Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 30. mai 2014 · Nr. 61 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin. fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum. Spurnarsíðan Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. spurningar og svar Her eru nøkur góð ráð til munnligar og skrivligar próvtøkur Munnligar próvtøkur • Ven teg við at leggja fram, tí at tað ger teg meira tryggan til próv­ tøkuna. Tú kanst til døm­is leggja fram fyri ein­um vini, vin­konu, for­eldr­um ella lesi­ bólki­num. • Les títt pensum væl. Tað er strævið, men tað er tann tryggasti veg­ urin til eina góða próv­ tøku. • Ger notatir til øll evn­ ini, soleiðis at tú altíð hevur okkurt at hála upp úr taskuni í fyri­ reik­ingini. • Minst til, at lærarin og próvdómarin ikki miðja ímóti at gera próv­tøkuna til eina ringa uppliving fyri teg, tvørturímóti. Próv­dóm­ar­in hevur leik­lut­in at tryggja, at próvtøkan fylgir galdandi reglum og er títt trygdarumboð. Lær­arin hevur onki anna­ð ynski, enn at tað skal ganga tær væl. Í fyrireikingartíðini • Ikki byrja at lesa uppá í fyrireikingartíðini. Tú nært ikki at lesa eitt heilt kapittul kortini. • Skriva allar tankarnar, sum tú hevur um evnið, nið­ur. Byrja at skriva bein­anvegin tú kemur inn til fyrireiking. Tað koma heilt víst nøk­ ur gullkorn niður á pappír­ið! • Trúgv uppá, at tú dugir! Sjálv próvtøkan • Minst til, at tað er í lagi at vera nervøs. Um tú í ringasta føri ristist av ótta, sig tað so, tí tað lættir um at boða frá trupulleikanum, og hetta kann vera við til at minka um óttan. • Tú kanst gott siga, at tú ikki veitst okkurt, men royn at svara kortini, tá lærarin spyr teg, tí tað kann vera, at tað er rætt! • Minst til at fáa tíð til at siga alt tað, sum tú hevði sett tær fyri í fyrireikingartíðini. Skrivligar próvtøkur Áðrenn próvtøkuna • Lat vera við at lesa sama dag, sum tú skalt upp. Heilin klárar ikki at rúma meira, og tú kanst ikki vera meira fyrireikað/-ur. • Syrg fyri, at skil er á tínum notum, soleiðis at tú ikki skalt róta runt í teimum til sjálva próvtøkuna. • Et ein góðan morgun­ mat, sum mettar væl, so at tú ikki verður svong ella svangur undir próvtøkuni. • Gakk ein túr, áðrenn tú skalt til próvtøku, so heilin fær fríska luft. • Ger eina lítla ætlan yvir, hvussu langa tíð tú skalt brúka til hvørt evni, soleiðis, at tú ert vís/-ur í, at tú nært alt. Undir próvtøkuni • Les øll evnini væl, áðrenn tú velur, hvat tú vilt skriva um. Og lat so vera við at broyta meining, tá tú ert byrjað/-ur at skriva. • Hav okkurt lekkurt við til próvtøkuna, t.d. bomm, frukt og vatn, so at tú ikki kemur at mangla orku. • Les svarið hjá tær gjølla. Har eru uttan iva onkrar villur, sum tú akkurát nært at rætta. Spurningur 1 Hvussu fær mann danskt CPR.nr. og Nem-ID, tá ið mann skal lesa uttanfyri Føroyar? Lestur í Danmark Tá mann sum føroyingur flytir til Danmarkar, skal mann fyrst og fremst fara til Borgerservice hjá tí kommununi, sum mann flytir til, og boða kommununi frá flytingina. 1a. Um mann hevur danskt CPR.nr. kann mann fáa Nem-ID beinanvegin, um mann ikki longu hevur tað. 1b. Um mann ikki hevur danskt CPR.nr., fær mann tað so skjótt mann boðar frá flyting til eina danska addressu, og so kann mann fáa Nem-ID. Tað kann m.a. brúkast til almennar stuðulsskipanir sum t. d. SU, sum mann kann søkja talgilt um gjøgnum ”minSU”. Lestur uttanlands 2. Um mann skal lesa uttanfyri Danmark og hevur danskt CPR.nr. í sínum passi og hevur havt addresssu, sum er skrásett hjá Folkeregisteret í Danmark, kann Nem-ID útflýggjast fyri 200 kr. á donsku sendistovuni í tí landinum mann er. Mann kann eisini fáa Nem-ID undan fráferð úr Føroyum gjøgnum Ríkisumboðið. 3. Um mann ikki hevur danskt CPR.nr. skal mann fyrst søkja SU-styrelsen um góðkenning av útbúgvingini og uppptøku á útbúgvingini, sum mann skal hava góðkenda. Síðani skal mann søkja um SU-stuðulin á einari pappírsumsókn og upptøkubrævið skal leggjast við. Eitt avrit av passinum og eitt “Tro og love”-oyðublað skulu sendast saman við umsóknini til SU. So syrgir SU fyri at seta seg í samband við SKAT í Danmark, sum gevur tær eitt danskt CPR.nr. Fyri at fáa Nem-ID noyðist studenturin at møta persónliga hjá Borgerservice í einari danskari kommunu. Hav neyðugu skjølini so sum CPR.nr. og pass við. Við Nem-ID kann mann samskifta við SU ígjøgnum “minSU”. Mann kann gott fáa bæði SU-stipendium og SU-lán við pappírsumsóknum (uttan Nem-ID), men tað tekur longri tíð enn við Nem-ID. Vinarliga Bjørg og Holger Spurningur 2 Ber til at skifta miðnámsskúla? Vit vera ofta spurd, um tað ber til at skifta miðnámsskúla. Um tað ber til millum miðnámsskúlar í Føroyum, og um tað ber til millum lond, oftast millum Føroyar og Danmark. Svar Tá tað snýr seg um at skifta millum miðnámsútbúgvingar í Føroyum, kunnu næmingar fram til 1. oktobur fyrsta skúlaár skifta miðnámsútbúgving, uttan at krøv verða sett, tó ber bert til at byrja nýggja útbúgving, um pláss er. Snýr tað seg hinvegin um at skifta miðnámsútbúgving aftaná 1. ella 2. árið, skalt næmingurin senda eina umsókn umvegis teldupost til skúlan, sum søkt verður inn á. Her skal upplýsast og prógvast, hvar næmingurin hevur gingið fyrsta og møguliga annað árið og próvtøl og prógv fyri uppmøting skulu sendast við. Um næmingurin ikki hevur havt eina ella fleiri lærugreinar, sum eru kravdar á nýggju miðnámsútbúgvingini, hevur næmingurin sjálvur ábyrgdina at lesa hesa/-r sum sjálvlesandi og fara til próvtøku. Tað er ongin freist at søkja um at skifta miðnámsútbúgving, men jú fyrr, tess betri, tí nógv praktisk viðurskifti skulu avgreiðast, og eru flokkarnir fullir, ber ikki til at vera upptikin. Vinarliga Holger og Bjørg Nú er próvtøkutíð