Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 30. mai 2014 · Nr. 61 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Ein tílík hending setir nakrar tankar ígongd, hvussu skjótt lívið kann vera burt­ur. Men hvussu kanst tú siga takk fyri lívið, spyr Hans Falkvard Hansen og heldur fram: – Síðani tilburðin havi eg møtt umsorgan alla­staðni frá, og hevur tað ver­ið ótrú­ ligt. Ein tílíkur til­burð­ur fær meg eisini at hugsa um, hvussu gott vit hava tað og hvussu nógv vit hava at takka fyri, sigur Hans Falkvard Hansen við álvar­ semi í røddini. Dagarnir eftir tilburðin á Skopunarkei vóru merkt­ ir av vælvild og um­hugsni. Nógv fólk komu á vitjan, meðan Hans lá á Ríkis­sjúkra­ húsinum, teirra millum nógv úr súkkluumhvørvinum kring Team Rynkeby. Eisini vóru tey mong, sum ringdu ella sendu honum eina heilsan. Dreymurin Hans Falkvard Hansen breyt óst­beinið av fallinum á Skopunar­kei, og tí skal hann halda frið frá súkkl­uni í tríggjar vikur. Har­um­framt hava læknarnir á Ríkis­ sjúkra­húsinum givið boð um, at hann komandi tíðina ikki má lyfta nakað, ið er tyngri enn fýra kilo. Hesi viðurskifti eru forð­ ingar á vegnum móti tí stóra dreymi, ið annars kemur tættari veruleikanum fyri hvønn dag, ið gongur. Ferða­ lagið við føroyska Team Rynkeby skal umborð á Norrønu 3. juli, og síðani verður kósin sett móti Paris. – Eg eri typan, at tekni eg meg til nakað, so fari eg 100 prosent eftir tí. Tá eg byrjaði at súkkla, so kláraði eg so dánt fimm kilometrar á súkkluni. Eg havi vant hart í allan vetur, og nú klári eg 150 kilometrar í øllum veðri, argu­menterar Hans Falkvard Hansen. Frá Team Rynkeby hevur hann fingið at vita, at út­ valda plássið á liðnum verð­ ur ikki tikið aftur, hóast til­ burð­in. – Eg ætli mær við til Paris, eingin ivi um tað. Um ikki annað, so fari eg við service liðnum, sigur Hans Falkvard Hansen avgjørdur. Á service liðnum eru 10 fólk, sum skulu hjálpa teim­ um 35 súkklarunum við øll­ um tí praktiska á túrinum. Tey koyra í trimum bilum, aftaná súkklarunum. – Vónandi sleppi eg aftur á súkkluna sum skjótast. Læknarnir hava sagt við meg, at tað er bara mín egni fysikkur, sum avmarkar meg. Men hinvegin má eg ikki seta túrin hjá hinum í vanda, tí eg ikki klári at fylgja við. Projektið skal gjøgnum­før­ ast, leggur Hans Falkvard Hansen afturat. Hann dylur tó ikki fyri, at dreymurin er at súkkla til Paris, heldur enn at vera við á service liðnum. – Eg kundi gott hugsað mær at lumpa tey, sigur hann við einum skálkabrosi. team rynkeby føroyar Eg gjørdi bara mína skyldu Sólrun Ørvarodd hoyrdi rópini um at Hans var deyður, meðan hon sat í bilinum í bíðirøðini til ferjuna. Hon leyp til, og saman við øðrum fekk hon lív aftur í Hans Falkvard Hansen Jón Brian Hvidtfeldt Nógv fólk var á keiini í Skopun leygarmorgunin 10. mai, tá 56 ára gamli Hans Falkvard Hansen brád­liga datt lívleysur av súkkl­uni. – Eg hoyrdi knappliga rópini um at Hans var deyð­ur, at hann hevði ongan puls. Tað var løgið, tí eg hevði júst sæð hann súkkla runt á keiini, og fak­tiskt hildu vit bara, at hann tvætlaði. Men eg skilti so álvaran í støðuni og leyp til, greiðir Sólrun Ørvarodd frá. Hon er útbúgvin sjúkra­ røktar­frøðingur, arbeiðir sum heimasjúkrasystir í Sand­oynni og er eisini