týsdagur 27. mai 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. mai 2014 · Nr. 60
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Brenna fyri
arkitekturi
– Onkur vil kanska kalla okkum nørdasligar, men vit
vilja heldur kalla okkum perfektionistar. Sum nýútbúnir,
ungir arkitektar mugu vit vísa, hvat tað er, vit duga,
fyri at kunna gera okkum galdandi á marknaðinum. Tað
siga Ragnar Zachariassen og Søren Yde Jensen, sum júst
hava vunnið arkitektakappingina um miðbýin í Havn
meldurin
Rannvá G. Fossaberg
Á aðru hædd í gamla bygn
inginum hjá Poul Hansen
Undir Bryggjubakka í Vágs
botni sita tveir nýútbúnir,
ungir arkitektar framman
fyri stórum telduskíggjum
við teimum nýggjastu forrit
unum, ið verða nýtt innan
design og arkitektur. Tað
er í hesum hølunum, at teir
báðir Ragnar Zachariassen
og Søren Yde Jensen sein
asta hálva árið hava sitið og
gjørt eina ætlan fyri, hvussu
miðbýurin í Havn skal síggja
út. Tað arbeiðið hava teir
gjørt so mikið væl, at teir í
farnu viku vunnu arkitekta
kappingina
um
miðbýin
í Havn, sum Tórshavnar
kommuna skipaði fyri.
– Vit høvdu sett okkum
sum mál, at hetta var ein
kapping, vit skuldu vinna,
og tí hava vit eisini lagt alla
tíð og orku í verkætlanina.
Men tá vit lótu okkara upp
skot inn til kappingina, vóru
vit als ikki vísir í, at verk
ætlanin var nóg góð, og tí
eru vit ovurfegnir um at
hava vunnið, sigur Ragnar
Zachariassen, sum saman við
Søren Yde Jensen stovnaði
fyritøkuna Zeta Architects
tíðliga í 2012.
– Vit brenna fyri fakinum,
og vilja veruliga gera okkum
galdandi innan arkitekta
heimin. Ikki bara í Føroyum,
men eisini uttanlands. Og
skalt tú tað, krevst eisini, at
tú brúkar nógva tíð upp á
tær ymsu verkætlanirnar
og ert noyddur at seta nógv
annað til viks. Men tað gera
vit fegnir, tí tað er hetta, vit
tíma, sigur Søren Yde Jensen.
Hittust á
arkitektaskúlanum
Fyri tveimum árum síðani
stovnaðu teir báðir 33 ára
gamli Ragnar Zachariassen,
sum er úr Vestmanna, og
29 ára gamli Søren Yde
Jensen, ið er úr Vestjyllandi,
arkitektafyritøkan Zeta. Tá
vóru teir júst liðugt útbúnir
arkitektar
á
arkitekta
skúlanum í Århus.
– Vit hittust, tá vit gingu
tað fyrsta árið á skúlanum,
men vit endaðu síðani á
hvør sínari linju. Søren er
útlærdur
býararkitektur,
meðan eg komi frá linjuni
arkitektur og ætetisk, greiðir
Ragnar Zachariassen frá, og
Søren Yde Jensen heldur
fram:
– Men onkursvegna hildu
vit alla tíðina sambandið
við líka og prátaðu í fleiri
umførum um, at vit møguliga
skuldu gera okkurt saman,
tá vit einaferð blivu lidnir á
skúlanum. Hóast vit gingu
á hvør sínari linju, so fylgdu
vit rættiliga væl við í, hvat
hin gjørdi, og dugdu ivaleyst
baðir at síggja, at vit hava
sama hugburð til arbeiði, og
mátin, vit gera tingini uppá,
er rættiliga eins, sigur Søren
Yde Jensen.
Áhugan fyri arkitekturi
fingu teir báðir, tá teir vóru
heilt ungir. Søren Yde Jensen
valdi bæði í 9. flokki og 10.
flokki at fara í starvsvenjing
hjá
arkitektafyritøku,
og
longu tá var hann greiðir
yvir, at hann skuldi gerast
arkitektur.
Fyri
Ragnar
Zachariassen, sum eisini er
útbúgvin
byggifrøðingur,
kom áhugin fyri arkitekturi
av álvara til sjóndar, tá hann
sum tannáringur á sokallaða
vinnudegnum í Hoydølum
var á vitjan hjá Árna Winther
Arkitektum.
– Eg gloymi ongantíð,
hvussu Páll Lave tosaði um
linjurnar á einum BMW
bili og skrúvurnar úti á
Landssjúkrahúsinum, tí eg
helt, tað var so fantastiska
spennandi. Síðani tá havi eg
altíð vitað, at tað var tann
vegin, eg skuldi fara, fortelur
Ragnar Zachariassen.
Ein avbjóðing
Stutt eftir at teir báðir vóru
lidnir við útbúgvingina, bleiv
arkitektakapping útskrivað
um miðbýin í Klaksvík. Tá
vóru
ungu
arkitektarnir
skjótir at taka avgerð um, at
teir skulu luttaka.
– Vit hugsaðu, at nú
skuldu vit taka kjansin og
royna at fáa eitt gott sam
starv upp at koyra. Tað
riggaði so mikið væl, at vit
endaðu á einum 3. plássi,
sum gjørdi, at vit av álvara
fingu blóð upp á tonnina
til at halda fram sum sam
starvsfelagir, greiðir Søren
Yde Jensen frá, sum flutti til
Føroya at búgva í juli mánaði
í fjørð.
Síðani hava teir fingið
fleiri verkætlanir í skjáttuna
og hava luttikið í ymsum
Umframt heiðurin hava Zeta Architects fingið 350.000
krónur fyri teirra vinnandi uppskot um miðbýin
Mynd: Álvur Haraldsen