mánadagur 26. mai 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 26. mai 2014 · Nr. 59
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
hópdráp
Fakta
Súnfríð Lambaa Giehm er úr Fuglafirði. Hon býr í Hoyvík,
og 20 ára gamli sonurin Thomas Lambaa Giehm lesur
búskap og politiska filosofi á lærda háskúlanum í York,
í Onglandi. Í løtuni er hann eitt ár á lærda háskúlanum í
Santa Barbara, Kalifornia og býr í somu gøtu, sum Elliot
Rodgers, sum fríggjakvøldið koyrdi ígjøgnum býlingin og
skeyt seks fólk og særdi 13.
Á facebook skrivaði Thomas sunnudagin:
It is strange to emerge from something as tranquil as the
woods of Sequoia only to learn that the outside world is
even more twisted than it was when you left it. I am okay
but unfortunately many are not; my thoughts go out to
those deeply affected by this tragic event.
Thomas
Lambaa
Giehm
hevði verið í eitt døgn út í
náttúruni uttan samband
við
umheimin,
tá
hann
vendi aftur til veruleikan
saman við vinmonnunum,
og hoyrdi um ræðuleikarnar
í forstatinum Isla Vista, har
hann býr. Hann gjørdist ikki
sørt skakkur, tá hann fann
útav, at hópdrápsmaðurin
í Santa Barbara búði beint
yvirav hjá honum.
Tá teir fingu telefonsam
band rullaðu sms-boðini inn
og góvu nærmast eina tíðar
raðfestað lýsing av skelkandi
tilburðinum í Isla Vista, har
ungi føroyingurin, Thomas
Lambaa Giehm býr.
- Tað fyrsta boðið segði, at
tvey vóru skotin. So fylgdu
fleiri og at enda sýndu tey
eina mynd av ræðuleikanum,
har sjey fólk vóru dripin,
men eg haldi enn ikki, at vit
vita, hvussu ræðuligt hetta
er, sigur Thomas. Hann var
enn í Los Angeles, tá Rás 2
tosaði við hann, men býr í
Isla Vista, ein forstatur til
Santa Barbara, Kalifornia.
Hóast tilburðin kennir
Thomas seg enn tryggan í
Isla Vista umráðnum. Tó ikki
eins tryggan og í Føroyum,
og kvinnur kenna seg ikki
tryggar at ganga einsamallar,
sigur Thomas.
Hann býr beint yvirav
hópdrápsmanninum,
og
hevur mangan lagt merki til
flotta BMW bilin, sum hann
koyrdi í.
- Eg havi sikkurt borið
eyga við hann uttan at vita
tað, men hann má hava verið
ein friðarligur maður, tí eg
havi aldrin lagt merkið til
hann, sigur Thomas.
Gevur kenslu av at
missa tamarhald
Hann skundaði sær at senda
eini boð til mammuna og
øll síni nærmastu, tá hann
hoyrdi, hvat var hent.
- Eg royndi bara at vissa
tey um, at eg hevði tað gott
– í øllum førum fysiskt, sigur
Thomas.
Hendingin gevur honum
eina kenslu av at missa
tamarhald á umstøðunum.
- Hetta ger, at eg hugsi
um, at fólk kunnu goyma,
hvat tey hugsa og hvørji tey
eru. Og kanska eru fleiri,
sum hugsa, sum hesin, sigur
Thomas. Hann undrast á, at
slíkt kann henda.
- Eg hugsi eisni um,
hvussu tað ber til, at hetta
kann henda. Hvat er tað
politiskt og samfelagsliga,
sum ger, at hetta hendir,
og hvat ger seg galdandi
sálarliga, tá ein maður velur
at gera hetta, sigur Thomas
Lambaa Giehm.
Hópdrápsmaðurin, Elliot
Rodgers, gjørdi eitt manifest
á 140 síður áðrenn tilburðin,
har hann greiðir frá, hvussu
ringt hann hevur havt tað,
og hvussu einsamallan hann
hevði kent seg, meðan øll
onnur høvdu hugna sær. Her
sigur hann, at hann vil drepa
allar kvinnur, tí tær heldur
vilja vera saman við øllum
møguligum øðrum enn sær.
marjun@sos.fo
Var granni hjá
hópdráps
manninum
Thomas Lambaa Giehn búðið
beint yvirav hópdrápsmanninum
í Santa Barbara, Kalifornia