Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-26, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. mai 2014 · Nr. 59 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Stendur býráðið ikki við sína egnu ætlan? Peder Riis-Jensen På in.fo ligger et foto af Nord­ ens Hus, hvor en tegning af dele af en ny musik­skole­ bygning er photoshoppet ind. Det er ikke særligt elegant gjort, og proportionerne er helt forkerte. I den ledsagende tekst for­lyder det, at et flertal i Tórshavnar býráð er kommet i tvivl, om Sortudíki er denne rette placering af en ny musikskole i Tórshavn. - Hvem er det, der er kommet i tvivl? - Må vi høre deres argumenter? Skolen bliver dyrere og dyrere siges det. - Er der gjort nye beregninger, siden byrådet før jul een­stem­ migt vedtog at sætte bygge­ projektet i gang? Det beboelseshus, som berøres af projektet har vel ikke direkte noget med musikskolebygningens placering at gøre? Medlemmer af byrådet er kommet i tvivl, om hvordan den nye musikskolebygning ”passer” til beliggenheden ved siden af Nordens Hus. - Det har været behandlet i Nordisk Råd, i Nordens Hus' bestyrelse, diverse fred­ningsmyndigheder og gen­tagne gange gennem de seneste år i byrådet – så, hvad er nyt? En projekt om bygning af ny og større koncertsal til Nordens Hus er der taget højde for i det nuværende projekt. Jordbundsundersøgelser er foretaget i Sortudíki og ind­kalkuleret i projektet. Hvis byrådet ikke har tillid til disse, kan man vel bare udbyde jordarbejdet separat og så se, om der sker væsent­ lige fordyrelser. Det er ikke alle, der synes, at det grønne område må ind­drages til musikskole med de nødvendige par­kerings­ pladser. - Men hvem er de? - Hvad er argumenterne? Spørgsmålene er mange? Men eet er sikkert. Det er på høje tid, at lokale­for­hold­ ene for Tórshavnar Musikk­ skúli bliver forbedret. Lad os få en ny musikskole nu! Ólastova, den 21 maj 2014 Hvussu skal Klaksvíkar Kommuna raðfesta barna- & ungdómsøkið? Jóhann Lützen Formaður í Trivnaðar­ nevndini Børn & Ung Klaksvíkar kommuna Ein fjølbroytt samanseting av persónum, sum eru og virka í og kring barna og ungdómsøkið í Klaksvíkar Kommunu, luttaka í hesum arbeiði. Talan er um á leið 140 persónar, sum umframt starvsfólk og fakfólk innan økið eisini fevnir heilt frá 10 ára gomlum børnum, for­eldrum og til eitt nú for­ mannin í KÍ. Fundir, verkstovur og hugbankar verða hildnir, har fólk út frá sínari vitan og royndum innan ymisku málsøkini leggja fram og skifta orð um hugskot og tankar. - Hvussu skal kommunan raðfesta fyri at skapa best møguligan trivnað, tryggleika og menning millum børnini og tey ungu í kommununi? - Hvørji virði og mál skal kommunan seta sær á hesum málsøki? - Hvørji tiltøk eru neyðug at raðfesta í hesum sambandi? Hetta er fyrstu ferð, at ein kommuna í Føroyum orðar ein beinleiðis barna- og ungdómspolitikk, og verð­ur dentur lagdur á, at hesin politikkurin sprettir úr lokaløkinum. Eitt nú verður ein ávegis felags framløga fyri øllum luttakarunum tíðliga í juni mánað. Við støði í hesum arbeiði verður eitt tilmæli um barna- og ungdómspolitikk orðað, sum seinni í ár verður handað Trivnaðarnevndini Børn & Ung, sum við undirtøku frá býráðnum hevur sett hetta arbeiðið í gongd. Eitt arbeiðsskjal til bæði verandi og komandi býráðspolitikarar - Tá ið tilmælið er handað, verður tað lagt fyri politisku skipanina til viðgerðar og støðu­takan til ein barna- og ungdómspolitkk fyri Klaks­ víkar Kommun­unu, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðar¬nevndini Børn & Ung. Samtykti politikkurin verður eitt arbeiðsskjal hjá umsiting og tí politisku skip­ anini, sum bæði verandi og komandi býráðspolitikarar fáa at styðja seg til – við jørðildi í teimum starvs­fólk­ um og fakfólkum, sum starv­ ast í og kring barna- og ung­ dómsøkið. - Tað var í