Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. mai 2014 · Nr. 59 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 F øroyska U20-landsliðið í manshondbólti vísti seg um vikuskiftið frá síni allar bestu síðu. Evni og styrki eru aloftast millum týdningarmestu lutirnir, um tú ætlar tær fram í ítróttarheiminum. Enn meira týðandi er tó, at tú hevur høvdið við í tí, sum verður gjørt, og tað høvdu ungu menninir, sum farnu vikuna vóru í Andorra, har europiska kappingin um IHF-trophy var á skránni. Ein kapping, sum føroyingarnir vunnu. Eitt er, at sigurin í sjálvum sær er eitt flott avrik. Talan er kanska ikki um HM, men hetta er kapping millum javnlíkar, og hóast munurin í onkrum dysti var stórur, so var talan í trimum teimum seinastu dystunum um krevjandi uppgávur. Og vit skulu eisini minnast til, at vit áður hava tikið lut í Challenge Trophy fyri bæði kvinnur og menn, men at tað ongan tíð áður hevur eydnast okkum at vinna hesar kappingar. Mest imponerandi av øllum var tó, at føroyski sigurin kom til høldar, hóast umstøður uttan fyri ávirkan hjá liðnum gjørdu uppgávuna enn truplari. Størsti parturin av ferðalagnum var í undantaksstøðu, har búkilska argaði somikið nógv, at spurningurin fram til tað allar seinasta var, hvør kundi spæla og ikki. Og undir dystinum var eisini neyðugt hjá onkrum av spælarunum at sleppa sær á bukkuna eina løtu. Tá so er, er lættasta sak í verðini at geva skarvin yvir. At siga, at vit royndu tað, sum vit kundu, men undir hesum umstøðunum fingu vit ikki gjørt meira. Tað var tó ikki lætti útvegurin, sum varð valdur. Hvør sum ein góvu spælararnir sínar seinastu restir í finaludystinum, og so gjørdist talan um stórsigur móti favorittunum úr Georgia. Eitt framúr avrik undir truplum umstøðum, og uppiborið kann føroyska liðið nú rópa seg tað besta innan europiskar smátjóðir. Nú verður setningurin sjálvt finaluumfarið, har bestu smátjóðirnar í heiminum skulu dystast. Bestir í Europa www.ab.fo: Í dag skuldu vit aftur møta NSÍ. Ein skuldi trúð, at eftir fyrra dystin í ár, har vit spældu sum eitt hol í jørðina, kundu tað ikki blíva verri. Men gakk, tað gekk nógv verri. www.b36.fo: Tað koyrir við fullari hjá okkara monnum í løtuni. Triðju ferð upp í slag skuldu vit spæla truplan útidyst – hesa ferð í Gøtu – og triðu ferð upp í slag gjørdu vit tað, sum vit hava gjørt á útivølli alt kappingarárið. Vunnu! www.hb.fo: Fyrri hálvleikur var beinleiðis vánaligur frá okkara síðu, men við sannførandi avriki í øðrum hálvleiki, har menn vístu fyrimyndarligan stríðsvilja, fingu vit sett tingini uppá pláss og tryggja okkum øll 3 stigini. www.vikingur.fo: Miðskeiðis í hálvleikinum minkaðu vit til 2-1. Og tá ið tíðin var um at vera runnni javnaðu vit, men sum so ofta fyrr í ár, so hevði B36 neyðuga dómaratekki eisini hesuferð. Beiskt www.nsi.fo: NSÍ vann stórsigur á AB á Argjum í dag. Endaliga úrslitið var 0-7, men tað kundi eins væl verið størri. Dysturin í dag var besta dømi um, hvat hendir, tá alt riggar hjá øðrum liðinum og einki hjá hinum. www.nordlysid.fo: KÍ fekk eitt slag av uppreisn fyri slaka avrikið á Svangaskarði, men sat eftir við ongum, tá HB vann 2-1 sigur í Klaksvík. www.svimjing.com: So er Bergen Swim Festival 2014 avgreitt, og teir tríggir Pál Joensen, Magnus Jákupsson og Frans Johannesen stóðu seg bara væl. Tilsamans 9 finalur bleiv tað til, tær 12 ferðir teir luttóku, og sum heild svumu teir betri enn sína styrkismeting. Heimasíðurnar skriva: Ítróttar klumman Jákup Mørk ■ Tað er lættari at prógva at Sigmundur Brestisson leyp yvir 20 metrar um eina gjógv i Skúvoy, enn tað er at vinna á B36 ( Víkingur - B36 ) Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2: ítróttur ítróttartoymið Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen endaðu á 20. Og 21. Plássi til HM Rannvá G. Fossaberg Føroysku liðini, sum luttóku í HM kappingini í estetiskum fimleiki um vikuskiftið var kvinnuliðið Hulda og unglingaliðið Alda, sum bæði hava vunnið sær atgongd við at gerast føroyameistarar fyrr í hesum mánaðinum. Leygardagin vóru tey bæði føroysku liðini á gólvinum í stóru høllini í Moskva, og sum heild stóðu føroysku liðini seg væl. Unglingaliðið bleiv saman­lagt nummar 20 av 24 liðum, men tíverri var teirra framførsla merkt av ymsum feilum. – Framførslan gekk nøkun­lunda, men har vóru nógv smá kiks. Tær endaðu sum nummar 20 av 24, beint eftir besta liðið hjá Danmark. Hóast tær vunnu greitt í Føroyum, so skal meira arbeiði til yngru liðini, siga teir føroysku dómararnir,  um vit skulu gera okkum vónir um at koma við har, sum tað er stuttligt at vera, sigur Eyð Strøm, venjari. Kvinnuliðið bleiv nummar 21 av 29 liðum, og tað úrslitið er høvuðsvenjarin stak nøgd við. – Framførslan gekk ordi­ liga væl. Tær hava ongantíð framført so væl fyrr, so vit, eg og Jóna, sum er hjálpar­ venjari, eru sera væl nøgdar. Og somuleiðis er hetta besta úrslit nakrantíð til HM. Vit eru sera stutt frá mið­bólk­ inum, sum eisini var okkara mál. So jú, vit eru sera væl nøgdar í dag, sigur Eyð Strøm. Føroysku liðini fingu ávikavist 12,850 stig og 12,950 stig. Um vikuskiftið luttóku tvey lið úr Havnar Fimleikafelag í HM í estetiskum fimleiki. Kappingin fór fram í Moskva í Russlandi. Føroysku liðini endaðu endaðu á einum 20. Og 21. plássi