Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 28. mai 2014 · Nr. 60 meldurin arkitektakappingum. Men teir dylja ikki fyri, at tað er rættiliga krevjandi at koma til Føroya sum nýútbúnir arki­tektar, har alt umhvørvið er nýtt, og tú skalt kappast við fólk, ið hava drúgvar roynd­ir innan arkitektur. – Vit arbeiða nógv. Øgiliga nógv. Men skulu vit klára okk­um í kappingini og gera vart við okkum, so er neyð­ ugt, at mann veruliga ger ein inn­sats fyri at yvirhøvur gera seg galdandi, sigur Ragnar Zachariassen og held­ur fram: – Tað er ein stór av­bjóð­ ing, tí tað er nógv, sum mann skal læra, tí við eini slík­ ari arkitektafyritøku fylgir eisini so nógv annað við, sum tú ikki lærir á skúl­anum. Eitt nú mást tú seta teg inn í til dømis løgfrøði og fíggjar­ viður­skifti, og tað kann til tíðir kennast eitt sindur tungt. Hinvegin haldi eg, at við teimum verk­ætlan­unum, sum vit longu hava gjørt, hava vit lært nógv og somu­ leiðis ment okkum sera nógv, sigur Ragnar Zachariassen. Hóast tað kann vera av­bjóðandi at byrja egnu fyri­tøku sum nýútbúgvin arkitektur, eru eisini ávísir fyri­munir. – Vit hava stórt árræði, tora at koma við onkrum nýggj­um, brenna veruliga fyri starv­inum, og so hava vit eis­ini nýggj­astu vitanina innan økið og brúka spildur­ nýggj telduforrit í ar­beið­ inum, og tað gevur eisini nýggjar møguleikar, sigur Søren Yde Jensen. Landslagið er altavgerandi Spurdir, hvat eyðkennir teirra slag av arkitekturi, er Ragnar Zachariassen skjótur at svara. – Tað man vera saman­ tvinn­ingin av landslagi og bygningi. Tey skulu altíð so at siga spæla saman og kunnu supplera hvørtannað. Júst henda tilgongdin til fakið, har landslagið altíð er í fokus, er ivaleyst okkara vøru­merki, sigur Ragnar Zachariassen. Landslagið hevur eisini spælt ein avgerandi leiklut í vinnandi uppskotinum hjá Zeta um miðbýarætlanina. – Býurin skal tillagast lands­lagnum, sum er. Tórs­ havn skal vera ein meira saman­hangandi býur, og tað hava vit í uppskotinum víst á, við at fáa tingini at flóta saman og hava bleytar rørslur millum alt. Vit halda, at mann skal gera meira burtur úr teimum smáum støð­unum, sum longu eru, bilarnir skullu fylla minni í býnum, og so skulu teir ymsu garð­ar­nir í býnum takast niður. Garðarnir eru fínir, men teir goyma upp á perlur, sum vit halda, at fólk í býnum skulu hava atgongd til, greiðir Søren Yde Jensen frá. Teir báðir arkitektarnir leggja stóran dent á, at sum utgangsstøðið skal einki rívast niður, men ístaðin eigur mann at byggja víðari upp á tað, sum longu er. – Tá tað kemur til býar­ arkitektur plaga vit at siga evolutión heldur enn revo­ lutión. Tað vil siga, at mann upp­graderar tað, sum er, og ger tað soleiðis, at mann eisini longur fram í tíðini kann arbeiða víðari við tí, sigur Søren Yde Jensen. – Ofta kann mann koma rættiliga langt við at gera smáar justeringar í býar­ rúm­inum, sum síðani fleiri ár frammeftir kunnu arbeiðast víðari við, og tað, halda vit, er týdn­ingarmikið, sigur Ragnar Zachariassen. Ungu arkitektarnir hava higartil staðið seg væl í teimum ymsu arkitekta­ kapp­ingunum, teir hava ver­ ið við í, og tað hevur eisini sett tankar í gongd um at royna seg uttanlands. – Eg haldi, tað er ógvuliga umráðandi, at mann ikki bara læsur seg fastan her í Føroyum. Vit kenna nógv av teimum, sum vit kunnu kappast ímóti uttanlands, frá lestrartíðini, og vita eis­ ini rættiliga væl, hvat dent­ur verður lagdur á aðra­staðni. So sjálvandi kunnu vit eisini luttaka í arkitekta­kapp­ing­ um uttanlands. Tað er ikki bara ein dreymur men málið fyri okkara fyritøku, sigur Ragnar Zachariassen. Vit arbeiða nógv. Øgiliga nógv. Men skulu vit klára okkum í kappingini og gera vart við okkum, so er neyðugt, at mann veru­ liga ger ein innsats fyri at yvir­høvur gera seg galdandi