Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. mai 2014 · Nr. 59 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lógvabrestirnir rungaðu í Müllers Pakkhúsi, tá vinnandi uppskotið í stóru arkitektakappingini um mið­býin í Tórshavn varð avdúkað hós­dagin. Vinnarin gjørdist ZETA archi­tects við Ragnari Zachariassen og Søreni Yde Jensen. Á samkomu í Müllers Pakkhúsi hósdagin avdúkaði Heðin Morten­ sen vinnandi uppskotið, umframt uppskotið á øðrum og triðja plássi. Sjey uppskot komu inn. Umframt heiðurin fær vinnandi uppskotið 350.000 krónur. Dóms­ nevndin mælir samstundis til, at felagið ZETA architects verður tengt at kommununi sum ráðgevi í framhaldandi arbeiðinum at menna miðbýin í Havn. Um vinnandi uppskotið ZETA architects skjóta millum annað upp at taka niður forðingar og avmarkingar í miðbýnum, eitt nú nakrar grótgarðar. Niðasti partur av Tinghúsvegnum verður lagdur um soleiðis, at Tinghúsið fær frægari atgongd, samstundis sum Vaglið fær eitt víðari og dámligari skap. Við Vestaruvág er skotið upp at leggja nýtt mentanarhús á Skála­ trøð. Saman við havnar­lagnum skal hetta gerast eitt týdningarmikið rúm fyri mentan og list. Á økið við Eystaruvág er skotið upp at byggja íbúðir inn móti berginum. Tær verða lagdar soleiðis, at gongt er út á grønar tekjur. Sama er galdandi fyri uppskotið á Skálatrøð, har lendið partvíst verður endurskapað, sum tað einaferð var - nú í nýggjum líki. Havnará skal eisini verða latin upp á ávísum strekkjum fyri at fáa gamla og tiltikna áartutlið aftur í miðbýin. Projektuppskotið til Steinatún er býarkent og leggur dent á at skapa eitt nútíðar býarrúm. Samstundis eru her fleiri onnur átøk, sum stuðla upp undir ætlanina. Uppskotið vísir á eina ferðsluskipan, har tvær ljóskurvar, onnur beint eystanfyri og hin beint vestanfyri, gera tað lætt og trygt at ganga tvørtur um torgið. Verandi bygningurin sunnan fyri Steinatún fær eftir uppskotinum eina opna stovuhædd, har gongt er gjøgnum bygningin, og skotið verður upp, at hann fær eina eyka takhædd við trappurúmi løgdum uttan á verandi bygningin. Tær sveimandi hálvtekjurnar geva møguleika fyri, at fólk verða savnað undir tekjum, har tað verður turt, eitt nú hjá teimum, sum bíða eftir bussi, samstundis sum tekjurnar binda saman bygningar og býar­ rúm. Úr úrskurðinum hjá dómsnevndini 3. virðisløn Fyri uppskotið á triðja plássi verða latnar kr. 75.000. Í úrskurð­ inum hjá dómsnevndini stendur millum annað: Uppskotið vísir í myndum eina røð av hugskotum til, hvussu bøtt kann verða um ymisk støð í býnum. Til dømis er eitt teirra at byggja eitt nýtt hús móti Tórsgøtu á plássinum við býráðshúsið, eitt hús har báðar tær niðastu hæddirnar eru úr glasi og við skoti ígjøgnum, so at sól sleppur framat og útsýni verður út yvir Vesturbýin. Triðju virðislønina fær Kontrast, byggilist og byggifrøði við Mayfinni Norðoy, Onnu Trónd Hansen, Annie Heinesen og Lailu Simonsen 2. virðisløn Fyri uppskotið á øðrum plássi verða latnar kr. 150.000. Í úr­skurð­ inum hjá dómsnevndini stendur millum annað: Uppskotið greiður frá týdn­ inginum, tað hevur, at varðveita verandi dám og støddir í Havnini og at arbeiða út frá hesum grundarlagi. Hetta sæst í uppskotinum til eina bústaðabygging á Skálatrøð, sum í húsastøddum og tilfari vil fáa eitt samband við gamla býlingin úti í Bø. Tað sæst eisini í upp­skot­ inum til íbúðabygging og forn­ minnissavn í Álakeri. Her sæst, at uppskotssetararnir hava eina neyva fatan av byggimøguleikum í rúmd og tilfari. Aðru virðislønina fær MAP arkitektar við Heidi H. Poulsen, Rúna Abrahamsen, Ova Mortensen, Suna E. Jakobsen, Sverra Heinesen, Janusi Petersen og Steen Balle. 