november í fjør, at Trivnaðarnevndin Børn & Ung samtykti at fyrireika hetta arbeiðið, sum nú verður framt við undirtøku frá býráðnum, upplýsir Jóhann Lützen, sum roknar við at fáa tilmælið handað í heyst, tá ið tað eisini verður lagt fyri til politiska viðgerð. Arbeiðið, at orða ein barna- og ungdómspolitikk fyri Klaksvíkar Kommunu, verður stjórnað av ráð­ geving­ar­fyritøkuni INPUT í samstarvi við Trivnaðardeild býráðsins. Har byrådet ikke modet til at stå ved den løsning, som de selv gennem både den seneste og indeværende valgperiode har arbejdet frem imod? March Against Monsanto – fundar­samtykt 24.mai 2014 Kunnandi fundur var leygardagin 24. mai í Miðlahúsinum um ílegutilgjørdar verur, nýtslu av plantu- og øðrum eiturevnum í landbúnaði, og um gongdina innan GMO- ídnaðin við fyritøkuni Monsanto á odda. Framløgur vóru um Monsanto, GMO í føroyska landbúnaðinum, um GMO kann breyðføða heimin, og um álvarsomu støðuna í Argentina har bøndir verða riknir frá hús og heimi, utbreiðslu av sjúkum og hóttanina á lívfrøðiliga margfeldi. Umleið 40 fólk møttu á fundinum, og tóku samanum við at skriva undir samtykt við áheitan á landsins myndug­ leikar at gera nakað ítøkiligt við álvarsama málið. Løgmansskrivstovan Kaj L. H. Johannesen, løgmaður Tinganes Vit undirritaðu vilja við hesi samtykt heita á landins leiðslu, Landsstýrið, at virka fyri, at vit fáa nøktandi lóggávu, ið tryggjar heilsuviðurskifti borgaranna og vernd móti dálking av okkara umhvørvi og náttúru. Vísandi til at Føroyar ikki hava nakra lóggávu, ið forðar fyri at alskyns vandamiklir løgir og evni verða innflutt til nýtslu í matvøruframleiðslu, til ídnað, landbúnað og húsarhald, vilja vit heita á landsins myndugleika at taka neyðug stig til at bøta um og tryggja hesi viðurskifti og seta neyðuga lóggávu í verk stundisliga. Greitt er at kunningin um vandamiklar løgir og evni á ongan hátt er nøktandi, og at borgarar landsins tí eru givnir upp til skutils sjálvir at finna sær runt í m.a. matvøruhandlum og handlum við húsarhalds- og nýtsluvørum, um hvørji møgulig vandmikil evni kunnu vera í vørunum. Og somuleiðis er galdandi fyri innflutt fóður til landbúnað og alivinnu, har ílegutilgjørd rávøra (GMO) er partur av tilfarinum, og at hetta, sambært útlendskum granskingarúrslitum, hevur við sær, at eitrandi evni í fóðurinum fara víðari til brúkaran av vøruni t.e. við mjólkini frá neytum, kjøti, eggum og alifiskinum. Næst er at nýtslan av týningarevnum er ovurstór, og at brúkarin fær sera lítla og onga kunning um vandar, ið standast av at nýta slík evni. Talan er um týningarevni til ókrút (herbicid), skordýr (insekticid) og soppar (fungicid). Og víðari er talan um at ein heilt stórur partur av matvørunum í handlum okkara innhalda tilfar, ið er grundaða á rávørur framleiddar sum ílegutilgjørdar verur, á útlendskum nevnt GMO – Genetically Modified Organism. Mælt verður til: • at kemukaliulóggáva verður sett í verk sum skjótast at forboð verður sett móti gróðurseting av ílegutil­gjørd­ um verum • at forboð verður sett móti innfluttningi og nýtslu av fóðuri har partar eru, ið innihalda evni grundað á ílegu­ tilgjørdar verur. • at forboð verður sett móti innflutningi og nýtslu av týningarevnum, ið eru vandamikil fyri fólk, náttúru og umhvørvið • at allar matvørur og vørur til heilsurøkt o.t., ið inni­ halda evni grundað á ílegutilgjørdar verur, verða frá­ merktar. Vinarliga Louise Andreasen, Unn Thomsen, Janus D. Guttesen, Kári Thomsen, Ragnheiður Bogadóttir, Lilian Joensen ,Elisabeth S. Olsen Í løtuni eru starvsfólk og fakfólk innan barna- og ungdómsøkið í ferð við at orða tankar og hugskot til ein barna- og ungdómspolitkk, sum hevur til endamáls, at Klaksvíkar Kommuna fær niðurfeldar hugsanir um, hvat vit vilja raðfesta á barna- og ungdómsøkinum komandi árini – tvørtur um valskeið.