Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak www.sosialurin.fo • www.sosialurin.fo • www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo • www.sosialurin.fo • www.sosialurin.fo Heilsudeplar á veg Barbara á Tjaldrafløtti forkvinna Ráðið fyri brekað Hesar upplýsingar frá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, hava sera stóran týdning fyri brekøkið í Føroyum. Í breksáttmálanum stendur m.a. um heilsu, at vit skulu taka øll hóskandi stig til at tryggja fólki, sum bera brek, atgongd til heilsu­tænastur, harímillum heilsuliga endurmenning. Hvat fara heilsu­ deplarnir at bjóða? Endamálið við heilsu­depl­ unum verður at veita og menna heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kann­ingar, veitingar og ráð­geving til borgaran. Ætl­anin er, at tey, sum hava varandi sjúkur, skulu kunna fáa heilsuveitingar á Heilsu­deplinum. Tey, sum koma at starvast á heilsu­ depl­unum kunnu t.d. hava út­búgving sum læknar, sjúkra­røktarfrøðingar, heilsu­frøðingar, kost­frøð­ ingar, farmaseutar, sálar­frøð­ ingar, ergoterapeutar, fysio­ tera­peutar og ljósmøður. Talan er sostatt um eitt úrval av fakførleikum, alt eftir hvat tørvur er á. Dentur verður lagdur á, at fólk við var­andi sjúkum fara at fáa mun­andi betri tænastu í nærum­hvørvinum. Hesar skipanarligu broytingarnar fara at koma teimum, sum bera brek, til góðar. Ynski okkara er, at starvs­ fólkini um landið eisini hava ella kunnu fáa eftirútbúgving og upplæring innan tey mongu sjúku- og brekøkini. Ráðið fyri brekað heldur, at tey, sum bera brek, skulu hava skjóta og góða hjálp, og tað skal vera smidligt hjá teimum, sum bera brek, at fáa ta heilsuhjálpina, tey hava brúk fyri. At heilsudeplarnir verða skipaðir úti um landið, fer eisini at gera tað meir at­ komiligt hjá teimum, ið bera brek. Allir deplarnir verða skipaðir í samráð við komm­ unurnar; og í síðstu viku var ein hurð gloppað inn í hesa nýggju skipan, tá Runavíkar, Nes og Sjóvar kommuna skriv­aðu undir sáttmála um felags læknaviðtalu á Skála­ fjørðinum. Ráðið fyri Brekað væntar og vónar, at lands­ myndugleikar og kommunur frameftir fara at arbeiða væl saman fyri at gera økið uppaftur betri fyri fólk, ið bera brek. Hvussu við endurmenning? Um endurmenning stend­ ur millum annað í breksát­t­ málanum, at vit skulu taka munadygg og hóskandi stig, soleiðis at fólk, ið bera brek, eru før fyri at vinna sær og varðveita størst møguligt sjálvræði. Endurmenning fevnir eisini um at hava fullan likamligan, sálarligan, sosialan og vinnuligan før­ leika og at kunna taka lut í øllum lívsins viðurskiftum. Tá tað kemur til heilsuliga partin av endurmenning, er umráðandi, at ókeypis atgongd er til endurmenning og -venjing, soleiðis at fólk, sum eitt nú hava fingið brádliga sjúku, skjótt kunnu koma á føtur aftur og tey, sum bera varandi brek, eitt nú fáa ta venjing, teimum tørvar. Samfelagið eigur at virka fyri, at øll fáa brúkt teir førleikar, tey hava, og gerast so sjálvstøðug, sum til ber. Tað er hugaligt at hoyra, at arbeiðið at orða lóg um endurmenning fer í gongd. Fyrsta stigið í hesum ar­ beiði er at gera eitt grein­ ingararbeiði, fyri at kunna eyðmerkja tey ymisku økini og allýsa, hvat innihaldið í lóggávuni skal vera. Tó arbeiðir landsstýrismaðurin við at fáa fyrsta partin av lóggávuni at fáa gildi frá 1. januar 2015. Endurmenning fevnir um fleiri málsøkir, eitt nú skúla og vinnuøkið og helst fara tað at ganga nøkur ár, áðrenn alt er komið upp á pláss. So her mugu vit brynja okkum við toli. Breksáttmálin 5 ár Tað eru nú liðin 5 ár, síðan at løgtingið var samt um, at breksáttmálin skuldi virka í Føroyum. Í hesum tíðar­ skeiði eru ábøtur gjørdar. Nýggj byggilóggáva er kom­ in, sum eitt nú ger tað møgu­ ligt hjá fólki í koyri­stóli at sleppa framat, lóg, sum bannar mismuni á arbeiðs­ marknaðinum vegna brek, er sett í gildi, og mið­náms­ flokkur til ung, sum bera autismu­brek, er settur á stovn í Hoydølum. Harumframt eru fleiri ábøtur gjørdar í al­ mannalóggávuni, eitt nú lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og kunngerð um virknis­ tilboð. Enn sakna vit tó, at EIN landsstýrismaður hev­ur ábyrgdina av at sam­skipa íveksetanina av sáttmál­ anum. Eisini eigur myndug­ leiki at vera útpeikaður at hava ábyrgdina av eftir­ litinum