1. virðisløn Fyri uppskotið á fyrsta pláss­ ið verða latnar kr. 350.000. Í úr­ skurðinum hjá dómsnevndini stendur millum annað: Uppskotið spennir frá heildini niður í serlutir og myndar eina hugsjón um ein samanhangandi og fjølbroyttan miðbý. Uppskotið tekur støðu til býarætlan, byggilist, býarrúm og útbúnað, sum eigur at vera í býarrúmunum. Fyrstu virðislønina fær ZETA architects við Ragnari Zachariassen og Søreni Yde Jensen Um kappingina Tað var í januar 2014, at býráðið bjóðaði føroyskum arkitektum og arkitektavirkjum til eina hug­ skots- og prosjektkapping um mið­býin. Kappingin var býtt sund­ur í tvær høvuðsuppgávur - eina prosjektkapping um økið kring Steinatún, frá Kongagøtu oman til Sverrisgøtu, og eina heildarætlan fyri eitt ásett øki fyri allan miðbýin. Samlaða dømingin byggir á eina vektaða døming, har hugskotskappingin um heildar­ ætlanina fyri miðbýin telur 60 prosent í samlaðu dømingini, og uppskotið í prosjektkappingini um økið kring Steinatún telur 40 prosent. Ein dómsnevnd hevur seinastu dagarnar mett um uppskotini, sum komu inn. Í dómsnevndini hava sitið Gunnar Hoydal, sum í nógv ár var býararkitektur í Tórshavn. Føroyski arkitekturin Turið Mohr hevur eisini verið dómari. Og so hevur professarin á Københavns Universitet, Ellen Marie Braae, eisini mett um uppskotini, sum eru komin inn. Ellen Marie Braae hevur granskað innan býarskipan, og hevur drúgvar royndir sum dóm­ ari í arkitektakappingum. Hini í dómsnevndini eru Heðin Mortensen, borgarstjóri, Jógvan Arge, 1. vara­ borgarstjóri, Elin Lindenskov 2. varaborgarstjóri, Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri, Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, Súsanna á Dul, handilsleiðari í mið­býnum og Teresa Kreutzmann, leiðari á Kunningarstovuni. Nakrir ráðgevarar hava eisini verið knýttir at dómsnevndini sum serfrøðingar á serligum økjum. Henrik Dorn- Jensen frá Rambøll hevur ráðgivið um ferðsluviðurskifti, Malan í Jákupsstovu, lendisarkitektur um lendisviðurskifti, umframt býar­ skipanardeildin, tekniska deild og mentamáladeildin hjá komm­ ununi. Bárður Johannesen og Eyð Strøm á býarskipanardeildini hjá Tórshavnar kommunu hava verið samskiparar og skrivarar hjá dómsnevndini. Nú byrjar arbeiðið hjá býráðnum at fremja uppskotini í verki. Í røðu síni í Müllers Pakkhúsi segði Heðin Mortensen millum annað: - Lat meg siga beinanvegin, at vit, sum sita í býráðnum, leggja stóran dent á miðbýin. Vit eru farin undir eina skipaða tilgongd at menna hetta økið í býnum. Hetta sæst aftur í fíggjarætlanini fyri 2014, har býráðið hevur sett av pening til miðbýarætlanina umframt at peningur eisini er settur av til fríðkan av býnum, spælipláss í miðbýnum og gongugøtuna. - Íløgurnar eru stórar – tað vita vit. So nú skulu vit skulu finna neyðugu fíggingina. Men hetta sær Zeta vann kappingina um miðbýin Hósdagin varð vinnarin avdúkaður av arkitektakappingini um miðbýin í Havn. Her á síðunum vísa vit nakrar myndir úr vinnarauppskotinum hjá Zeta architects arkitektakappingin um miðbýin