mánadagur 26. mai 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. mai 2014 · Nr. 59
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
Hotel
Hafnia
skal
nú
hava
eina
rættiliga
andlitslyfting.
Í
hesum
sambandi
skulu stórar broytingar
gerast, sum fara at gera
hotellið
meiri
livandi
innbjóðandi hjá ferðafólki
og gestum annars.
Á fundi í Havn í hós
kvøldið samtykti býráðið
einmælt at góðkenna yvir
skipaðu byggiætlanina.
Sostatt
er
endaligt
punktum sett fyri ætlan
ini at landið keypir Hotel
Hafnina til umsitingar
bygning – og á fundinum
í hóskvøldið, fegnaðust
býráðslimir um, at hotell
ið verður eitt livandi pláss,
heldur enn ein skriv-stovu
bygningur.
Í umsóknini til býráðið
verður sagt, at Hotellið
hevur ogna sær onkur
stykki
beint
við,
men
ætlanin er eisini at taka ein
part av gamla hotellinum
niður og byggja nýtt.
Livandi ímóti
Áarvegnum
Í hesum sambandi er æt
lanin at flyta matstovu og
køkin niður á veghædd, so
tað er lætt bæði fyri gestir
og havnarfólk at vitja mat
stovuna á Hafnia.
- Øll niðasta hædd verð
ur ein opin og livandi fram
síða, sum skal hýsa hotel
virksemi og tað fer at gera
Áarvegin enn meira livandi
enn í dag.
- Á ovastu hædd verður
eitt nýtt Panorama, sum
av-loysari
fyri
verandi
Parnass
og
Panorama.
Eftir ætlan skal tað nýggja
Panorama
kunna
hýsa
einum 150 gestum, sum
hava eitt einastandandi
útsýni yvir býin, sigur
býráðið
Ætlanin er at fáa 19
kømur afturat og at til
samans verða 12 einstak
lingakømur, tvær svitur
og
55
tveymanskømur.
Tilsamans verða 126 seng
ur, við eyka uppreiðing ber
til hýsa 180 gistandi.
Tilsaman er hotellið
3.298 fermetrar í dag, men
eftir um- og tilbyggingina
verður tað 3.415 f ermetrar,
ella eitt sindur meira.
Hæddin á Hotellinum
verður góðar 24 metrar,
sum er 75 cm hægri enn í
dag.
Áki Bertholdsen
- Tað er at fegnast um, at
útlendingar vilja hinumegin
knøttin at búseta seg í Klaks
vík.
Tað sigur Jóhann Lützen,
formaður í Trivnaðarnevnd
ini, børn og ung, hjá Klaks
víkar Býráð.
Men vit skulu eisini fáa
teir at føla seg vælkomnar
her, leggur hann afturat.
Tí ætlar Klaksvíkar bý
ráð sær nú undir eitt mið
víst arbeiðið fyri at fáa
útlendingar at føla seg væl
komnar til Klaksvíkar og fyri
at samansjóða teir í føroyska
samfelagið.
Jóhann Lützen sigur, at
tey eru ikki komin so langt
við fyrireikingunum, men
tey hava sett hol á málið og
vónin er at seta pening av til
endamálið á næstu fíggjar
lóg, so at tey sleppa undir
virksemið næsta ár.
Samansjóðing
Formaðurin
í
Trivnaðar
nevndini, børn og ung, sigur,
at støðan er tann, at fleiri
og fleiri útlendingar flyta
til Klaksvíkar, eisini úr heilt
fjarskotnum londum, har tey
hava eitt heilt annað mál, og
eina heilt aðra mentan, enn
vit hava.
- Í Býráðnum halda vit, at
vit eiga at fara undir eitt mið
víst átak at samansjóða hesi
fólkini í føroyska samfelagið,
so at tey verða ein nátúrligur
partur av tí, sigur hann.
Hann sigur, at sum støðan
er nú, hevur føroyska sam
felagið lítið og einki at bjóða
hesum fólkum, sum kann
hjálpa teimum at verða ein
samansjóðaður partur av
samfelagnum.
- Tað einasta, almennu
Føroyar hava at bjóða teim
um, er undirvísing í 20 tímar
í føroyskum, men tað mun
ar ikki nógv, sigur Jóann
Lützen.
Hann sigur, at fleiri út
lendingar í Klaksvík eru á
hesum skeiðum í føroyskum
í kvøldskúlanum.
Men hann veit eisini frá
lærarunum, at umframt at
undirvísa, mugu teir eisini
hálvavegna virka sum sosial
ráðgevarar hjá hesum fólk
um, tí tey eru komin til eitt
púra fremmant land og liggja
innibrend við einum ótali av
ósvaraðum spurningum um
alt ímillum himmal og jørð.
- Hesi fremmandafólkini,
sum í nógv størstan mun
eru kvinnur, fáa gott álit á
undirvísarunum og biðja teir
eisini um hjálp til alt møgu
ligt, eitt nú at fylla oyðibløð
út o.s.fr.
Fastar mannagongdir
Jóhann Lützen sigur, at
eftir hansara tykki eigur
kommunan at hava ein fast
an politikk á økinum, og eitt,
sum liggur í luftini, er at
bøta um undirvísingina, so
at hesi fólkini fáa meiri enn
teir neyðarsligu 20 tímarnar í
føroyskum, sum kommunan
hevur at bjóða.
Tað hevði eisini verið
upp á sítt pláss at kunna
tey um føroyska mentan og
samfelagsviðurskifti og um,
hvørji rættindi og skyldur
tey hava sum borgarar í Før
oyum.
Men býráðið hevur eisini
samband við ein tilflytara,
sum tey umhugsa at knýta
at býráðnum við tí endamáli
at standa fyri arbeiðnum at
samansjóða útlendingar í
føroyska samfelagið.
Hann hevur gott samband
við útlendingar í Klaksvík
og úteftir kundi hann verið
andlitið hjá kommununi í
integratiónsmálum, og verið
sambindingarliðið ímillum
útlendsku borgararnar og
Klaksvíkar Kommunu, sigur
Jógvan Lützen.
Hann sigur, at ein tanki,
tey hava spælt sær við, er
at hava ein útlendingabás á
Norðoyastevnu, har útlend
ingar vísa ymist fram, sum
er sermerkt fyri teirra land,
og, eitt nú, bjóðaði fólki mat
úr teirra landi.
Hotel Hafnia
verður meiri livandi
Hotellið skal bæði byggjast um og út
Klaksvíkar býráð ætlar nú undir eitt miðvíst átak fyri at
fáa útlendingar at føla seg vælkomnar til Klaksvíkar
Bjóða
útlendingum
vælkomnum
til Klaksvíkar
Hotel Hafnia fær fleiri kømur og matstovan skal flytast niður í veghædd
Hotel Hafnia