hósdagur 29. mai 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. mai 2014 · Nr. 61
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Tað liggja sterkir týdningar
í okkara siðsøguliga máta at
síggja kyn upp á, sum stýra
mátanum vit síggja okkara
egna samleika uppá. Hvat,
ið fellur okkum nátturligt,
og hvat vit halda vera
náttúrligt at kvinnur gera
og menn gera, er bundið at
siðsøguligum viðurskiftum.
Samfelagið er bygt á sera
kompleksar
strukturar,
sum ikki kunnu broytast
uttan víðari, og vit hava
lyndi til at geva lívfrøðiligar
grundgevingar til, at menn
skulu gera ávísar uppgávur
og kvinnur ávísar uppgávur.
Tað sigur Erika Hayfield,
sum er Phd í Samfelags
vísind og granskar á Fróð
skaparsetrinum.
Hon heldur, at tað er av
týdningi, at vit tosa um kyn
og viðgera kynsmentanina,
og at vit fara burtur frá at
tosa um kamp.
- Tá tú tosa um kamp, er
ein mótstøðupartur. Javn
støða snýr seg um, hvat
er best fyri samfelagið, og
tað snýr seg ikki bara um
rættindi hjá kvinnum, men
eisini rættindi hjá monnum.
Eitt nú til at vera meira sam
an við sínum børnum, sigur
Erika Hayfield.
Hon leggur dent á, at
kynsmentan, samleiki og
leiklutir knýttir at kyni-
num er torført at taka upp
til viðgerðar, tí tað verður
ítalusett sum nakað nátt
úrligt. Men mentan kann
broytast – tað er ikki náttúr
ligt, sigur hon.
Rætturin til barsil
Av tí sama, eiga vit at tosa
um rættin hjá pápum at fara
á barsil, heldur enn tvang.
Kjakið, sum var í sambandi
við at geva pápum í Føroyum
tvær vikurs barsil avdúkaði
ein diskurs, har áskoðanin
á rættin hjá kvinnum og
monnum til barsil er heilt
hvør sín.
- Tað verður tosað um at
tvinga pápar á barsil, men
eingin tosar um at tvinga
kvinnur á barsil.
Kjakið avdúkaði, at vit
síggja forðingar heldur enn
rættin, tá talan fellur á, at
menn skulu sleppa á barsil.
Ofta verður grundgivið við,
at nógvir menn kunnu ikki
taka barsil, millum annað
tí teir arbeiða uttanlands,
men tað snýr seg jú bara um,
at gera eina skipan, sum øll
kunnu brúka, sigur Erika
Hayfield.
Hon heldur, at vit eiga at
oyramerkja barsil, tí tað er
tað einasta sum riggar, og
tí menn hava rætt til at fáa
møguleika fyri tí tilknýti til
børnini, eins og børnini hava
rætt til sín pápa.
- Vit hava lyndi til at tosa
um hetta sum ein náttúrlig
fordeiling av uppgávum, men
hesin spurningur er meira
kompleksur enn so. Diskurs
urin er, at tað er tað mest
náttúrliga, um kvinnan tekur
barsilin. Tað ger, at tað er tor
ført hjá einum manni at fara
til arbeiðsgevaran og siga, at
nú fari eg á barsil, sigur Erika
Hayfield og leggur aftrat:
- Vit vita, at tað er gott
fyri barnið, at tað er gott fyri
javnstøðuna í heiminum og
tað er gott fyri javnstøðu
na á arbeiðsmarknaðinum.
Ístaðin fyri at tosa um, hvat
ikki ber til, eiga vit at tosa
um, hvussu man innrættar
barsilsskipanina soleiðis, at
tað ber til. At hon er so rúm
lig, at hon kann brúkast av
øllum, sigur Erika Hayfield.
Familjuborin
vælferðarstatur
Í Føroyum arbeiða meira
enn helvtin av kvinnunum
niðursetta
tíð,
og
hetta
hongur saman við kyns
mentanini umframt kon
kretum forðingum á ar
beiðsmarknaðinum fyri, at
kvinnur arbeiða fulla tíð.
