mánadagur 26. mai 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. mai 2014 · Nr. 59
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Jóannes Hansen
Tá ið Ransin N. Djurhuus
bríkslaði fyri síðstu ferð á
Skála í gjár, var tað týðuligt,
at hvørgin parturin var
nøgdur við úrslitið. 1-1 var
ikki tað, sum Skála og EB/
Streymur
høvdu
ætlað.
Heimaliðið hevði sæð møgu
leikan at vinna fyri fyrstu
ferð í ár, og gestirnir úr
Sundalagnum roknaðu hetta
sum møguleikan at lyfta seg
aftur eftir eyðmýkingina
mikukvøldið í fyrru hálv
finaluni á útivølli ímóti
Víkingi.
Hans Pauli Samuelsen
umsetti brotsspark til mál,
og stutt eftir umsetti Ólavur
Mikkelsen frísparksinnlegg
til mál. Harvið var miðskeiðis
í 1. hálvleiki 1-1, og soleiðis
varð tað.
Skála miðverjin Pætur
Dam Jacobsen, sum undan
farnu árini hevur spælt við
EB/Streymi, iðraði seg:
– Sambært leikgongdini
er ikki so nógv at siga til javn
leikin. Hjá okkum verður tað
tungt, um vit ikki megna at
vinna fulla úrtøku. Vit halda,
at tað ber til, men enn hava
vit ikki prógvað fyri okkum
sjálvum, at tað ber til. Tað er
neyðugt, at vit gera tað, um
vit skulu vinna okkum upp
um niðurflytingarstrikuna.
EB/Streyma veteranurin
Egil á Bø harmaðist um, at
hann og liðfelagarnir ikki
vunnu fulla úrtøku:
– Serliga í 2. hálvleiki
høvdu vit yvirvág, og tað
hevði einki forgjørt verið í
tí, um vit vunnu 3-1. Tíbetur
er lagið framvegis gott, og eg
ivist ikki í, at tá ið alt kem
ur til alt, so fara vit at vinna
triðja
plássið.
Tey
bæði
fremstu plássini eru havnar
feløgini longu farin avstað
við, helt Egil á Bø.
joannes@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Lagið var gott hjá argjafólki
undan dystinum ímóti NSÍ
sunnudagin, har fótbólts
líkindini vóru framúr og
vónirnar góðar eftir ein
4-1-stórsigur ímóti ÍF eina
viku
frammanundan.
Neyvan mundi nakar gruna,
at ein sonn eyðmýking var
fyri framman, men tað var
júst tað, sum eitt NSÍ-lið, ið
hóast gott spæl var uttan
sigur í seks umfør á rað,
borðreiddi við á Argjum.
Dreymabyrjan
Valla mundu øll havt sett
seg, tá ið Klæmint A. Olsen
hevði lagt NSÍ á odda longu
í 6. minutti. Smáar tíggju
minuttir seinni var hann
aftur á blettinum og stútaði
eitt innlegg í málið, og á odda
2-0 eftir bara einum korteri
mátti sigast, at NSÍ hevði
fingið eina dreymabyrjan.
At
leggja
trýst
langt
frammi á vøllinum og at
bróta ígjøgnum á vongunum
var greiða ætlanin hjá NSÍ,
og hetta fekk av álvara AB til
at standa á halunum – og tað
kom at kosta enn meiri. Tá
ið fyrri hálvleikur var hálv
runnin var Jógvan Isaksen
hjá AB óheppin við at senda
bóltin í egið mál, tíggju min
uttir fyri steðgin økti Andy
Ó. Olsen til 4-0 og fimm
minuttir seinni var tað Árni
Frederiksberg, sum gjørdi
tað til 5-0. Henda ótrúliga
hálvleiksstøða var úrslit av
góðum og vánaligum spæli
frá ávikavist NSÍ og AB. NSÍ
gjørdi júst sum teimum lysti
og spældu seg til ein heilan
hóp av bóltum inn í málfeltið,
har AB í fimm førum mátti
gjalda kostnaðin fyri iva
somum uppruddingararbeiði
bæði í verju og helst serliga á
miðvøllinum.
Klæmint streyk avstað
Hóast AB byrjaði seinna
hálvleik betur og eitt nú
Jobin Drangastein hevði risa
møguleika at pynta um støð
una, so gekk tað ikki leingi
áðrenn mynstrið aftur vísti
seg við at NSÍ mynstraði seg
betur ígjøgnum. Og serliga
var tað Klæmint A. Olsen,
toppskjúttin í Effodeildini í
fjør, sum útmerkaði seg og
kleiv nøkur stór fet mótvegis
at endurvinna henda heið
urin í ár.
Tá ið seinni hálvleikur
var hálvrunnin var hann
aftur hægstur á innleggi og
við miklari fer stútaði bóltin
í málið, áðrenn hann nakrar
minuttir seinni sendi eitt
fríspark beinleiðis í málið.
Endaliga úrslitið gjørdist 7-0
til NSÍ og við fýra málum er
Klæmint A. Olsen nú greiður
toppskútti í Effodeildini við
10 málum í eins nógvum
dystum.
