hósdagur 29. mai 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. mai 2014 · Nr. 61
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Veðrið var gott, henda leygar
morgunin 10. mai. Hans
Falkvard Hansen var spentur
til dagin, nú alt tað føroyska
Team Rynkeby skuldi koma
suður at súkkla runt Sand
oynna. Saman við bygda
manninum hjá sær á Sandi,
Sverra Mohr Edvinsson, fór
hann á súkkluna og setti kós
móti Skopun.
– Eg var til arbeiðis í Eld
húsi, tá Sverri kom eftir mær.
Vit fylgdust norðureftir, og
eg minnist at vit fingu nokk
so góða ferð á súkklurnar
oman móti keiini í Skopun.
Har stóð nógv fólk og bíðaði
eftir ferjuni, og eg súkklaði
einar tvær ferðir runt á
keiini og heilsaði uppá. So
bleiv alt svart.
56 ára gamli Hans Falk
vard Hansen er ein av teim
um 35 føroyingunum, sum
síðani í vetur hevur verið
at sæð á landsvegunum á
súkklu og í eyðkendu, gulu
blusunum við frámerkinum
hjá Team Rynkeby.
Síðani 2002 er eitt súkklu
lið hvørt summar farið úr
Danmark við kós móti Paris.
Fyrsta árið vóru tey 11 súkkl
arar, men so við og við eru
fleiri komin afturat, og nú
eru 26 lið við 1200 súkklar
um úr øllum Norðurlondum.
Endamálið við súkklutúr
inum til Paris er at savna
pengar til børn við krabba
meini og familjur teirra. Í
summar fer fyri fyrstu ferð
eitt føroyskt Team Rynkeby
lið avstað við kós móti Paris.
– Tvær orsøkir eru til, at
eg vildi sleppa við á føroyska
liðið. Inga Danberg, ið doyði
av krabbameini, var bróður
dóttir mín, og tí vil eg vera
við til at seta fokus á krabba
mein. Hin orsøkin er mín
egna heilsa og vælferð, ið
eg fegin vildi bøta um, sigur
Hans Falkvard Hansen.
Síðani 1. desember í fjør
hevur hann súkklað 3533
kilometrar, og harvið liggur
hann væl fyri á topp-10 lista
num í innanhýsis kappingini
millum
føroysku
Team
Rynkeby luttakararnar. Um
framt mongu súkklutúrar
nar hevur hann tvær ferðir
um vikuna trúliga ferðast
av Sandi norður á venjingar
miðstøð í Havn fyri at venja
saman við hinum á liðnum.
Venjingin hevur givið sjónlig
úrslit, tí 22 kilo eru farin av
vektini.
– Eg haldi at tann fyrsta
gula súkklublusan hevði eini
fimm XL, men nú eru so eini
trý X farin burturav, greiðir
Hans Falkvard Hansen flenn
andi frá.
Hann hevur altíð verið
lættur av lyndi, men síðani
í vetur er alt annað eisini
vorðið munandi lættari.
– Eg orki nógv betri, eri
í góðum formi og alt fellur
mær nógv lættari. Saman
umtikið livi eg nógv betri,
greiðir
Hans
Falkvard
Hansen sannførandi frá.
Hann steðgar á eitt bil,
áðrenn hann aftur fer at
slenna:
– Og tað sigi eg, júst aftur
komin av Ríkissjúkrahús
inum.
Tilburðurin
Tað, ið hendi á keiini í Skopun
henda leygarmorgun, er ikki
at finna í minninum á Hans
Falkvard Hansen.
– Tað var sum at sløkkja
eina kontakt. Eg hevði einki
merkt av nøkrum. Onga pínu,
einki. Men eg eri so koppaður
av súkkluni, og minnist so
einki aftur, fyrr enn eg lá á
børuni í sjúkrabilinum.
Tá var kommunulæknin
komin til. Á Landssjúkrahús
inum spurdi ein lækni Hans,
um hann nakrantíð fyrr var
svímaður.
– Eg svaraði jú, at tað
var eg einaferð. Tað var, tá
eg møtti konuni fyrstu ferð
fyri okkurt um 30 árum síð
ani, greiðir Hans Falkvard
Hansen frá og vísir sam
stundis, at hann longu í
sjúkrabilinum var væl fyri
og kundi skemta við læknan.
– Tað var ein løgin kensla.
Eg hugsaði, hvat var hent, tí
eg merkti jú einki. Eg var væl
fyri og føldi onga pínu, greið
ir hann frá.
