mánadagur 26. mai 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. mai 2014 · Nr. 59
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Eirikur Lindenskov
Greingini av roknskapunum
hjá politisku flokkunum her
á síðuni vísi, hvussu ymiskt
politisku
flokkarnir
eru
fyri fíggjarliga. Javnaðar
flokkurin er so nógv tann
ríkasti, meðan Framsókn
er tann fátækasti, um hugt
verður eftir seinastu rokn
skapunum, sum eru frá 2012.
Poul Michelsen sigur í
viðmerking til greinina, at
hann roknar ikki við – ella
vónar ikki, at nakar rekur
eitt politiskt arbeiðið ella
ein politiskan flokk við
vinningi fyri eyga.
– Tað er dýrt at stovna
ein nýggjan flokk, og skal
boðskapurin
hjá
einum
nýggjum flokki koma út, so
kostar tað. Tó haldi eg, at vit
búskaparliga eru komin væl
burturúr stovnanini, sigur
hann.
Poul Michelsen sigur, at
nettoskuldin hjá Framsókn
til bankan og kreditorar nú
er góðar 300.000 krónur.
– Tá árið 2014 er av, er
Framsókn skuldarfrítt, og
vit kunnu byrja at savna
pening inn til komandi val
stríð, sigur Poul Michelsen,
sum kortini vónar, at valið
kemur fyrr enn ætlað.
Hann sigur eisini, at
limatalið og áhugin fyri
Framsókn veksur alsamt og
lovar tí, at Framsókn verð
ur virkið og sjónligt til eitt
komandi valstríð - nær tað
so enn kemur.
Eirikur Lindenskov
Tað er stórur munur á, hvussu
væl politisku flokkarnir eru fyri
fíggjarliga. Javnaðarflokkurin er
í serflokki við eini eginogn upp
á 7.113.000 krónur. Ringast fyri er
Framsókn, sum hevur eina negativa
eginogn upp á upp á minus 690.000
krónur.
Javnaðarflokkurin er so væl
fyri, at ognirnar hjá flokkinum
eru 13,5 ferðir so stórar sum hjá
øllum hinum seks flokkunum í løg
tinginum tilsamans. Tað vísir ein
gjøgumgongd av roknskapunum
fyri 2012, sum eru teir seinastu al
mennu roknskapirnir.
Næsta ár verður løgtingsval,
og tað kostar nógvar pengar hjá
politisku flokkunum at brynja seg
til val. Stóru flokkarnir brúka yvir
eina millión hvør í einum slíkum
valstríði.
Sambært roknskapunum brúk
tu flokkarnir so nógvar pengar upp
á løgtingsvalið í 2011:
Sambandsflokkurin
1.268.000 kr
Javnaðarflokkurin
1.182.000 kr
Fólkaflokkurin
1.053.000 kr
Tjóðveldi
1.026.000 kr
Framsókn
931.000 kr
Miðflokkurin
503.000 kr
Sjálvstýrisflokkurin
260.000 kr
Tilsamans
6.223.000 kr
Størstu inntøkurnar hjá flokkunum
stava
frá
stuðulinum
frá
løgtinginum, sum flokkarnir sjálvir
áseta. Tað verður gjørt eftir stødd,
og av tí at Sambandsflokkurin var
størstur við seinasta val fær hann
mest.
Stuðulin frá ávikavist løgtingi
num og fólkatinginum til flokkar
nar er býttur soleiðis:
Fólkaflokkurin:
481.000 kr frá løgtiginum og
114.000 frá fólkatingum
Sambandsflokkurin:
518.000 kr frá løgtiginum og
185.000 frá fólkatingum
Javnaðarflokkurin:
401.000 kr frá løgtiginum og
126.000 frá fólkatingum
Sjálvstýrisflokkurin:
182.000 kr frá løgtinginum
Tjóðveldi:
410.000 kr frá løgtiginum og
116.000 frá fólkatingum
Framsókn:
206.000 kr frá løgtinginum
Miðflokkurin:
206.000 kr frá løgtinginum
Tað er løgtingið – ella skatt
gjaldarin – sum fyrst og fremst
fíggjar
politisku
flokkarnar.
