mánadagur 26. mai 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Sildavalsurin stjórnaður úr Danmark og ES
Høgni Hoydal
Hvat hevur tað ikki kostað
okkum ígjøgnum árini í
mistum inntøkum og menn
ingarmøguleikum, at sam
bandspropagandain
so
støðugt billar okkum inn, at
vit eru í einum sonevndum
“ríkisfelagsskapi”? Sum bert
er eitt uppfunnið smyrsl om
an yvir ein hjálandaveruleika,
har eitt annað land tekur
avgerðir um okkara áhuga
mál og framtíð, uttan at vit
nakrantíð hava góðtikið tað.
Í mong harrans ár noktaði
Danmark
við
stuðli
frá
sambandsmeirilutanum
á
løgtingi at flyta føroyska
fiskimarkið út. Tí Danmark
hevði avtalað við bretar, at
teir kundu fiska inn í klettin
við Føroyar. Afturfyri fekk
Danmark
fríhandilsavtalu
við Bretland, har smør, ostur
og svínakjøt kundu seljast
uttan toll og geva stórar inn
tøkur til Danmarkar.
Tað sama var við loft
rúminum og undirgrundini.
Tíggjutals ár, har gjøldur varð
gjørt burturúr krøvunum
hjá loysingarrørsluni at taka
ræðið á egnum landi og til
feingi. Áhugamálini hjá Dan
mark og undirbrotligheitin
hjá sambandsmeirilutanum
í Føroyum hava støðugt
forðað og seinkað og arbeitt
har ímóti.
Og nú endurtekur søgan
seg á so mongum økjum.
Danmark boykottar
og trýstir Føroyar at
slaka í sildamálinum
Í løtuni eru ein triðingur
av føroyska útflutningum
(makrelur og sild) boykott
aður av ES og av Danmark,
sum formliga hevur ræðið
á
føroyskum
uttanríkis
politikki. Í hesi tilgongd og í
hesum átøkum, sum lutfals
liga eru harðastu handilsligu
revsitiltøk, ið hava verið sett
ímóti nøkrum landi frá ES,
hevur Danmark á ongan
hátt røkt føroysk áhugamál.
Danmark røkir síni egnu
áhugamál og áhugamálini
hjá ES. Tað sigur seg sjálvt.
Tað løgna er bert, at okkara
landsstýri spælir við.
ES og Danmark eiga ikki
rætt til ein stert ella eina
roðslu av eini Norðhavs
sild. ES gjørdist av órøttum
eitt strandaland til Norð
havssildina, tí at Danmark
umvegis ein føroyskan sam
bandsløgmann
(Edmund
Joensen) slapp til borðið at
samráðast. Edmund Joensen
bað Danmark koma til borðið,
tí at nu skuldi tann sonevndi
“ríkisfelagsskapurin” hjálpa
føroyingum
í
samráðing
unum. Ùslitið varð, at Før
oyar fingu minni kvotu enn
tað, ið lá á borðinum framm
anundan, at Edmund Joensen
leitaði sær til “ríkisfelags
skapin”. Meðan Danmark
tryggjaði, at ES fekk størri
kvotu enn Føroyar.
Og síðani hevur Danmark
so saman við ES boykottað
Føroyar orsakað av okkara
egnu ásettu kvotu av Norð
havssild. Ein ólóglig og vit
leys framferð ímóti eini tjóð,
sum longu hevur kostað
okkum stórar upphæddir.
Men hava tit nakrantíð hoyrt
Danmark – sum hevur tikið
sær ræðið at reka okkara
uttanríkispolitkk – siga, at
hetta er ólógligt, órættvíst
og óhoyrt?
Nei, tvørturímóti. Síðani
hevur Danmark ligið oman á
okkara sambands-landsstýri
– ikki oman á ES. Tey krevja,
at landsstýrið skal lækka
okkara kvotu av Norðhavsild
munandi – og afturfyri skulu
tey so sleppa boykottinum.
Og alt bendir á, at lands
stýrið fer at boyggja seg fyri
hóttanunum og trýstinum úr
Danmark og ES. Tí her eru jú
hundraðtals
milliónavirði
uppá spæl.
Og hetta er sama
sambandslagið í
øllum okkara uttan
ríkismálum...
Hetta er bert enn eitt lýsandi
dømi um, at bert har vit
sjálv taka ábyrgd, kunnu vit
røkja okkara áhugamál úti
í
heimi.Sum
sjálvstøðugt
land, høvdu vit als ikki verið
boykottað ella brúkt so stóra
orku til uttanumtos og fjas
til tess at verja Danmark.
Og støða okkara er eins
undirbrotlig á øllum øðrum
uttanríkispolitiskum økjum.
Vit kunnu bert taka tey mest
áleikandi dømini:
•
Í løtuni eru stórar remb
ingar í Evropa orsakað av
ófriðinum ímillum Russ
land og Ukreina. Hetta
hevur
sjálvsagt
eisini
stóran týdning fyri Før
oyar, men Føroyar hava
onga rødd, onga mein
ing og onga ábyrgd. Og
føroyskir myndugleikar
verða enn ikki eftirspurd
ir, hóast tað er ásett í tí
sonevnda Fámjins-skjal
inum.
•
Í Norðurhøvum og í Arkt
iska økinum verða stórar
avgerðir tiknar og áhuga
mál hjá stórveldum og
stórfyritøkum verða røkt
og staðfest. Men Føroy
ar hava onga rødd, onga
avgerð og onga ábyrgd. Og
vit taka ongan veruligan
lut í teimum uttanríkis
politisku
avgerðunum.
