mánadagur 26. mai 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 26. mai 2014 · Nr. 59
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
- Sum eg skilji tað, hevur
nevndin í Atlantsflog gjørt
eina sera lukrativa avtalu
við stjóran, sigur Johan Dahl,
landsstýrismaður í vinnu
málum.
Lukrativa avtalan gevur
Jørgen
Holme
stívliga
200.000 krónur um mánaðin
í løn fyri at vera stjóri í al
menna flogfelagnum. Felagið
er í hesum døgum við at
rigga av á keypsskálunum,
allir privatu partaeigararnir
eru keyptir út, og fyrsta dag
in verður Atlantsflog tí at
rokna sum eitt hvørt annað,
alment partafelag. Og tó.
Lønin hjá stjóranum skilir
seg munandi út frá tí, sum er
galdandi í øðrum, almennum
partafelagnum. Og lønin er
fleirfalt lønina hjá almennu
stovnsleiðarunum.
- Ja, eg skilji, at nevndin
í Atlantsflog hevur ”head-
huntað” ein stjóra, sum so
hevur fingið eina sera lukra
tiva avtalu burturúr, endur
tekur Johan Dahl.
Jørgen Holme varð kunn
gjørdur at vera nýggi stjórin
í Atlantsflog, leygarkvøldið
16. november í fjør, tá Magni
Argen
samstundis
gjørd
ist
fyrrverandi.
Tá
varð
samstundis boðað frá, at
Holme skuldi vera stjóri,
fyribils í eitt til tvey ár.
Almenningurin hevur síðani
einki fingið at vita um seta
narviðurskiftini hjá stjóra
num, sum sjálvur ongantíð
hevur viljað tosað um sín
sáttmála.
Men
tá
roknskapurin
fyri 2013 varð almanna
kunngjørdur, vísti tað eina
stjóraløn á 262.000 krónur,
umframt 35.000 krónur í
eftirløn, fyri teir 46 dagarnar
í stjórasessinum.
Í tí sambandi váttaði Niels
Mortensen,
nevndarfor
maður í Atlantsflog, at talan
var um vanliga løn fyri nevn
da tíðarskeið, ikki um bonus
av nøkrum slag. Tí bar til at
rokna seg fram til, at Jørgen
Holme fær 2.356.630 krónur í
løn í ár, íroknað eftirløn.
Lukrativt
Sambært landsstýrismanni
num er tað nevndin fyri
Atlantsflog, sum einsamøll
hevur gjørt setanaravtaluna
við stjóran. Johan Dahl vísir
á, at felagið tá var skrásett á
keypsskálanum, og at hann
onga ávirkan hevði á felag
num, uttan at hann sum
høvuðspartaeigari
kundi
gera sína ávirkan galdandi á
aðalfundinum.
- Jørgen Holme er settur
til eina ávísa uppgávu í eitt
avmarkað
tíðarskeið.
Eg
gangi út frá, at tað er tað,
sum er orsøkin til lønarlagið,
sigur Johan Dahl, sum sam
stundis ásannar og endur
tekur, at talan er um eina
lukrativa avtalu.
Aðalfundur var í Atlants
flog í apríl mánað. Tá hevði
landsstýrismaðurin møgu
leika at geva til kennar sína
støðu, eisini um stjóralønina.
Men tað bleiv ikki gjørt.
- Nei, eg hevði einki at
viðmerkja á aðalfundinum.
Nevndin er suveren, og av
talan var gjørd, sigur Johan
Dahl.
Landsstýrismaðurin legg
ur afturat, at sjálvandi kann
hann skifta nevndina út, um
so er at hann er ónøgdur við
hennara arbeiði.
- Men tað eri eg ikki. Eg
eri væl nøgdur við arbeiðið
hjá nevndini fyri Atlantsflog,
sigur Johan Dahl.
Sambært
landsstýris
manninum var lønin hjá
Jørgen
Holme
ongantíð
til umrøðu, tá hann sum
høvuðspartaeigari og um
boð fyri Føroya fólk var á
aðalfundi í almenna flog
felagnum.
Loftið
Fleiri ferðir í samrøðuni
brúkar Johan Dahl orðið
”lukrativ” um lønina hjá
Jørgen Holme. Hann ásann
ar, at lønin setir nýggjar
standardir fyri, hvat tað al
menna kann gjalda í løn til
sínar stjórar.
Higartil hava stjórarnir
í almennu partafeløgnum
Føroya Tele og Posta, sum
bæði liggja undir Vinnu
málaráðnum, gingið á odda.
Kristian R. Davidsen og
Joel Undir Leitinum liggja
báðir á eini stjóraløn oman
fyri 100.000 krónur. Men
lønin hjá Jørgen Holme á
stívliga 200.000 krónur um
mánaðin setir sum nevnt
nýggjar standardir, ið eisini
leypa í eyguni á landsstýris
manninum í vinnumálum,
nú hann verður spurdur
beinleiðis um tað:
- Jú, eg haldi ikki, at tað
almenna skal vera lønarfør
andi við sínum stjóralønum.
Tað almenna eigur at seta
eitt loft á, hvat ein stjóri í
einum almennum partafelag
kann tjena, sigur Johan Dahl.
Spurdur, hvar tað loftið
í sofall átti at verið, svarar
landsstýrismaðurin:
- Eg meti at ein løn á um
leið 70.000 til 100.000 krónur
um mánaðin er ikki órímiligt
fyri ein almennan stjóra, sig
ur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin
ásannar tó, at higartil hevur
hann einki gjørt fyri at hetta
”loftið” eisini verður prakti
serað í veruleikanum.
- Nei, tað er ikki gjørt
higartil, viðgongur Johan
Dahl.
Landsstýrismaðurin
vísir tó í sama viðfangi á
nýggjasta, almenna parta
felagið, har roynt hevur verið
at gera nakað ítøkiligt fyri at
stýra lønarlagnum. Lóggávan
undir P/F Visit Faroe Islands
ásetir, at landsstýrismaðurin
skal góðkenna samsýningina
til nevndina í felagnum og
lønina til stjóran.
Hóast hann higartil einki
hevur gjørt vil lønina hjá
Jørgen Holme, so sigur Johan
Dahl seg fara at hyggja uppá
málið:
- Vit mugu taka hetta upp,
nú Atlantsflog aftur verð
ur alment burturav, og ikki
longur er skrásett á keyps
skálunum, sigur Johan Dahl,
uttan at útgreina nærri, hvat
tað ítøkiliga merkir.
Landsstýrismaðurin
hevur bestan hug at hyggja
frameftir:
- Í framtíðini má tað
almenna hava ein lønar
politikk, soleiðis at tað al
menna ikki er lønarførandi
við sínum stjóralønum. Sam
stundis mugu vit hava ein
fleksibilitet inni í skipanini,
soleiðis at tað almenna er
ført fyri at fáa fatur á teimum
dugnaligastu fólkunum, ið
eisini eru sinnað at ofra seg
fult og heilt fyri sítt almenna
stjórastarv. Tað kostar, argu
menterar Johan Dahl.
Holme spreingir lønarloftið
Johan Dahl ger einki vil lønina hjá Jørgen Holme á stívliga 200.000 krónur um mánaðin fyri at vera stjóri í
almenna flogfelagnum. – Nevndin fyri felagið ásetir einsamøll stjóralønina, sigur landsstýrismaðurin