við sáttmálanum. Á veg Brekøkið er á veg frameftir. Hugburðurin til brek er blivin meir jaligur. Langt er tó á mál, áðrenn vit í Føroy­ um kunnu staðfesta, at tey sum bera brek, hava somu møguleikar og eru javnt sett við onnur. Men vit fegnast um heilsudeplarnar, sum skjótt fara at blíva veruleiki, og vit síggja fram til, at vit fáa sett í gildi lóg um endurmenning. Hetta fer at gera mun. 26. mai 2014 Partar av skipaninini við heilsudeplum fara av bakkastokki longu áðrenn summarferiuna, og farið verður undir arbeiðið at evna til lóg um endurmenning. Public Service Sólborg Dulavík Hvørja skyldu hevur Kring­ varpið í mun til hetta hug­ takið. Tit hava tikið tað upp í týðindunum onkuntíð, og fekk eg tá ta fatan, at ‘pub­ lic service’ var tænasta, ið fevndi øll líka. Men er tað veru­leikin. Nú havi eg av góðum grund­um áhuga fyri banka­ málunum Eik og Kaupthing. Har hava útvarp og sjón­ varp gjørt sera lítið burtur úr tí, ið hendi, og sum rakti hundraðtals føroyingar sera meint. Eg haldi hetta vera størstu peningagølu í føroyskari søgu. Í øðrum lagi verður sjabb­ að umaftur og umaftur um onnur mál, sum ikki viðvikja tí einstaka í nærnámindis mátistokki. Hvussu leingi hava vit ikki hoyrt um bátin Anitu og tað reiðaríið. Og spyr fólk um niður­ støðuna! Hvat spurdist bur­ tur úr og hvørjum endaði tað við! Mær óvitandi. Síðani syrgiligu hend­ing­ ina í Norðdepli. Henda afturvendandi kunn­ing – til hvat? At týðindini komu um hend­ingina er í lagi og síð­ ani kundi verið bíðað, til rætturin hevði talað. Hetta er har afturat eisini so eymt og viðbrekið mál. Eg kundi nevnt fleiri aðrar sendingar, ið hava fingið stórt rúm í kringvarpinum, men til hvørja samfelagsliga nýttu? Vil annars her líka skoyta upp í, Sosialinum til rós, at teir hava viðgjørt Eik-málið við virðing fyri landi og fólki, og rundaðu enntá ta einu greinina av við siga, at hetta líktist svartasta ongum. Og víðari kann eg rósa Dimmu (HG), í sínari tíð, fyri at seta orð á mína støðu hes­ um skeiva bankasamskifti viðvíkjandi. Aftur til Eik-málið! Kann­ ing varð endaliga sett og Eyð­ finn Jacobsen skuldi kanna málið. Tað gjørdi hann og gav fleiri viðmerkingar, ið góvu ábendingar um, at víðari kann­i­ng átti at fara fram. Men sakin kravdi tíð og pengar – 1.2 mill. afturat. Hesum noktaðu Bárður Nielsen, Bill Justinussen og ....... Eingin grundgeving. Eg ringdi til Kringvarpið og spurdu hví tey ikki viðgjørdu hetta og eg bað tey taka teir inn á sjónvarpsskýggjan at greiða frá orsøkini til, at teir steðgaðu málinum. Viðkomandi (LW) umbar seg við, at tey høvdu so nógv at gera. Eg vísti á, at hetta var mál, ið viðvíkti hundr­að­tals føroyingum, og viðkomandi segði seg síðani vilja taka spurningin upp á hægri støði, men eg hoyrdi ongantíð nakað aftur. Men tá Jørn Astrup Ast­ rup tekur sær stundir og rætt til at lýsa málið um Eik- banka úr sínum sjónarhorni, fær pípan annað ljóð, og fer løgtingið tá aftur at ressast við. Hann heldur lítið um manna­gongdina og nærum skammar tey, ið varða av hesi gølu, og at politikkarar ikki hava verið sína uppgávu vaksnir. Hann heitir á menn um at taka ábyrgd. Til samanlíkningar kann eg vísa til Als-málið, har landsstýrismaðurin (JD) segði, at hann ikki sum poli­ t­ikkari og ábyrgdar­hav­andi kundi ‘liva’ við Als-nevndara­ vgerðunum, millum annað nevndarlønunum. Vit kenna ta gongdina – og at fólk mistu ábyrgdarstørv. Kaupthing málið! Ikki minni gølukent – har stjórin varð fluttur í aðra almenna fyritøku. Bráddliga bleiv viðkom­ andi stjóri aftur fluttur úr tí fyritøkuni og lok lagt á málið. Ein øðrvísi avgerð. Og hvat ger lands­stýris­ maðurin við Eik-málið? Letur málið fyrna. Hetta er bara so langt úti, at eg havi øgiliga ilt við at skilja, hvussu tílíkt kann lata seg gera. Løgmaður tekur til orð­ anna aftur. Framman­und­ an lovaði hann at venda hvørjum steini fyri at rudda upp og áhugavert hevði verið at hoyrt, hvørjir steinar eru vendir. Hinvegin sigur hann nú í útvarpinum við harðari rødd, at Eik-málið er ein fúl skomm, og har eru vit, og fleiri við mær, samd. Men sjálv haldi eg ikki at løgmaður einsamallur eigur skommina. Hana eigur øll samgongan. Til seinast vil eg ynska, at Kringvarpið frameftir, tekur stórar sakir í nógv størri álvara og, í nógv størri mun, tænir fjøldini.