft ætlan um at drepa øll tey lesandi á Lærda Há­ skúlanum, har sonurin gekk, og at hann hevði skotið og dripi fleiri fólk. Súnfríð, ið ikki visti mætari enn, at son­urin var nærhendis har sum skotini fullu, beint áðr­ enn tað hendi, skundaði sær at ringja til hann, men har var einki samband við tele- fon­ina. - Eg var púra frá mær sjálv­ari, sigur Súnfríð. Tá hon tosaði við hann var hann nærhendis har, sum Elliot Rodgers skeyt frá hond, meðan hann koy­ rdi gjøgnum gøturnar. Tá Súnfríð ikki fekk sonin at svara allan dagin, var hon frá sær sjálvari og óttaðist, at hann var ein av teimum, sum var dripin ella særdur av hópfrápsmanninum. - Eg helt, at teir ikki vóru kom­nir avstað, ella at teir kans­ka vóru vendir aftur eft­ir onkrum, greiðir hon frá. Svav undir stjørnunum Tað gekk eitt døgn, áðrenn hon hoyrdi frá soninum. Hon ringdi til øll sum kundu hugsast at vita, hvar son­urin var, og at enda sovn­ aði hon klokkan fýra sunnu­ morgum, útlúgvað, og uttan at hava fingið samband við nakran, sum visti, hvar Tho­ mas var. Tá hon vaknaði aft­ur klokkan 07 í morgum lógu boð frá soninum og fleiri øðrum vinmonnum, sum hon hevði skrivað og ringt til. - Har stóð ”mamma, eg havi sovið undir stjørnunum í nátt”. Yað var heilt fantast­ iskt, eg kann slett ikki greiða frá tann lætta eg kendi, tá eg sá boðini, sigur Súnfríð. Thomas skrivaði, at hann hevði tað gott, og at hann ikki hevði tikið telefonina, tí hon var brend út. Hann hevði sovið í einum tjaldi um náttina langt vekk frá býn­um. - Tað undarliga er, at eg havi gingið og verið bangin um Thomas, tí hann skuldi á hike í eini nátúrpark, og tað dámdi mær als ikki. So eg royndi at tosa hann frá, tí, men einki hjálpi, sigur Súnfríð. Tað hevur møguliga bjarg­a lívi hansara. Thomas er nú á veg heim aftur til Santa Barbara. Hann er skelkaður av til­ burði­num, og veit ikki enn, um fólk, sum hann kennir, eru rakt av hesum. marjun@sos.fo Fríggjadagin kl 21.30 lokala tíð koyrdi ein ungur maður ígjøgnum universitetsbýin í Santa Barbara í Kalifornien og skeyt frá hond. Áðrenn hevði hann stungið fólk við knívi. Hann drap seks fólk, áðrenn hann sjálvur doyði av einum skoti í høvdinum. Tað er óvist um hann hevur skotið seg sjálvan ella um tað var skot frá politinum, sum elvdu til deyðan. Hópdrápsmaðurin var Elliot Rodgers, 22 ára gamli sonur kenda filmsleikstjóran Peter Rodgers, sum var við til at gera filmin Hunger Games 2012. Umframt at drepa seks fólk særdi hann 13 fólk við sínum álopi. Við hjálp av einum sjónbandi greiðir hann frá, at hann vildi hevna seg inn á allar tær gentur, sum ikki vildu hava hann, og lótu hann liva í einsemi líka síðan hann kom í pupertetin. 20 ára gamli føroyingurin Thomas Lambaa Giehm búði nærhendis har ungi Elliot Rodgers búði, og hevur mangan send long eygu eftir hansara flotta BMW, fortelur hann í samrøðu við Rás 2 í dag. marjun@sos.fo Helt at sonurin var deyður Leygardagin fekk Súnfríð bræv frá universitetinum í Santa Barbara, tí nakað ræðuligt var hent beint við har, sum sonurin búði og gekk í skúla. Tá hon ikki fekk fatur á soninum í ein heilan dag, var hon frá sær sjálvari Skeyt frá hond og drap seks fólk Thomas hevur mangan sent long eygu eftir flotta BMW'num hjá grannanum