Landsstýrið
roynir
at
bidda um at sleppa at sita
undir liðini á donskum
ráðharrum
á
onkrum
fundum – og at umboða
Danmark í onkrari “arkt
iskari strategi” hjá Dan
mark(!). Hetta hóast vit
liggja í miðjuni á hesum
ovurstóra øki, sum í alt
størri mun gerst ein av
heimsins brennideplum
tá ræður um tilfeingi,
siglingarleiðir, trygd og
verju.
•
Allar royndir at gera
nýggjar handilssáttmálar
og at styrkja okkara sam
starvsmøguleikar við um
heimin og okkara næstu
grannalond verða steðg
aðar og forðaðar av, at
Føroyar ikki hava ræðið á
egnum uttanríkispolitikki
og ikki kunnu gera egnar
avtalur.
Tað hevur sjáldan verið
meira eyðsýnt, at føroying
ar eiga at taka ræðið á
og ábyrgd av sínum egna
uttanríkispolitikki, trygdar
politikki og verjupolitikki.
Øllum eigur at standa greitt,
at tað er bert tað arbeiðið, ið
vit sjálv gera og sjálv gjalda
á uttanríkisøkinum, sum ger
nakran mun og kann skapa
okkum møguleikar millum
onnur.
Rundingur
Heri Mohr
Nógv er broytt, síðani økini
Lítla Álakersvík, Álaker, Ála
kersvík og Úti á Rundingi
vóru týðandi staðarnøvn í
okkara lítla býi.
Fyri 6 árum síðani gav
Tórshavnar býráð út bók
ina Tórshavnar býaratlas.
Í fororðinum er tilskilað,
at ”hetta er fyrsta heildar
skáseting av varðveitingar
verdum húsum og býarum
hvørvum í Havn.”
Perman á bókini er ein
mynd av Havnini, sum er
fingin úr einum sjókorti
hjá C. L. U. von Born í 1782.
Av hesum framgongur, at
úti á Álakeri hevur um tað
mundið verið ein REDOUTE.
Í lexikon lesa vit, at ein
Redoute er, ”et lukket for
svarsværk, der kan afgive ild
til alle sider.” Myndin vísir
eisini okkara gamla skansa,
sum varð bygdur í 1570-1580,
men ikki tann lítla skansan
(Skansagarð) úti á Reyni í
Tinganes.
Eftir hesum at døma hev
ur Havnin verið vard við
trimum skansum.
Í Føroyum búðu í 1782
4409 fólk harav 840 í Suður
streymoygjar prestagjaldi.
Í bókini ”Forsøg til en
Beskrivelse over Færøerne”
av Jørgen Landt, 1800, er
tilskilað, ”De seeneste Op
tegnelser, jeg har kunnet
overkomme over den fær
øeske Folkemængde, er hr.
Svabos fra Aaret 1782, og
efter disse…”
Tá ið føroyingar ein ferð í
1850-1860 fóru at framleiða
klippfisk – sum Christian
Pløyen,
amtmaður,
og
tríggir
føroyingar
høvur
lært í Hetlandi í 1839 –
brúkti havnarfólk helluna
og klettarnar á Álakeri til
turkipláss, og seinri varð økið
eisini brúkt til ríðipláss hjá
tí østrømska yvirklassanum
í Havn. Tað má vera frá
hesari tíðini, at staðarnavnið
Rundingur uppstóð Úti á
Álakeri. (Eg minnist, at fyri
uml. 80 árum síðani vóru
turkirammur til klippfisk úti
á Rundingi.)
Í mini-skaldsøguni Leo
nard og Leonora hjá Willi
ami Heinesen lesa vit, ”To
unge damer, den ene slank
og blond, den anden lille
og mørk. Begge i nymod
ens ridedragt. På vej ud til
Østrøms ridebane på Rund
ingen.
(…) Leonora og Liselotte
har været en ridetur i fjeldet
(…) Nede på Rundingen viser
solen sig igen (…)
Í okkara tíð er nógv
broytt: Alt økið ”Lille Aale
kier Viig, Aalekier Viig og
Aalekier Nes” er avbygt: El
verk, Skipasmiðjan, Fiska
centralurin, Bacalao, saltsilo,
oljutangar, stórt havnarlag
o.a.m. – Og Rundingur, sum
hevur (hevði) ein týðani tátt í
Tórshavnar søgu, er horvin.
Tann stóra runda salt
siloin sambygd við einum
stórum bygningi, er ogn hjá
kommununi.
Kommunan
hevur gjørt nógv við hesa
ogn, og til hetta hevur hon
brúktar nógvar milliónir. Nú
er ”saltsiloin” eitt príðiligt og
nossligt sjónárin – symbol – í
Tórshavnar havn og harvið
eisini í okkara býi. Og hendan
ognin stendur – ella kanska
so at siga – á Rundingi.
Vísandi til tað, her er skriv
að, loyvi eg mær við hesum
at mæla Tórshavnar býrað
til at geva saltsiloini við
uppíbygningi tað almenna
navnið ”RUNDINGUR”.
Latið ei søguna doyggja,
goymið hana so væl…
Enn einaferð hevur tann áhaldandi propagandain og mýtan um ein sonevndan “ríkisfelagsskap” kostað
okkum ovurstór virðir og mistar møguleikar. Fyrst orsakað av boykottinum hjá Danmark og ES ímóti einum
triðingi av okkara útflutningsvirði. Og nú, tí at Danmark og ES trýsta og hótta okkara sambandsstýri til at
sleppa okkara væl grundaðu rættindum til Norðhavssild afturfyri at taka tað ólógliga boykottið burtur