týsdagur 27. mai 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. mai 2014 · Nr. 60
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Vilmund Jacobsen
Vinnuliga hava seinnu árini
verið ein katastrofa fyri
Vestmanna við tað, at fleiri
skip eru seld av bygdini, sam
stundis sum fiskavirkið hev
ur staðið stongt.
Í løtuni er einki virksemi á
fiskavirkinum, men seinastu
2-3 sumrini hava tey arbeitt
makrel á virkinum.
Soleiðis,
sum
borgar
stjórin í Vestmanna kommu
nu, Pauli T. Petersen, skilir, er
ætlanin aftur í ár at arbeiða
makrel á virkinum.
Tað eru privatpersónar,
sum eiga fiskavirkið í Vest
manna í dag.
Vit eiga tørn
Nú makrelkvotan er økt upp
í umleið 150.000 tons, sam
stundis sum Føroyar eisini
eiga
stóra
svartkjafta-og
sildakvotu, vónar borgar
stjórin, at Vestmanna aftur
kann fáa lut í hesum stóra
fiskiríkidømi,
sum
er
í
okkara sjógvi.
- Í løtuni eiga vestmenn
ingar einki uppsjóvarloyvi,
men tað var tann tíð, tá Vest
manna átti part í uppsjóvar
kvotunum. Skip, sum vóru
heimahoyrandi í Vestmanna,
vóru eitt nú Gullfinnur, Pela
gos, Fram og seinast Olaf í
Garðastovu.
Pauli T. Petersen sigur,
at vestmenningar hava eitt
brennandi ynski um at fáa
eitt
uppsjóvarloyvi
aftur
til Vestmanna, soleiðis at
verulig gongd kann koma á
aftur, bæði á sjógvi og landi.
- Tá havt verður í huga,
at bygdin áður hevur verið
partur av hesum tilfeingi,
sum í dag er nógv størri enn
nakrantíð, haldi eg, at vit nú
eiga tørn at fáa lut í hesum
kvotum og innflutningsloyvi
til skip.
Geografiskt býti
Borgarstjórin heldur, at allir
føroyingar eiga at fáa lut í tí
velduga fiskiríkidømi, sum
vit eiga.
- Eftir mínum tykki hevur
tað nógv størri týdning, at
hetta ríkidømi verður deilt
geografisk út á økini heldur
enn, at so stórur dentur verð
ur lagdur á at leggja gjald á
tilfeingi - ella at selja til
feingi.
Pauli væntar, at um fiski
ríkidømi verður selt, fáa vit
sama mynstur, sum vit longu
hava í dag, har somu aktørar
verða í vinnuni, og at pláss
ikki verður fyri nýggjum
aktørum, soleiðis at fleiri øk
ir kring landið kunnu fáa at
gongd til tilfeingið.
- Tað kann væl vera, at tað
er rationelt at hava nakrar
størri eindir, men neyðugt er
eisini at hugsa um trivnaðin
og at stuðla undir eina
menning úti um landið, tó at
avlopið tá kanska ikki verður
eins stórt. Eykaavlopið við
størri eindum er eftir mínum
tykki peanuts í mun til tað
virðið, sum trivnaðurin kring
um landið kann skapa, um
økini fáa lut í stóra fiski
ríkidøminum.
Borgarstjórin heldur, at
ymiskir møguleikar eru,
hvussu hetta kann gerast.
- Ein møguleiki er,
at ein ávísur partur av
fiskiríkidøminum
verð
ur tillutaður ávísum geo
grafiskum økjum, men kann
fiskast av øðrum so leingi,
sum skip ikki eru keypt
ella leigað til økið. Í slíkum
føri eiga ávísar bindingar at
liggja á teimum, sum sleppa
at fiska upp á loyvi hjá
viðkomandi, sigur hann.
Blomstrandi vinnulív
Gjøgnum alla ta tíð, sum
borgarstjórin
minnist
og
eisini langt fyri hansara tíð,
var Vestmanna væl fyri hvat
fiskiførum og fiskiloyvum
viðvíkir. Men, í dag eru fá
skip eftir, tí vinnulívið í
bygdini hevur valt at selja
skipini úr økinum.
- Eftir av skipum í Vest
manna í dag eru ísfiska
trolarin
Vesturbúgvin
og
trolbáturin, Skálafossur. Hin
vegin eru Vestmenningur og
Fram seldir, og sama er við
Grønanesi. Fara vit nøkur fá
ár aftur, áttu vestmenningar
eisini
ísfiskatrolararnar,
Nornagest og Columbus.
Pauli T. Petersen sigur, at
Vestmanna soleiðis gjøgnum
nógv ár hevði eitt stórt virk
semi innan fiskiskiparakstur
og fiskavirkisvinnu.
- Vestmanna var ein fiski
vinnubygd burtur av, men nú
er hetta grundarlagið burtur.
Flestu kendu Vestmanna
sum bygdina við blomstrandi
skipa- og fiskavirkisvinnu.
Tað er ein øgiligur saknur
ikki at síggja skipini landa
og ikki at síggja virksemi
niðri á bryggjuni longur. Eg
trúgvi eisini, at hetta pínir
nógvar vestmenningar, tí
nógvir vestmenningar eru
framvegis sjómenn.
Borgarstjórin vísir á, at
tá fiskavirkið læt aftur og
var stongt í nøkur ár, mink
aðu skattainntøkurnar hjá
Vestmanna kommunu, sam
stundis sum fólk vóru frus
treraði um, hvat nú fór at
henda.
- Stívliga 100 fólk arbeid
du á fiskavirkinum, tá mest
var at gera, og hetta hevði
eina øgiliga ávirkan, tá hetta
virksemi helt uppat.
Fóta okkum aftur
Pauli T. Petersen heldur, at
vestmenningar tó ikki eiga
at stara seg blindar í tí, sum
var og sum ikki er í løtuni.
- Vit eiga at trúgva upp
á, at vit koma í gongd aftur,
eisini vinnuliga á sjógvi og
landi. Eg síggi altíð positivt
upp á dagin, og eg trúgvi, at
vit her í Vestmanna fara at
koma sterkt aftur. Vit eru
væl á veg, tá ræður um fíggj
arliga grundarlagið undir
kommununi, og eg trúgvi,
at vit eisini vinnuliga fara
at fóta okkum aftur, sigur
borgarstjórin í Vestmanna
kommunu.
Nú eiga vit tørn til
innflutningsloyvi
- Eg haldi, at allir føroyingar eiga
at fáa lut í tí velduga fiskiríkidømi,
vit eiga í uppsjóvarfiski. Tað hevur
nógv størri týdning, at hetta
ríkidømi verður deilt geografisk
út á økini heldur enn, at so stórur
dentur verður lagdur á at leggja
gjald á tilfeingi - ella at selja
tilfeingið, sigur Pauli T. Petersen,
borgarstjóri í Vestmanna kommunu
- Tað kann væl vera, at tað er rationelt at hava nakrar størri eindir í uppsjóvarvinnuni, men neyðugt er eisini at
hugsa um trivnaðin og at stuðla undir eina menning úti um landið, sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri
Tað var tann tíð, tá vestmenningar áttu uppsjóvarskip. - Nú haldi eg, at vit eiga tørn til innflutningsloyvi, sigur borgarstjórin.
Myndir: Skip í Vestmanna (Facebook)