Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 javnstøða er neyðugt, og sjálvsagt skulu bæði konur og menn hava møguleika at taka lut í hesum rættindum, sigur Tina K. Jakobsen. Avoldaður hugburður til fosturtøku Hugburðurin í tí føroyska sam­felagnum viðvíkjandi kvinnum og fosturtøku er avoldaður, sigur Tina K. Jakobsen. – Vit hava enn ikki lógar­ festa fosturtøku og fyri stutt­ um var um reppið, at kvinnur skuldu áleggjast tvungna ráðgeving, um tær um­hugs­ aðu tað. Tvang í vest­ur­ heim­inum í 2013! Hvat er tað fyri ein hugburður yvir fyri tilkomnum kvinn­um? Spyr Tina K. Jakobsen. Tað er heilt burturvið, at kvinnur, sum skulu hava fosturtøkur skulu ráðføra seg við Gigni, heldur Tina K. Jakobsen. – Gigni hevur til uppgávu at stuðla og vegleiða barna­ familjum. Stinga trupulleikar seg upp, so kann Gigni traðni til. Hetta er eitt heilt øðrvísi útgangspunkt enn tað, sum ein kona hevur, tá hon skal hava abort, og hesar báðar ráðgevingar eiga ikki at liggja saman sum nú, sigur Tina K. Jakobsen. Hon heldur, at tað er ein gomul kliche, sum als ikki hevur nakað upp á seg, at kvinnur eru serliga harðar við hvørja aðra. – Eg havi ikki upplivað, at kvinnur eru harðar við hvørja aðra. Hatta er nakað man ofta hoyrir, men sum einki hald er í, sigur hon. Tvørturímóti haldi eg, at flestu kvinnur gleðast, tá tað gongur øðrum væl, og tað er óansæð um tað er konum ella monnum. marjun@sosialurin.fo – Vit hava enn ikki lógarfesta fosturtøku og fyri stuttum var um reppið, at kvinnur skuldu áleggjast tvungna ráðgeving, um tær umhugsaðu tað. Tvang í vesturheiminum í 2013! Hvat er tað fyri ein hugburður yvir fyri tilkomnum kvinnum? Spyr Tina K. Jakobsen Mynd: Álvur Haraldsen er ikki av