knýtt at sambýlinum í Skála­vík. Henda morgunin var hon á veg vestur á flog­ vøllin eftir manninum. – Eg byrjaði at geva honum kunstigan anda­ drátt, meðan bussførarin Niels Juul Olsen leyp til og gav honum hjartamassagu. Pulsurin kom aftur, og vit løgdu hann á síðuna fyri at opna luftvegirnar. Men so fór pulsurin aftur. Hetta hendi tvær ferðir, greiðir Sólrun Ørvarodd frá. Alt hendi sera skjótt. Ein kvinna, Arndis Nicolajsen, fór niðan í Tele­búðina í bygdini eftir hjartastartara, samstundis sum hon ringdi til dóttrina, Jónu Nicolajsen, ið er por­tør­ur og búsitandi í Skopun. – Hon kom til og brúkti hjartastartaran, tá vit tvær ferðir til fánýtis høvdu roynt at fáa lív í aftur Hans. Samstundis gav eg honum kunstigan anda­ drátt. Tá eg hesaferð blásti í hann, merkti eg at nú kom lív í. Tá lætnaði, leggur Sólrun Ørvarodd smílandi afturat. Hon ásannar, at nógv stóð á hesa løtuna. – Ja, vit vóru veruliga bangin fyri, at hann sigldi av. Tungan var hovin, bleiv við at detta afturum, og puls­urin bleiv jú burtur aftur, greiðir Sólrun Ørvar­ odd frá og heldur fram: – Eg havi sjálvandi lært fyrstuhjálp í samband við mína útbúgving, men havi tó ongantíð upplivað nakað líknandi. Eg veit ikki, hvat man hugsar og hvussu man reagerar í slík­ um støðum. Hjá Sólruni komu kenslur­nar til sjóndar aftaná. – Tástani fekk eg tíð at hugsa. og tá komu kenslur­ nar fram. Tá føldi eg í kropp­inum, hvussu tætt hetta var, sigur Sólrun Ørvarodd, ið kennir væl Hans Falkvard Hansen. – Tað var ein ótrúlig kensla, tá Hans kom aftur til lívs. Tað er ringt at seta orð á slíkt, sigur Sólrun Ørvar­odd. Sjúkrabilur og lækni komu á staðið, og Hans Falkvard Hansen varð fyrst fluttur á Landssjúkrahúsið og seinni sama dag niður á Ríkissjúkrahúsið. Hjartastartarin Sólrun Ørvarodd vísir á týdn­ingin av at hava hjarta­startara í nærum­ hvørv­inum, sjónligan og atkomuligan. – Vit vita sjálvandi ikki, hvat hevði hent við Hans, um eingin hjartastartari var tøkur. Vit vita bara, hvat hendi henda dagin á keiini í Skopun, og so kunnu vit gera okkum okk­ ara tankar út frá tí, sigur Sólrun Ørvarodd. Hon heldur seg ikki hava gjørt nakað serligt. Ikki annað enn tað, ið hon átti at gera. – Eg gjørdi væl bara tað, sum eg hugsi at ein og hvør eigur at gera í slíkari støðu. Og so hugsaði eg bara, at nú mást tú hjálpa mær, Jesuspápi. Lætta lyndið hjá Hans Falkvard Hansen noyðir hann at arga sín verndar­ eingil henda dagin: – Eg mátti siga við Sólruna, at eg visti ikki, at hon hevði so bleytar varrar, sigur hann skemtandi. Hon er skjót at svara aftur: – Synirnir, sum sótu í bilinum hjá mær og hugdu, meðan alt fór fram, tosaðu nógv um tilburðin aftaná. Ikki minst, at mamma nú hevði blást luft niður í Hans, greiðir Sólrun Ørvar­ odd flennandi frá. Tey eru bæði takksom fyri, at alt spældi væl av, samstundis sum tey hava yvirskot til at leggja skemt oman á álvaran í støðuni, tá Hans brádliga kundi siglt av. jonbrian@sosialurin.fo – Eg gjørdi væl bara tað, sum eg hugsi at ein og hvør eigur at gera í slíkari støðu, sigur Sólrun Ørvarodd Mynd: Álvur Haraldsen – Eg haldi at tann fyrsta gula súkklublusan hevði eini fimm XL, men nú eru so eini trý X farin burturav, sigur Hans Falkvard Hansen flenn­andi Myndir: Álvur Haraldsen