Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. mai 2014 · Nr. 59 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Marjun Dalsgaard Tað er ein trupulleiki, at ung­ ar kvinnur í dag ikki kenna seg aftur í kvinnukampinum, tí hann er als ikki av, sigur Tina K. Jakobsen, forkvinna í Kvinnufelagnum í Havn. Hon heldur, at tað er al­ neyðugt, at tær ungu kenna tað viðkomandi at ar­beiða fram í móti einum sam­fe­ lagi, har kvinnur hava betri møguleikar fyri at klára seg sjálvar. Hon ásannar, at Kvinnufelagið eigur ein part av ábyrgdini av, at ung­ ar kvinnur ikki kenna til f­e­ lagið. Í vikuskiftisblaðnum høvdu vit eina samrøðu við 32 ára gomlu blaðkvinnuna, Eydnu Skaale, sum sigur, at kvinnukampurin ikki er við­komandi fyri hennara ættarlið. Hon saknar eina ítøki­liga orsøk til at fylkjast um eina kvinnusøk, og at Kvinnufelagið setur mál á dagsskránna, sum kennast viðkomandi fyri ungar kvinn­ur í dag. Í sambandi við eitt kjakupplegg, sum hon helt í Mettustovu mánadagin 19, mai, hevði Eydna Skaale spurt nakrar ungar kvinnur í 30’unum um, hvat tær seta í samband við Kvinnufelagið. Onkur fekk ovastaloftsroyk í næsarnar, og onkur hugsaði um kvinnur yvir 75 ár, sum spæla sjavs, var svarið. Ongin av teimum vistu, hvat tað var. Vita ikki hvat Kvinnufelagið ger Tá man hoyrir kritikkin frá ungu kvinnunum, tyk­ ist tað sum, at tær halda, at Kvinnufelagið stend­ur fyri tí sama, sum 70’ara upp­reist­ urin, men kvinnu­rørslan er eitt heilt annað stað í dag, sigur Tina K Jakobsen. Men tær eru ein blandaður skari. - Sjálvandi eru nógvar við, sum altíð hava verið har, tær fara vit ikki at blaka út, men tað merkir ikki, at vit ikki hava flutt okkum frá 70’ara hug­sjónini, sigur Tina K. Jakob­sen. Kvinnufelagið arbeiðir við at seta aktuel mál á polit­isku dagsskránna, sum viðkoma kvinnum. Eitt sum hevur verið tosað nógv um, er manglandi integratiónin av útlendskum kvinnum, ein nýggjur trupulleiki, sum hevur stungið seg upp. – Tað er komin ein hópur av útlendskum kvinnum til Føroya. Nógvar av teimum kenna ikki til síni rættindi, og tær duga ikki føroyskt. Um tær eru hjá einum manni, sum ikki fer væl við teimum, eru tær prísgivnar, um tær ikki vita, at tær kunnu rýma í Kvinnuhúsið, sigur Tina K. Jakobsen. Tøl frá Kvinnuhúsinum vísa júst, at hesin bólkur av kvinn­um er yvirumboðaðar í Kvinnu­ húsinum, har kvinnur kunnu leita sær hjálp eftir krops­ ligan ella sálarligan ágang í heiminum. – Eg ynski als ikki, at skapa eina mynd av, at út­ lendsk­ar kvinnur ikki hava tað gott í Føroyum – nógv­ar hava tað gott og hava ótrú­ liga góðar og fittar menn, men ikki allar, og vit eiga sum sam­felag, at syrgja fyri, at tær vera integreraðar í sam­felagið og eru upplýstar um, hvørjar møguleikar, tær hava sum borgarar í føroyska samfelagnum, sigur Tina K. Jakobsen. Kvinnur eiga at vera sjálvbjargnar Í seinastuni hava fleiri grein­ ar verið í almenna rúm­inum um eina sokallaða nýggja femin­ismu, har kvinn­ur krevja virðing fyri valinum at ganga heima og ansa eftir heimi og børnum. Til tað sigur Tina K. Jakobsen, at kvinnur burdu klára seg sjálvar, heldur enn at gerast tengdar at øðrum búskaparliga, tí onkur skal gjalda fyri, at tær ganga heima. Haraftrat, at spurningurin um rættin hjá kvinnum til ikki at arbeiða, men ganga heima og ansa eftir sínum børnum stingur seg javnan upp, og tað ger tað ofta, tá onkur skal av arbeiðsmarknaðinum. – Tá vit mangla arbeiðs­ kraft, er hatta ikki tónin, vit hoyra. Men hava tær hug til at ganga heima, so gera tær tað. Tað einasta mann kann vóna er, at tær hava gjørt sær greitt, hvørjar búskaparliga fylgjur tað hevur. At tær kenna avleiðingarnar og velja upplýst, sigur Tina K. Jakob­sen og leggur aftrat: – Vælferðarsamfeløgini i Norðurlondum eru bundin av at bæði konur og menn arbeiða. Tí hava vit ráð til vælferð fyri øll. Men vit skulu hava góðar umstøður til barnafamiljurnar, so tær og børnini ikki stressa runt. Um tað er maðurin ella kon­ an, ið fer á foreldrafund, er undirornað. Ongin leggur í, um pápin fer á foreldrafund og mamman er til arbeiðis ella heima, sigur hon og leggur aftrat, at longri og meira fleksibult barsil, góðar stovnar, umsorganardagar Nógvar kvinnur í Føroyum eru illa stillaðar búskaparliga vegna barsilsskipan, pensión og tímaløntum arbeiði. Kvinnukampurin er als ikki av, og tað snýr seg ikki bert um arbeiðsmarknaðartrupulleikar. Harðskapur og avoldaður hugburður mótvegis fosturtøku er somuleiðis ein trupulleiki, sigur forkvinnan í Kvinnufelagnum í Havn javnstøða Spurningurin um rættin hjá kvinn­ um til ikki at arbeiða, men ganga heima og ansa eftir sínum børnum, stingur seg ofta upp, tá onkur skal av arbeiðsmarknaðinum Tina K. Jakobsen, forkvinna í Kvinnufelagnum í Havn Kampurin