mánadagur 26. mai 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. mai 2014 · Nr. 59
ítróttur
Fingu besta úrslit nakrantíð
Hulda hjá Havnar Fimleikafelag gjørdist um vikuskiftið nr. 21 út av 29 í HM-kappingini í Moskva,
Russlandi. Hetta er besta HM-úrslit hjá føroyskum estetiskum fimleikaliði nakrantíð
Pætur Albinus
Mikudagin í síðstu viku settu
tvey estetisk fimleikalið hjá
Havnar Fimleikafelag kósina
ímóti russiska høvuðsstað
num, Moskva, har tey skuldu
umboða Føroyar í heims
meistarakappinging í estet
iskum fimleiki. Kvinnuliðið
Hulda og unglingaliðið Alda
høvdu vunnið sær atgongd
til HM-kappingina umvegis
FM-gull, sum tey bæði liðini
høvdu tryggjað sær fyrr í
hesum mánaðinum.
Hetta var fyrstu ferð, at
unglingalið eisini luttóku.
Kappingin
var
skipað
soleiðis, at kvinnur og ung
lingar
framførdu
annað
hvørt.
Við
í
kappingini
hjá
kvinnum vóru 28 lið og hjá
unglingum vóru 24 lið – í alt
lið úr 18 ymiskum londum.
Tveir føroyskir dómarar
vóru
eisini
við
í
HM-
kappingini.
Tær
vóru
Beinta Danielsen og Elna
Johannesen.
Spentar
Leygardagin var fyrsti kapp
ingardagurin, har føroysku
liðini skuldu luttaka. Jónvá
Ellingsgaard, sum er roynd
sum bæði venjari og fimleik
ari, og sum var við Huldu
hesaferð, var spent undan
kappingarbyrjan.
– Liðini bæði hava staðið
seg sera væl í heimakapping
ini og eru tí sera spentar at
vita hvussu langt tað røkkur
hesaferð.
Unglingalið
úr
Føroyum hava ikki luttikið til
heimsmeistarakappingina í
fleiri ár og tí er hetta ein sera
spennandi kapping, ið kann
geva eina nýggja ábending
um, hvar støðið liggur nú í
mun til fyri nøkrum árum
síðani, segði hon.
Søguligt úrslit
Fyrst av føroysku liðunum
á gólvinum leygardagin var
Hulda, kvinnuliðið. Teimum
gekst væl og á stigatalvuni
stóð 12,950. Hetta rakk til
eitt 21. pláss út av teimum
29 luttakandi, og er tað besta
úrslitið, sum eitt føroyskt
lið nakrantíð hevur fingið
í HM.
– Framførslan gekk ordi
liga væl. Tær hava ongantíð
framført so væl fyrr, so vit,
eg og Jóna, sum er hjálpar
venjari, eru sera væl nøgdar.
Og somuleiðis er hetta besta
úrslit nakrantíð til HM. Vit
eru sera stutt frá miðbólk
inum, sum eisini var okkara
mál. So jú, vit eru sera væl
nøgdar í dag, segði Eyð
Strøm, venjari, stutt eftir
framførsluna.
Russiska liðið Madonna
vann kappingina hjá kvinn
um.
Royndu seg
Næstar á gólvinum, og beint
aftaná tær eldru úr sama
felagi og landi, var unglinga
liðið Hulda. Hetta var fyrstu
ferð, at eitt føroyskt ung
lingalið luttók í HM, og tað
spældi bara rættiliga væl av.
Við 12,850 stigum gjørdust
tær nummar 20 út av 24
londum.
–
Framførslan
gekk
nøkunlunda, men har vóru
nógv smá kiks. Tær endaðu
sum nummar 20 av 24, beint
eftir besta liðið hjá Danmark.
Hóast tær vunnu greitt
í Føroyum, so skal meira
arbeiði til yngru liðini, siga
teir føroysku dómararnir, um
vit skulu gera okkum vónir
um at koma við har sum tað
er stuttligt at vera, segði Eyð
Strøm eftir framførsluna.
Russiska liðið Victoria
vann kappingina hjá ung
lingum.
Gott val
Jónvá Ellingsgaard metir, at
tað var eitt gott val at senda
føroyskt unglingalið til HM-
kappingina.
– Fyri okkum haldi eg
at tað er eitt gott val, tí tað
gevur unglingunum nakað
størri at arbeiða fram ímóti
og kann hjálpa teimum við
at taka seg enn meiri fram.
Kvinnurnar hava verið við
hvørt ár í fleiri ár nú og
kunnu allatíð miðja eftir at
koma eitt ella fleiri pláss
longri fram fyri hvørja ferð,
tí tær kenna støðið, men
um vit í framtíðini ynskja
at blíva enn betri, er tað um
ráðandi at hækka støðið hjá
teimum yngru enn meiri
soleiðis at vit kunnu røkka
betri og betri plássum, sigur
Jónvá Ellingsgaard og heldur
fram:
– Tað er eisini ofta í ung
lingaaldrinum, at vit síggja
at íðkarar fella frá og velja
onnur ítriv fram um, so um
HM-luttøkan kann økja um
áhugan at halda áfram at
íðka fimleik og fáa fleiri ung
linga- og kvinnulið, so er tað
heilt greitt nakað gott við
hesi luttøkuni, metir hon.
Troyttar
Jónvá er væl nøgd við kapp
ingarárið hjá fimleikarunum,
sum nú er at enda komið, og
nú metir hon ætr allar vera
troyttar.
– Ein langur vetur við
nógvari venjing er nú komin
at enda og fimleikararnir eru
nú sera troyttar og treingja
til eina góða summarferiu.
Haldi tó, at allar eru sera væl
nøgdar við úrslitini og hava
notið hetta fimleikaárið og
túrin í Moskva. Fimleikurin
byrjar aftur seint í summar
og tá ætla vit at dýkja á
aftur við venjing, tí nú hava
vit enn meiri at meta okkum
eftir, so vit kunnu royna at
økja um støðið, sigur Jónvá
Ellingsgaard.
Føroyska ferðalagið, ið
taldi 29, verður aftur í Føroy
um í dag.
albinus@sosialurin.fo
Estetiskur fimleikur
Fimleikarar í HM:
Føroysku liðini:
Unglingaliðið Alda:
Jonna Hansen, Barbara
Ellendersen, Marita Káradóttir
Petersen, Ronja Hentze
Hardlei, Sára á Lakjuni, Jórun
Sofía Árnadóttir, Turið Kruse
Johannesen og Anja Petersen
Venjari er Eyð Strøm
Kvinnuliðið Hulda:
Anna Helena Ejdesgaard, Elsa
Anna Mohr, Barbara Debess
Eiriksfoss, Ásvør Lognberg,
Svanna Poulsen, Jóhanna
Sofía Nolsøe, Súsanna
Katrina Nolsøe, Bjarta
Jansdóttir, Katrin Wardum
og Jónvá Ellingsgaard
Venjarar eru Eyð Strøm
og Jóna Hvannastein