Eingin umbering
Eftir dystin høvdu brøðurnir
hjá AB, Heðin og Jónas
Stenberg onga umbering fyri
skrædlinum.
– Tað er so nógv, sum
gongur galið í dag, og tað er
trupult at seta orð á júst hvat
tað er, segði Jónas Stenberg
eftir dystin.
– Vit royndu at fara upp
at trýsta NSÍ, men tað riggaði
ikki so væl í dag. Eg haldi, at
NSÍ dugdi væl at spæla seg
ígjøgnum trýstið og at fáa
málmøguleikar, segði Jónas
áðrenn bróðurin, málverjin
Heðin, tók undir:
– At fara sjey ferðir inn
í málið eftir bóltinum, tað
havi eg ongantíð roynt áður,
segði Heðin.
albinus@sosialurin.fo
Tóm kensla á SkálaKlæmint
klamsaði AB
(1-1) 1-1
(0-5) 0-7
0-1: Hans Pauli Samuelsen br 18.
1-1: Ólavur Mikkelsen 25.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
0-1: Klæmint A. Olsen 6.
0-2: Klæmint A. Olsen 15.
0-3: sjálvmál 23.
0-4: Andy Ó. Olsen 35.
0-5: Árni Frederiksberg 40.
0-6: Klæmint A. Olsen 67.
0-7: Klæmint A. Olsen 72.
Dómari: Rúni Gaardbo
Skála Mark Ryutin – Jákup Jacobsen, Pætur Dam
Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen –
Holgar Durhuus (Uni Jacobsen, 88.), Ólavur Mikkelsen
(Karstin Justesen, 78.), Andras Frederiksberg, Edvin
Jacobsen, Jákup Johansen ■ – Brian Jacobsen ■
EB/Streymur René Tórgarð – Jónas þór Næs, Egil
á Bø, Marni Djurhuus (Høgni Madsen, 81.), Rógvi E.
Nielsen – Gert Hansen, Niels Pauli Danielsen (Brian
Olsen, 70.), Pól Jóhannus Justinussen – Leif Niclasen,
Gunnar Zachariasen, Hans Pauli Samuelsen
AB Heðin Stenberg – Martin Midjord (Jobin
Drangastein, 46.), Jógvan Isaksen, Dmitrije
Jankovic, Beinir Ellefsen – Bárður Olsen ■,
Kári Nielsen ■ – Hørður M. Mohr (Magnus Egilsson,
77.), Jónas Stenberg, Sorin Anghel – Leivur Holm
Joensen ■ (Jóan Símun Edmundsson, 53.)
NSÍ Andras Gango – Jónhard Frederiksberg,
Jens Joensen, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv
– Magnus H. Olsen (Haraldur R. Højgaard, 73.),
Sjúrður Jacobsen - Andy Ó. Olsen (Debes Danielsen,
69.), Jann Martin Mortensen (Jákup Andr. Gaardbo,
83.), Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen
Var tað Argja Bóltfelag ella
Argja Róðrafelag, sum hevdi
opið hús í dag?
Besta
SMS
Fótbóltssendingin
Triði hálvleikur á Rás2
EB/Streyms spælið minnir nógv
um tað hjá Manchester United
– skuffandi!
Besta
SMS
Fótbóltssendingin
Triði hálvleikur á Rás2
Steingrím Jacobsen: Skála fjeppari
Eftir teir fyrstu 10 dystirnar tykjast nervarnir at verða burtur og spælið er
til tíðir heilt gott. Tó manglar bert tann avgerandi parturin - málskjótingin!
Vónandi kemur hesin síðsti parturin uppá pláss heilt skjótt, tí liðið er avgjørt
ikki verri enn hini!!
skála
Rógvi Dam: EB/Streymur fjeppari
Vit tóku ikki av í dag, ikki nóð gott, eitt stig kunnu
vit ikki brúka til nækað, næsta dyst skullu vit vinna.
Saman standa vit sterk
eb/Streymur
Bárður Olsen: AB fjeppari
NSÍ kom til opið hús á argjum í dag kann sigast. Tað var pínligt at síggja
hvussu illa tað gekk i dag og hvussu lætt tað var borðreitt fyri gestunum
í dag, ikki tað at teir vóru so nógv betur heldur tað, at vit raktu dagin so illa.
Hettar klára tit betir dreingir kom so, trúgvi uppá tað!!
Koyr á AB
John Andersen: NSÍ fjeppari
Sex in the city + 1 !!! ...Er tad nakar møguleiki fyri at forleingja karantenuna
hjá Trygva Mortensen?
Koyr á NSÍ
Bæði skálamenn og teir í EB/
Streymi kendu seg hava mist tvey
heldur enn at hava vunnið eitt stig
AB mátti venda rygg til størsta tapið í ársins útgávu av Effodeildini,
tá ið NSÍ vitjaði á Argjum sunnudagin. Klæmint A. Olsen var
við fýra málum høvuðssniðgevin handan 7-0-stórsigurin hjá
NSÍ og er hann nú greiður toppskjútti í Effodeildini