Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. mai 2014 · Nr. 61 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 alistiska búskapinum. Við data­ grundarlagi, nógvar ferðir størri og víðfevndari enn nakar áður hevur kunnað savnað og greinað, vísir Piketty, hvussu fíggjarligi ójavnin er vaksin støðugt, serliga frá 1980, og økist nú við størri ferð enn nakrantíð. Úrslitið er, at ein lítil minniluti legst á ein støðugt størri part av øll­um ríkidømi - í einstøku lond­ unum og í heiminum sum heild - og at gjógvin millum tey og miðal- og lág­lønarstættirnar bara økist. Smb. Piketty er ein av orsøkunum til veksandi ójavnan, at avkastið av ognarkapitali veksur søguliga umleið tríggjar ferðir so skjótt sum úrtøkan av arbeiði. Beint nú, sigur Piketty, veksa ríkmannaognirnar við 6-7% um árið, meðan aðrar inn­ tøkur veksa 1-2% Miðsavningin av ríkidømi á ovastu rókum kann føra til óstabil­ itet og undirgrava demo­kratisku skip­anina og enda við einum fámannaveldi – einum sonevndum plutokrati. Ráðini hjá Piketty eru at temja up­phópingina av ognarríkidømi hjá yvirklassanum og leggja nógv størri dent á fíggjarliga um­for­ deiling ella útjavning, m.a. við økt­ um progressivum skatti, bæði á lønarinntøkur, kapitalvinningar og serstakliga á kapitalognirnar. Í øðrum lagi mælir Piketty til at leggja ein sosialt forsvarligan botn undir minstulønirnar og eina sterkari skipan av fakfelagsrørsluni til at standa í móti stjóra- og ognar­ fólkinum. Tí hesi hava havt eina veksandi politiska ávirkan, ið hevur viðvirkað til at grundfesta teirra privilegeraðu støðu í samfelagnum – á nakað sama hátt sum aðalin og hægsta borgaraskapið í 19. øld og heilt fram til Fyrsta Heimsbar­daga. Í triðja lagi mælir Piketty til at leggja størri áherðslu á útbúgving. Íløgur í útbúgving er ein tann týdn­ ingarmiklasti hátturin at minka veksandi gjónna millum inntøkur, ið stava frá arbeiði og inntøkur frá kapitalognum. Føroyska høgrasamgongan ger alt tað øvugta Síðani høgrasamgongan tók við á heysti 2011 hevur hon framt koll­ veltingarligar broyting­ar til ein­vísan frama fyri háinntøku­bólkarnar í Føroyum. Grefligasta dømið er tann illa gitni flatskatturin, har 340 mió. kr. vóru tiknar úr búskapinum og givnar út til teirra á ovastu rókum. 3 talandi dømi um asosiala flatskattalættan: • Inntøkur 200 - 250.000 kr. árliga fingu uml. 100 kr. um mánaðin • Inntøkur 500 - 550.000 kr. ár­liga fingu uml. 3.300 kr. um mán­ aðin • Inntøkur 900.000 – 1 mió.kr ár­liga fingu uml. 7.000 kr. um mán­aðin Omaná kemur forskattingin av pensjónum og lógartvungna eftir­ lønar­uppsparingin, ið báðar venda sosialt øvugt við tunga endanum niðureftir. Gávubræv á milliardir reiðarar Føroyar hava seinastu árini fingið lut í ovurstórum tilfeingi, serliga av uppisjóarfiski. Virði fyri fleiri milli­ ardir á hvørjum ári. Men borgarliga landsstýrið heldur fast um, at hesi virði skulu tillutast ein fámentum úrvalsliði av skipaeigarum fyri onki. • “Yvirskotið hjá uppisjóarflot­ an­um hevur verið um 250 mió. kr. seinastu árini, og eigararnir hava tikið um 150 mió. kr. út í vinningsbýtið um