Okkara vælferðarsamfelag
byggir á eina ímynding um,
at kvinnurnar taka um end
an, sigur Erika Hayfield.
- Um tað eru uppgávur,
sum liggja á familjuni, og
tað liggur í luftini, at tað
er kvinnan, sum skal taka
sær av tí, er tað kanska
upplagt at velja at arbeiða
niðursetta tið. Haraftrat er
arbeiðsmarknaðurin
skip
aður soleiðis, at tað eru bein
leiðis forðingar fyri, at kvinn
ur arbeiða fulla tíð, sigur
Erika Hayfield.
Eitt nú vísur ein kanning
frá Heilsurøktarafelagnum,
at 12% av respondentunum
hava roynt at sleppa at
arbeiða fulla tíð, men tað
hevur ikki borið til. Í hesum
sambandi er tað komið fram,
at arbeiðsgevarar ofta ynskja
at hava fleiri at velja í millum,
tá eitt nú sjúka er. Haraftrat
vísti kanningin frá Manntal,
at 20 % av kvinnunum, sum
arbeiða niðursetta tíð sjálvar
halda, at tær arbeiða ov lítið.
- Tað eru sostatt beinleiðis
forðingar fyri, at kvinnur
sleppa at luttaka á arbeiðs
marknaðinum.
Nøkur av hesum viður
skiftum verða skilt og ítalu
sett sum ynski frá kvinnu
num, men tað er tað ikki
altíð, sigur Erika Hayfield.
Nógvir menn eru
ikki heima
Somuleiðis hevur tað stóran
týdning fyri okkara samfelag
og siðsøguligu mentan, at
menninir eru so nógv vekk.
-
3000
menn
arbeiða
ikki í Føroyum. Teir eru
simpulthen ikki her í long
um tíðarskeiðum, og tað
er ringt at hava javnstøðu,
tá bara annar parturin er
heima, sigur Erika Hayfield.
Vit hava ikki inrættað ar
beiðsmarknaðin
til
javn
støðu, og vit hava brúk fyri
Vit skulu
tosa um kyn
– ikki kamp
javnstøða
Okkara vælferðarsamfelag er bygt á, at
kvinnurnar taka um endan, sigur Erika Hayfield.
Hon heldur, at vit skulu burtur frá at tosa um
kamp, og heldur tosa um felagsáhugamál
Tøl frá Manntal vísa, at 20 %
av spurdu kvinnunum, sum
arbeiða niðursetta tíð, sjálv
ar halda, at tær arbeiða ov
lítið. Hetta bendir fyrst og
fremst á, at tað ikki altíð er
eitt ynski hjá kvinnuni, at ar
beiða niðursetta tíð.
Forðingar fyri, at kvinnur
eru í fulltíðarstøvum, eru
millum annað, at tær standa
fyri nógv størsta partinum
av tí húsliga arbeiðinum.
Sambært Eriku Hayfield
liggur tað so djúpt í okkara
mentan, at kvinnan tekur
sær av húsligum og umsorg
anar uppgávum, at tað kann
hava eina ávirkan á, at hon
velur at arbeiða niðursetta
tíð.
Haraftrat
kemur,
at
okkara vælferðarsamfelag
byggir á, at familjan tekur
ein part av ábyrgdini av
óhjálpnum, og tað merkir,
at sjálv skipanin byggir á, at
kvinnan tekur um endan.
Arbeiðismarknaðurin
Beinleiðis forðingar á ar
beiðsmarknaðinum finnast
millum
annað
innanfyri
fleiri fak, sum eru eru eyð
kend av, at hava nógvar
Forðingar á arbeiðsmarknaðinum
Erika Hayfield Ph.d í samfelagsvísind og granskari á Fróðskaparsetrinum, hevði eina framløgu
á ráðstevnuni um javnstøðu í Norðurlandahúsinum 27. og 28. mai, har hon millum annað vísti
á viðurskifti, sum føra við sær, at helvtin av føroysku kvinnunum arbeiða niðursetta tíð