Skipanin við »stuðuli til politiska
upplýsing« var í sínari tíð gjørd til
at hjálpa bløðunum. Allir flokk
ar áttu hvør sítt blað – uttan
Sambandsflokkurin,
sum
varð
stuðlaður av privatu Dimmalætt
ing, sum í nærum 100 ár stuðlaði
Sambandsflokkinum, hóast flokk
urin ongnatíð átti blaðið. Hinir
gomlu flokkarnir, t. v. s. allir uttan
Miðflokkurin og Framsókn, hava
havt síni politisku bløð. Síðani
bløðini vórðu loyst frá flokkunum
er »stuðulin til politiska upplýsing«
ístaðin brúktur til at fíggja val
stríðið hjá politisku flokkunum.
Javnaðarflokkurin átti Sosialin
í næstan 80 ár. Men í 2006 varð
blaðið selt. Søluprísurin var 10
milliónir krónur. Í 1993 brúkti
Javnaðarflokkurin eina millión
krónur til at umleggja partafeløgini
handan Sosialin, og hesa íløgu
fekk Javnaðarflokkurin tíggjufalt
aftur í 2006, tá blaðið varð selt.
Ein slík søla er skattafrí, og tí
fekk flokkurin 10 milliónir krónur
skattafrítt burtur úr søluni. Hinir
flokkarnir fingu ikki eina krónu
burtur úr bløðunum. Tvørturímóti
stóðu fleiri av flokkunum eftir við
skuld, eftir at bløðini vórðu steðgað.
Javnaðarflokkurin hevur gjørt
íløgu í eini hús. Flokkurin eigur ein
bygning í miðbýnum í Havn, har
sum Hjalmar Jacobsens bókahandil
helt
til
í
fleiri
mannaminni.
Fólkaflokkurin eigur eisini hús.
Tað eru gomlu húsini hjá Tórði
Dalsgaard í Jónas Broncksgøtu í
Havn.
Eginogning hjá
flokkunum er hendan:
Javnaðarflokkurin:
7.113.000 kr
Fólkaflokkurin:
845.000 kr
Sambandsflokkurin:
195.000 kr
Sjálvstýrisflokkurin:
145.000 kr
Tjóðveldi:
121.000 kr
Miðflokkurin:
-89.000 kr
Framsókn:
-690.000 kr
Talan er sum sagt um tøl sambært
roknskapunum fyri 2012. Nýggjasti
roknskapurin fyri 2013 kann broyta
tølini, men neyvan so nógv, at tað
broytir lutfallið millum flokkarnar.
Spurningurin er so, hvussu
stóran leiklut pengarnir spæla
í
einum
valstríði.
Her
eru
avbjóðingarnar hjá flokkunum í
øllum førum ymiskar.
Skuldu vit kortini gjørt upp
virði á andstøðu og samgongu, so er
andstøðan munandi meira verd enn
samgongan. Tí meðan samgongan
tilsaman er verd 951.000 krónur, so
er andstøðan verd 6.689.000 krónur
– ella við ørðum orðum, so er
andstøðan sjey ferðir so nógv verd
sum samgongan, um hugt verður
eftir bókaða eginpeninginum hjá
politisku flokkunum í Føroyum.
Javanaðarflokkurin er nógv ríkastur
– Framsókn er fátækastur
Roknskapur Sambært roknskapunum hjá politisku flokkunum í Føroyum, so er
Javnaðarflokkurin 13,5 ferðir so nógv verdur, sum allir hinir flokkarnir tilsamans
Framsókn verður skuldarfrítt í ár
– Tað kostar at stovna ein nýggja flokk. Boðskapurin skal út, og tað
kostar, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn