Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 26. mai 2014 · Nr. 59 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Áki Bertholdsen Tvær av teimum smærru ítróttargreinunum, Judo og borð­tennis, fáa nú munandi betri umstøður í Havn. Á fundi í Tórshavnar Bý­ ráði í hósvøldið, varð nevni­ liga samtykt at geva hesum báð­um ítróttargreinunum síni egnu høli at venja í. Tað er eitt gamalt ynski hjá hesum báðum ítróttar­ grein­unum at fáa síni egnu høli, sum støðan er nú, venja tey í fimleikarhallum kring um í býnum. Í hesum sambandi hava Havnar Jodofelag og borðtennisfelagið, Tór, longu í 2008 heitt á býráðið um at hava tey bæði feløgini í huga, skuldi tað hent, at nak­að verður gjørt við Bad­ min­ton­høllina. Áheitanin varð endur­ tikin í heyst og feløgini vísa á, at tað ber til at byggja eina lon á 326 fermetrar við borðtennishøll, judo­ høll, felagshøli, goymslu og skriv­stovu aftur at Bad­min­ ton­h­øllini norð­an­fyri. Ein kostnaðarmeting frá 2011 sigur, at hetta fer at kosta góðar 5,6 milliónir, um­framt mvg. Býráðið stað­ festir, at á íløgu­ætlanini fyri í ár, eru sjey milliónir játt­aðar til at bygg­ja Bad­ min­tonhøllina út, so at hon eisini kann rúma judo og Borð­tennis. Feløgini hava latið bý­ ráð­num skitsutekningar og á fundi í gjárkvøldið sam­tykti býráðið at útvega útbjóðingartilfar og kostn­ að­armeting eftir skitsu­ tekn­ingunum frá feløg­ unum, og at bjóða arbeiðið út í innbodnari lisitatión. Áki Bertholdsen Klaksvíkar Býráð gevur nú teimum ungu eitt sjáldsamt høvi at fáa ávirkan og at fáa inn­lit í, hvussu manna­ gongd­irnar eru í einum fólka­ræði. Ætlanin er nevniliga at skipa fyri einum ungdóms- bý­ráðið í Klaksvík, har 10 ung fáa høvi at royna seg sum býráðspolitikarar í ein dag. Hendan næsta tíðin skal brúkast til at leggja til rættist og at útgreina, hvussu hetta skal skipast, sig­ur Jóhan Lützen, bý­ráðs­ l­im­ur og formaður í Trivn­ að­arnevndini, børn og ung. Tað er ikki greitt, nær tað verður, men hest einaferð í september. Enn er ikki greitt, hvussu tað verður skipað. Í hesum sam­bandi skal støða takast til, hvussu teir 10 limirnir í ung­dóms-býráðnum, skulu finn­ast. - Vit ætla, at talan skal vera um ung, sum ikki hava valaldur og ungdóms- bý­ráðið skal heldur ikki mann­ast eftir politiskum liti. Í Klaksvíkar Býráð eru 11 lim­ir, men seinastu limurin í ung­dóms-bý­ráð­ num verður sjálv­ur borgar­ stjórin, Jógv­an Skor­heim, sum eisini verð­ur formaður fyri ungdóms-býráðið. Annars hevur ungdóms- bý­ráðið umsitingina hjá bý­ ráðnum til taks og skrivarin í býráðnum verður eisini skrivari í ungdóms-bý­ráð­ num. Ætlanin er, at skúl­ arnir so brúka nakrar dag­ ar at gera nøkur upp­skot, sum hava við ung­dóms­ viðurskifti at gera, og sum síðani verða løgd fyri ung­ dóms-býráðið. Uppskotini verða síðani við­gjørd í býráðnum, akkur­ át, sum tey verða viðgjørd í býráðnum annars. - Tað, sum ung­dóms­ býráðið samtykkir, verð­ur síðani lagt fyri Triv­nað­ar­ nevndina, børn og ung við tí endamáli at seta tað í verk, í tann mun tað ber til, sig­ur Jóhann Lützen. Áki Bertholdsen Kjølbro, Livar Nysted og Trøllapætur. Tríggir kend­ ir norðoyingar, og kanska verða teir nú ritaðir í stein í Klaksvík. Ella kanska vera tað nøk­ur heilt aðrir kendir norð­oy­ingar, sum fáa heið­ur­in? Klaksvíkingar hava leitað sær heilt til Holly­ wood eftir íblástri til eitt heilt serligt tiltak, sum nú er sett á skinnarar í høvuð­stað­num í Norð­ oyggj­um. Í Hollywood hava tey eitt pláss, sum er kent um allan heimin, nevniliga “Walk of Fame”, har fólk og bólkar, sum eru serliga kend, hava hava fingið navn sítt í ein stein í gøtu­ ni - eisini íspunnar verur, eitt nú Mikkjal Mús. Hóast hendan Walk of Fame í Hollywood er nógv tann kendasta, eru eisini slíkar gøtur nógva aðrastaðni. Og nú hevur býar­ gartn­ar­in í Klaksvík, Hans Hjalti Skaale, skotið upp, at Klaksvíkar Kommuna ger eina Walk of Fame í Klaks­vík, ella gitin gongd Norð­oya, sum tey eisini nevna tað. Palli Ziskason, vinnu- og mentanarstjóri í Klaks­ vík­ar Kommunu, sigur, at enn er málið ongan veg kom­ið enn, men at tey eru farin at arbeiða so spaki­ liga við tí. Tí er eingin tikin um, hvar hendan gitna gongd­ in skal vera og avgerð er heldur ikki tikin um, hvussu hendan gitna gongd­in skal skipast. Men hugskotini eru mong, sigur vinnu- og mentan­ar­stjórin. - Spurningurin er um nøvn skulu setast í, ímeð­ an fólk enn eru á lívið, ella um tað bara skal vera fyri tey, ið farin eru, sigur hann. Hann sigur, at støða er held­ur ikki tikin til, hvør skal fáa ein minnisvarða yvir seg í hesi gitnu gongd­ini, skulu tað verða politik­ar­ar, vinnulívsfólk, lista­fólk, ítróttarfólk, tón­ leikar­ar o.s.fr. Ein partur av kjakinum hev­ur verið um hetta skal vera ein partur av nýgg­ ju miðbýarætlanini, men hugsað hevur eisini verið um á Vágstúni, har eingin ferðs­la er, ella kanska á strekki­num ímill­um Post­ hús­ið og Tele­fon­støði­na? Men støða skal eisini takast til um um tað skal vera ein gøta, ella um plátur skulu setast á bygn­ingar. Klaksvíkingar fáa íblástur úr Hollywood Uppskot er um at gera eina “Walk of Fame” í Klaksvík Smáar ítróttargreinar í Havn betri umstøður Nú verður hugaligari at íðka judo og borðtennis í høvuðsstaðnum Ungdóms- býráð í Klaksvík í ein dag Tey ungu í klaksvík fáa nú eitt sjáldsamt høvi at fáa ávirkan og innlit í fólkaræði Vælkomin Tað er at fegnast um, at útlendingar vilja búsetast í Klaksvík, men vit eiga eisini at fáa tey at føla seg vælkomin, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini, børn og ung, hjá Klaksvíkar Býráð