Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. mai 2014 · Nr. 59 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Sleppa ætlan um risa ítróttarhøll í Havn Ætlanin at byggja eina risastóra ítróttarhøll í Vesturbýnum í Havn, er nú slept Áki Bertholdsen Ætlanin at byggja eina risa­ stóra multi-høll í vestur­ býnum í Havn, er nú slept. Tað er greitt, eftir at Tórshavnar Býráð samtykti hósvøldið at seta nýggja musikkskúlan á grund­ stykk­ið, har ítrótt­ar­høllin skuldi standa. Talan var ikki bara um eina risa ítróttarhøll, sum eisini skuldi kunna brúkast til konsertir, framsýningar, stevn­ur og annað mangt, og tosað varð enntá um at skipa hana so at frælsur ítróttir kundi venja innan­ dura. Men á býráðsfundinum í hóskvøldið samtykti Tórs­ havnar Býráð ikki bara at brúka grundstykkið til musikk­skúla. Tað varð eisini sam­tykt at byggja Gunda­ dals­høllina út ístaðin. Talan er um eina út­bygg­ ing, sum kostar 19 milliónir krón­ur, og sum fer at gera Gunda­dalshøllina til eina tví­høll. Býráðslimir føra fram, at tað er bráðneyðugt at útvega betri pláss til ítrótt­ ar­feløg at spæla og venja innan­dura og at bæði Neist­ in, Kyndil og Fleyr taka fult und­ir við ætlanini at út­ bygg­ja Gundadalshøllina. Umframt ítróttarhøll, skal hvørt felag eisini hava felags­høli við plássi fyri 40 fólkum í teirri útbygdu Gund­a­dalshøllini. Pláss skal eisini vera fyri skrivstovu, tekøk og wc til hvørt felag, umframt pláss til bóltar og aðra ítrótt­ar­út­ gerð, fysioterapi, vektrúm og annað. Harafturat fær hvørt felag 250.000 krónur fyri at handað kommununi høll­ ina. Marin Katrina Frýdal helt, at kommunan kann ikki yvirtaka høllina, uttan at gera eina støðulýsing av hen­ni, men, tað uppskotið vann ikki frama. Sostatt samtykti bý­ ráð­ið at yvirtaka høllina og byggja hana út fyri 19 milliónir og farið verður undir ta arbeiðið í næstum. Áki Bertholdsen Dagstovnurin Birkilund, sum er illa farin av blámusoppi, skal kortini ikki byggjast av nýggjum. Tað hevur Tórshavnar Bý­ ráð nú samtykt. Annars samtykti býráðið fyri tveimum árum síðani, at Birki­lund skuldi takast niður og byggjast av nýggjum, tí hon var í so ringum standi, at tað loysti seg ikki at umvæla Stovn­in. Ein støðulýsing, býráðið hev­ur fingið, vísir, at tað fer at kosta góðar 20 milliónir at høvuðs­um­væla Birklilund, men at tað kostar 34 milliónir at byggja nýtt og tí samtykti býráðið á sumri í 2012 at byggja nýtt, eisini tí, at so varð stovnurin dagførdur til at lúka øll nýtímans krøv. Birkilund er av størstu stovnum í Havn við plássi fyri 80 børn og hann hevur ser­liga Eysturbýin sum upp­ tøku­øki. Og fyri einum góðum mán­að síðani samtykti Triv­ nað­ar­nevndin hjá býráðnum at seta samtyktina um at bygg­ja nýggjan stovn, í verk. Samstundis samtykti nevnd­ in at bjóða arbeiðið út til arki­tekt­ar at bjóða upp á, og at peningur skuldi setast av á fíggjarlógini. Samstundis varð málið lagt fyri Fíggjarnevndina hjá bý­ráð­num – og hon kúvendi. Ongir pengar Á býráðsfundi hóskvøldið var ført fram, at ongir pengar eru settir av til at byggja nýggj­an stovn fyri. Borgarstjórin, Heðin Morten­sen, var ikki fegin um avgerðina hjá Triv­nað­ ar­nevndini, tí hann helt, at samtyktin hjá Triv­nað­ ar­nevndini var at yvir­hála bæði býráðið og fíggj­ar­ nevnd­ina Ongir pengar eru til taks og hann helt, at tá ið Triv­nað­ arnevndin ­tekur eina slíka av­gerð, skyldar hon eisini bý­ráð­num at vísa á, hvaðani peng­ar­nir skulu koma frá, men tað hevur hon ikki gjørt. Summir býráðslimir eru ikki samdir, tí teir siga ,at tað er bara at raðfesta íløgurnar um aftur, so at peningur verð­u­r til taks til Birkilund. Hinvegin hevur fíggjar­ nevnd­in hjá býráðnum skot­ ið upp at bjóða tveimum ar­ beiðs­takarum at til at geva eitt tilboð upp á at høvuðs­ um­væla Birkilund. Samstundis hevur bý­ráð­ ið sett 10 milliónir av til at um­væla Birkilund fyri. Hetta er tað, ein nýggj met­ing vísir, hvat Birkilund kann umvælast fyri Og tað atkvøddu allir býráðs­limirnir fyri, uttan Marin Katrina Frýdal og so­ statt verður Birkilund um­ væld og ongin nýggjur stovn­ ur bygdur. Kortini spurningur reist­ ur um, hvørja nyttu tað er at játta 10 milliónir til Birkilund, tá ið ein støðulýsing sigur, at tað kostar 20 milliónir at seta stovn­in í forsvarligan stand. Tó varð eisini gjørt greitt í býráðnum, at tá ið til­boðið frá teimum báðum arbeiðs­ takar­unum er komi, skal bý­ ráð­ið taka endaliga støðu til, hvat gerast skal. Býráðið í Havn kúvendi Umvælast Birkilund, sum er fongd við blámusoppi, verður ikki tikin niður, soleiðis, sum býráðið áður hevur samtykt Býráðið hevur nú ógildað samtyktina um at byggja ein nýggjan dagstovn ístaðin fyri Birkilund, sum er illa farin av blámusoppi Gundadalshøllin verður nú bygt út og verður gjørd til eina tvíhøl