Steðgurin á Landssjúkra
húsinum var sera stuttur,
og longu sama seinnapart
varð Hans Falkvard Hansen
sendur niður á Ríkissjúkra
húsið. Har varð hann inn
lagdur undir observatión, og
mánadagin eftir staðfestu
læknarnir, at tríggjar æðrar
við hjartað vóru tiptar.
– Læknarnir ætlaðu fyrst,
at eg skuldi hava eina by
pass. Men til alla lukku varð
tað broytt, og eg fekk eina
ballón í staðin. Tað var aðru
ferð innan fáar dagar, at
eg vann í lotto, sigur Hans
Falkvard Hansen og útgrein
ar vinningarnar:
– Fyrst vann eg lívið aftur
á Skopunarkei, og síðani
slapp eg undan tí stóru
skurðviðgerð, ið ein bypass
krevur. Ein slík skurðviðgerð
hevði endaliga gjørt av við
dreymin um Paris.
Hans Falkvard Hansen
fekk fresað eina æðr, ið varð
tipt, umframt at ein ballón
varð sett inn í eina aðra æðr.
Triðja æðrin fekk frið frá
læknunum.
Men
tilburðurin
varð
mettur somikið álvarsamur,
at Hans fekk sett eitt tól inn
í kroppin. Ein sonevndan
ICD’ara,
ið
stendur
fyri
Inplanterbar
Cardioverter
Defibrillator. Talan er um ein
framkomnan
pacemakara,
sum kann viðgera hjarta
steðg og lívshóttandi til
burðir, tá hjartarútman fer
av lagi. ICD’arin skal sita
inni í kroppinum restina
av lívinum, og gjøgnum eitt
modul, ið Hans hevur fingið
heim við sær av sjúkrahús
inum, kunnu læknarnir á
hjartadeildini á Ríkissjúkra
húsinum fylgja við, hvussu
hjartað hjá Hans Falkvard
Hansen uppførir seg.
Tilburðurin á keiini í
Skopun var somikið álvar
samur, at uttan skjóta og
rætta hjálp var fryntligi
handilsleiðarin í Eldhúsi á
Sandi ikki millum okkum
longur. Í góðveðrinum henda
leygarmorgun steðgaði hans
ara hjarta við at sláa.
Spilop og álvari
Tey, ið kenna Hans Falkvard
Hansen, vita at hann er ein
skemtiligur maður. Tí vóru
tey fleiri, sum hildu hann
spæla hund, tá hann brádliga
lá skerflatur á keiini henda
morgunin og ikki rørdi seg
ein millimetur.
– Ja, tað er rætt. Aftaná
havi eg latið mær fortalt, at
har vóru fleiri, sum trúðu
at eg skemtaði, tí eg eri
tann, sum eg eri, sigur Hans
Falkvard Hansen við einum
skálkasmíli.
Fyrstur at síggja álvaran í
støðuni var Piotr Krakowski,
ið sá vinmannin liggja har á
rygginum.
– Hann leyp til og merkti,
at har var eingin pulsur,
og so fór hann upp at rópa,
greiðir Hans frá og hermir
eftir eyðkenda tónalagnum
hjá karismatiska fótbólts
venjaranum.
Nógv fólk vóru á keiini
henda morgunin, og tey
hoyrdu eyðkendu rópini hjá
Piotr.
– Eg stóð í bíðirøðini til
ferjuna, tá eg hoyrdi róp
ini, okkurt um at Hans var
deyður. Og jú, vit vóru fak
tisk nógv, ið hildu at hann
bara tvætlaði. Vit høvdu jú
akkurát sæð hann súkkla
runt á keiini, greiðir Sólrun
Ørvarodd frá.
Hon var ein av fleiri, ið
lupu til at hjálpa, og byrjaði
hon at geva Hans Falkvard
Hansen fyrstuhjálp.
Sjálvur
minnist
Hans
Falkvard Hansen einki frá til
burðinum. Men hann er takk
samur fyri ta hjálp, ið hann
fekk henda lagnumorgun.
Og hann er takksamur fyri
ta umsorgan, ið hann hevur
merkt frá fólki aftaná.
team rynkeby føroyar
lívið aftur
Hans fekk
– Eg súkklaði oman á havnalagið í Skopun henda góðveðursmorgun,
súkklaði nakrar ferðir runt á keiini, men so bleiv alt svart. 56 ára
gamli Hans Falkvard Hansen er júst afturkomin av Ríkissjúkra
húsinum, men dreymurin um at súkkla til Paris livir enn