mánadagur 26. mai 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. mai 2014 · Nr. 59
ítróttur
Jóannes Hansen
Tað gekk, sum tað plagar.
Hóast HB altíð er við í
kappingini um FM, og hóast
KÍ nógvu tey seinnu árini
hevur ligið tungt í sjónum, so
hevur klassikarin í Klaksvík
millum javnaldrarnar altíð
verið intensur og spennandi.
Úrslitið plagar at koppa HB
til fyrimunar, og soleiðis var
tað eisini í dag.
HB vann 2-1, og týdningar
miklastu
lyklaspælararnir
hjá HB vóru størstu orsøkir
nar til, at tað tørnaði soleiðis
út, sum tað gjørdi.
Eftir horna og eitt sindur
av
aftur
og
fram
setti
Rodrigo úr stuttari fjarstøðu
hol á fyri heimaliðið. Tá var
ein hálvur tími farin, og
løtuna fram ímóti steðginum
hevði KÍ møguleikar at økja
um leiðsluna.
At tað ikki eydnaðist
komst fyrst og fremst av,
at Teitur Matras Gestsson í
HB málinum enn eina ferð
stórbjargaði í lyklastøðum.
Í øðrum førinum var tað, tá
ið Ndende, sum hesa ferð
var miðverji, við høvdinum
stýrdi bóltin ímóti málinum
eftir hornaspark. Í seinna
førinum var tað, tá ið Teitur
M. Gestsson vann tvídystin
við Páll A. Klettskarð, sum
var liðformaður hjá KÍ, nú
Hjalgrím Elttør var skaddur.
Páll varð spældur púra
blankur mitt fyri og stutt
frammanfyri
miðstrikuna.
Hann hevði allar møguleikar
at skora, og hann hevði góða
tíð. Men Teitur M. Gestsson
stórbjargaði við fótinum.
Hvussu tað hevði tørnað
út, um KÍ í hesum førinum
hevði økt um leiðsluna, er
spurningur, sum ongantíð
verður svaraður.
HB broytti uppstilling
stutt eftir steðgin, og tá var
spælið væl betri, enn tað
hevði verið. Levi Hanssen
varð settur inn á verjukenda
miðvallarplássið, og so vóru
Heini Vatnsdal og Fróði
Benjaminsen frammanfyri
hann. Í 1. hálvleiki vóru teir
báðir aftanfyri og Christian
R. Mouritsen frammanfyri.
Í skiftingini varð Christian
fluttur í høgru, Kristin varð
fluttur úr høgru og í vinstru,
og Símun Samuelsen, sum
var millum teir fyrstu ellivu
fyri fyrstu ferð í ár, tí Andrew
av Fløtum var skaddur, fór
av vøllinum.
Í framrættaða partinum
var stóri munurin – sum so
mangan fyrr – Fróði Benjam
insen. Hann skoraði bæði HB
málini í støðum, sum sjáldan
bera mál við sær. Í fyrra
førinum sendi hann bóltin í
málið næstan av baklinjuni í
høgru og dygst inn við nærra
stólpanum og upp í nettakið,
og í seinna førinum var tað
við framúr fluktara av brots
teigarmarkinum, eftir at KÍ
verjan hevði roynt at stúta
bóltin út frá.
KÍ miðvøllurin var mann
aður av nýggjur, og Eyðun
Klakstein segði seg vera
nøgdan við avrikið hjá sínum
monnum:
– Hetta gav einki stig,
og tað er vónbrot. Vit vóru
mannaðir við fimm monn
um, sum ikki plaga at vera
millum teir fyrstu ellivu. Teir
vístu fínan hugburð, og vit
spældu okkum til møguleik
arnar, sum áttu at borið stig
við sær. Tíverri eydnaðist tað
ikki, men hetta gevur mót
eftir skommina á Toftum,
segði KÍ venjarin.
HB
venjarin
Heðin
Askham
var
fegin
um
sigurin, og hann gav Fróða
Benjaminsen
kreditt
fyri
málini:
– Leikliga avrikið í 1. hálv
leiki var ikki gott, tí vit vóru
ov slappir. Eftir steðgin var
tað væl betri, og málini hjá
Fróða vóru framúr góð. Eg
haldi, at tað var óheppið, at
vit ikki vóru frammanfyri
meiri enn 2-1, tá ið dómarin
bríklsaði fyri síðstu ferð,
heldur HB venjarin Heðin
Askham.
joannes@sosialurin.fo
Fantastiski Fróði ber
favorittarnar fram
(1-0) 1-2
1-0: Rodrigo Silva 29.
1-1: Fróði Benjaminsen 50.
1-2: Fróði Benjaminsen 74.
Dómari: Lars Müller
fótbóltur
Fróði er sum víni, gerst betri og
betri við árunum. Fantastiskur
Besta
SMS
Fótbóltssendingin
Triði hálvleikur á Rás2
KÍ Meinhardt Joensen – Jóhan Jacobsen,
Ndende Adama Guéye, Sørmundur Kalsø,
Heðin á Lakjuni – Ivan Joensen, Ísak Simonsen ■,
Heðin Klakstein (Gunnar Christiansen, 87.)
– Álvur F. Christiansen (Rudolf Eliasen, 90.),
Páll A. Klettskarð, Rodrigo Silva
HB Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen,
Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Pál Mohr
Joensen ■ – Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal
– Kristin R. Mouritsen (Poul Ingason, 90.),
Christian R. Mouritsen, Símun Samuelsen
(Levi Hanssen, 55.) – René S. Joensen ■
Kristian Joensen: KÍ fjeppari
HB megnadi uppiborið at knógva einum eykaliði hja KÍ. Ndende var
fantastiskur, men HB hevur Fróða Benjaminsen. So leingið toftamaðurin
verður í HB, so verða teir meistarar. Stuttligt at síggja at KÍ leikarnir bardust
sum menn. Nu verður Norðoyastevna, eg ottist. men koyr á KÍ
Koyr á KÍ
Allan Enghamar: HB fjeppari
3 stig móti einum væl kempandi KÍ-liði! Fantastiskt!
Tað er bara ein Captain Fantastic í heiminum
Koyr á HB
Óroynda KÍ kendi ikki sína vitjunar
tíð, og so syrgdu Teitur og Fróði
fyri, at HB aftur vann í Klaksvík
Myndir: Álvur Haraldsen