Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 26. mai 2014 · Nr. 59 ítróttur hondbóltur Ungu menninir í verjuni hjá B36, ið spæla sum vaksnir menn. Hørður Askham og Andrias H. Eriksen hava saman við B36 nógv rós uppiborið. Sjálvmál av Víkingi, at teir ikki fluttu dystin til kl 17.15 ella 17.30. Úrslitið hevði verið væl fleiri áskoðarar frá KÍ-HB og Skála-EB/Streymi, umframt at dysturin hevði verið beinleiðis á Rás2. Tað hevði givið fult ljós á topp­dystin, sum tá hevði staðið einsamallur á skránni kl 17.15/30. Siggi ilskast um drál Eftir dystin ilskaðist Sigfríður Clementsen inn á, at B36 drálaði so nógv. Aftursvarið hjá Sámal Eriki Hentze var, at um Víkingur gýppaði minni, so hevði Tórður Thomsen kunna spælt bóltin út skjótari. Segði nakar »Mind games«? hjá Víkingi brast. Geza Turi skuldi havt tikið skotið, men sigur væl ein stóran part um søguna hjá hesum báðum lið­ num higartil í kappingini. B36 verjan stendur stinn Í seinna hálvleiki trýsti Víking­ur fyri at fáa okkurt burtur­úr dystinum. Teir fingu eitt flott mál, tá Hanus Jacobsen sendi bóltin innfyri til Finn Justinussen, sum stút­aði hann í kassan. Eina løtu stóð nógv á, men B36 kundi eins væl havt avgjørt alt áðrenn seinasta bríksl, tá Geza Turi enn eina ferð kom ov langt út úr málinum, men hesa ferð Adeshina Lawal skeivu loysnina, tá hann skjeyt sjálvur heldur enn at spæla Lukasz Cieslewicz. Víkingur hevði bóltin í mál­inum í yvir tíðini, men talan var um rangstøðu. Sum skilst á fólki, ið sóu støðuna væl, so var Bárður Hansen heilt víst rangstaddur í støð­ uni. Víkingur vildi eisini hava brotsspark móti endnaum, nakað, sum Sigfríður Clement­sen, venjari hjá B36, eisini vísti á. Her var mett, at eitt skot frá Hanusi Jacobsen end­aði á arminum á einum B36 arar. Helst hevði talan verið um brotsspark í bíligari end­anum. Í miðvejruni hjá B36 spæla tveir ungir mans, sum hvønn dag prógva, at teir hoyra heima í bestu deildini. Hørður Askham og Andrias H. Eriksen tók ímóti næstan øllum, sum Víkingur sendi eftir teimum. Stórt rós til ungu menninarnar. FM ball í Havn Hetta vikuskiftið staðfesti tað, sum tey flestu mundi hava eina hóming av. Tað verð­ur FM ball í Gundadali í oktobur. Spurningurin er bara um tað verður í B36 hús­ inum ella HB húsinum? trondur@sosialurin.fo 5 Tórður Thomsen Kundi einki gera við málið hjá Víkingi, men var annars sera tryggur í øllum, sum hann gjørdi. Kom væl út og tað sá so leikandi lætt út, men talan er tá um gott málmansspæl. 3 Høgni Eysturoy Enn eitt miðal avrik høgra bakkinum. Einsamalla málið hjá Víkingi kom frá hansara síðu, men annars er ringt at seta fingurin á nakað hjá Høgna. 5 Hørður Askham Spældi sum ein brandur í miðverjuni. Stórur og sterkur og tað kom Finnur at kenna á sín kropp. Rann eisini Philip Djordjevic upp, tá hesin var leysur móti málinum. 5 Andrias H. Eriksen Mennist í hvørjum og vísti aftur hesa ferð, at tað var rætt at geva honum møguleikan. Breyt væl úr verjuni og tók móti Víkingunum longur frammi á vøllinum. 3 Alex Mellemgaard Er sterkur á bóltinum og sleppur sum oftast úr trupulleikunum við sínum góða bóltførleika. Hevði onkrar minni góðar støður í verjustøðu. Samanlagt eitt miðal avrik. 3 Klæmint Matras Stríddist til beinini ikki kundu meir. Avrikið hesa ferð var meiri sannførandi enn móti eitt nú NSÍ. Tykist koma seg fyri hvønn dyst, nú hann er byrjaður aftur. 4 Róaldur Jakobsen Hevði sama stóra týdning, sum hann altíð hevur fyri framrættaða spælið. Tryggur á bóltinum og vann miðvøllin saman við Klæminti og Lukasz. Segði nakar landsliðsform? 3 Hanus Thorleifsson Átti lut í uppspælinum til 1-0 málið og spældi ein góðan dyst. Er ikki á toppinum, sum vit hava sæð hann fyrr, men hann kennir sína uppgávu og røkir hana væl. 2 Rasmus Dan Sørensen (Inn 71.min) Er ein stríðsmaður og tekur fleiri tvídystir fyri liðið, men manglar enn at fáa framrættaða spælið at rigga. 2-talið er ikki fyri manglandi ágrýtni, tí tað er tað nokk av. Dagsins spælari Lukasz Cieslewicz 5 Skuldi trú hann var dómari, sum hann brúkti seg, men spældi enn eina ferð ein avgerandi leiklut. Legði upp til tað fyrra málið og skoraði tað seinna málið. 4 Adeshina Lawal Skoraði tað fyrsta málið og kundi havt økt í seinna hálvleiki. Skuldi heldur havt spælt til Lukasz í støðuni. Heldur væl upp á bóltin og hevur enn eina ferð ein avgernadi leiklut. 2 Sandri Færø (Inn 71.min) Kom inn á vinstra vongi, men tað kom lítið burturúr í framrættaða spælinum. Gjørdi tó sítt við at stríðast og halda Víkingi frá at skora. spælarameting Myndir: Álvur Haraldsen Víkingur Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen ■, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus (Sølvi Vatnhamar, 46.min), Súni Olsen – Philip Djordjevic (Sámal Jákup Joensen, 67.min ■), Hallur Hansson, Heðin Hansen (Gunnar Vatnhamar, 80.min) – Finnur Justinussen B36 Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras(Eli F. Nielsen, 88.min) – Rasmus Dan Sørensen (Sandri Færø, 71.min), Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson – Adeshina Lawal 1 til 6 Jóannes Niclasen: B36 fjeppari Dubuletin var lødd og so er nemt at skjóta skurar enn eina ferð, ein fyri allar HVÍTIR! Koyr á B36