árið. • Komandi 4-5 árini fer yvirskotið í pelagisku vinnuni at verða góðar 750 mió. kr. árliga. • Roknast kann við, at eigararnir fara at taka sær um 5-600 mió. kr. út úr vinnuni um árið” sigur Kári Petersen, búskapar­frøð­ ingur við Sosialin 4. apríl 2014. Sí myndina: »Eginpenings­ avkastið«. Avkastið hjá eigarunum er øgiligt Hetta er sjón fyri søgn av myndini omanfyri, ið er gjørd úr talvu hjá Kára Petersen í Sosialinum 2. mai 2014. Fyri at vísa hvussu øgiligar fyrimunir uppisjóarvinnan hevur av tillutaða einkarrættinum til hetta fiskatilfeingið, samanber Kári tvey feløg í uppisjóarvinnuni við nøkur onnur partafeløg, ið annars eisini ganga sera væl, men virka uttan líknandi framíhjárættindini sum uppisjóarvinnan hevur. 4.700 føroyingar í fátækraváða Samgongan gevur meir enn 340 mió. kr. í skattalætta um árið til teirra, sum frammanundan eru best fyri í Føroyum. Samgongan lutar árligar gávur út fyri milliardir til eitt lítið úr­vals­ lið av skipaeigarum. Samstundis vísir nýggja inn­tøku­ uppgerðin hjá Hagstovu Føroya, at talið av fólkum, ið liva undir fátækramarkinum í Føroyum vaks við 500 fólkum frá 2011 til 2012. Uppgerðin vísir, at henda trupla støðan serliga rakar stak­ar uppi­ haldarar, aðrar smábarna­familjur og pensjonistar. Hvat hevði tað kostað at lyft øll úr fátækraváða? Hagfrøðingurin Jón Joensen hev­ ur roknað upp á tølini fyri at finna fram til, hvussu nógv tað hevði kostað at lyft øll tey 4.700, ið liva í fátækraváða, upp um fátækra­ markið. Úrslitið hann er komin til er undrunarvert. Hevði tað borið til at rokkið hvørjum einstakum, ið livir undir fátækramarkinum, hevði tað kostað 78 mió. kr. at lyft øll uppum. Rættari er óivað at siga, at hetta er tann samanlagda upphæddin, sum tey 4.700 fólkini tilsamans eru undir fátækramarkinum. Hartil hevði so komið kostnaðurin av tí sosialpolitiska átakinum, sum skuldi verið sett í verk fyri at fremja uppgávuna. Jón Joensen hevur eisini roknað eitt dømi, hvussu lítil broyting ella um­fordeiling í inntøkubýtinum hevði kunna givið júst 78 mió. kr. Um man t.d. gjørdi tað mest einfalda og skar tann allarovasta toppin av inn­tøkunum hjá teim 286 hægst­løntu føroy­ingunum, so hvør einstakur teirra hevði 800.000 kr. eftir aftaná skatt, so hevði tað givið júst 78 mió. kr. Ein progressiv skattanýskipan Skal tað bera til at gera eitt rætt­ vísari og javnari býti av ríkidøm­ in­um í Føroyum, er ongin ivi um, at høvuðsleiðin gongur eftir eini skattanýskipan, ið bæði ger lands­ skattin, kommunuskattin og kapi­ talvinningsskattin pro­gressiv­an, setir ein byrjandi kapitalognarskatt á skrá - og samstundis minkar mest møguligt um tann mest asosiala skattin av øllum, mvg-ið á øllum húsarhaldsvørum. tíðargrein Framhald av síðu 11 Samgongan gevur meir enn 340 mió. kr. í skatta­ lætta um árið til teirra, sum frammanundan eru best fyri í Føroyum. Samgongan lutar árligar gávur út fyri milliardir til eitt lítið úr­vals­lið av skipaeigarum. Samstundis vísir nýggja inn­tøku­uppgerðin hjá Hagstovu Føroya, at talið av fólkum, ið liva undir fátækramarkinum í Føroyum vaks við 500 fólkum frá 2011 til 2012