hósdagur 29. mai 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 30. mai 2014 · Nr. 61
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Hans Pauli Strøm
fyrrverandi landsstýrismaður
Tórbjørn
Jacobsen
Karin
Kjølbro
Hans Pauli
Strøm
Sámal Petur
í Grund
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Jógvan
við Keldu
Eg gleðist um, at vit liva í einum
góðum landi, har javnari er millum
landsins borgarar enn flesta aðra
staðni í heiminum.
Enn er tað so - hóast vit eru farin
nøkur stig eftir hæli hesa tíðina
við høgrasamgonguni hjá Kaj Leo,
Jørgen Niclasen og Jenisi av Rana,
ið hava gjørt sítt ítarsta fyri at økja
um ójavnan og sáa illgresi millum
landsins borgarar.
Tíbetur bendir nógv á, at teirra
dagar eru taldir - at tann tíðin kanska
longu er farin, sum Jørgen profeteraði
um í valstríðnum í 2011, at “framtíðin
er borgarlig” - í hansara asosiala
týdningi . Aðrir vindar blæsa og aðrar
sannroyndir verða staðfestar, bæði
her á landi og víða um heim.
Javni móti ójavna
á dagsskrá
Tað er nevnliga so, at fíggjarligur
og sosialur javni mótvegis ójavna
er blivið eitt av heitastu málunum
á dagsskrá, hjá altjóða búskapar-
og menningarstovnum sum OECD,
Altjóða
valutagrunninum
IMF,
World Economic Forum, gitnum
tíðarritum sum The Economist
o.l. og í tjakinum millum heimsins
mætastu samfelags- og búskapar
frøðingar.
Sjálvi hoyrdu vit hugfangandi
framløgu um hetta frá Robert Wade,
professara við London School of
Economics, í Norðurlandahúsinum
fyri hálvaaðru viku síðani.
Hann vísti sannførandi, hvussu
liberalistiska høgrarákið, ið hevur
verið ráðandi líka frá Thatcher’s
og Reagan’s døgum, hevur skapt
ein støðugt veksandi fíggjarligan
ójavna í flest øllum OECD-londum.
Grefligasta dømið hann nevndi
var, hvussu stóran part tey ríkastu
1 prosentini í USA hava tikið av
vøkstrinum í landsins ríkidømi:
síðstu 25 árini er teirra partur øktur
úr 45 upp í 95%.
Eitt annað dømi var, hvussu
nógvar ferðir størri stjóralønirnar
vóru enn miðallønin hjá starvsfólk
unum í ríkastu fyritøkunum í Týsk
landi, Bretlandi og USA:
Týskland: 90 ferðir størri
Bretland: 185 ferðir størri
USA: 324 ferðir størri.
Ójavni skaðar alla
samfelagsmenning
Ein skjalprógvað niðurstøða er, at
tann veksandi fíggjarligi ójavnin
hevur verið ein meinbogi fyri
samfelagsliga menning:
•
ójavnin darvar búskaparligan
vøkstur, so sum t.d. IMF vísir á,
•
ójavni skaðar almannaheilsu
støðuna, smb. granskaraverkin
um, The Spirit Level hjá Wilkins
on and Pickett,
•
ójavni undirgravar demokratiska
hugburðin í samfelagnum og
kann skeikla politiska valdsbýti
til frama fyri ríkmannaliðini,
smb. granskingar hjá Wade sjálv
um o.ø.
IMF ávarar móti ójavna
Mong, ikki minst á høgravonginum,
mundu hvøkka við, tá sjálvur Al
tjóða Valutagrunnurin IMF staðfesti
í eini frágreiðing í februar í ár, at
fíggjarligur ójavni er oyðileggjandi
fyri búskaparligan vøkstur.
Trý høvuðspunkt hjá IMF eru:
•
Størri javni hevur góða ávirkan
á størri og varandi búskapar
vøkstur,
•
Javning av inntøkum við skatti
og veitingum hevur góða ávirk
an á vøkstur,
•
Tað er eitt mistak at leggja
alla áherðslu á vøkstur og lata
ójavnan klára seg sjálvan - av tí
kemur bæði lægri og óstøðugari
vøkstur.
Fíggjarliga og sosiala
waterpassið
Fyri fáum árum síðani kom slóð
brótandi bókin, “The Spirit Level”,
ið er samanfatingin av granskingar
verkinum hjá Wilkinson og Pickett.
Spirit level er bretska heitið fyri
waterpass, og snýr bókin seg um tað
samfelagsliga waterpassið. Fyrsta
útgávan í 2009 hevði undirheitið:
“Why greater equality makes socie
ties stronger”.
Sí diagram »Jú javnari samfelag, jú
betri lívskor«.
Myndin vísir samanhangin millum
fíggjarligan ójavna og sosial- og
heilsulívskor.
Her eru 22 lond sett á kortið, eftir
hvar tey standa á tveimum stigum:
-
jú størri ójavna, jú longur út í
høgru síðu á kortinum,
-
jú verri sosial- og heilsulívskor,
jú longri uppi á kortinum
Sum dømi: USA hevur hægstu tøl
ini fyri ójavna og ringastu tølini
fyri sosial- og heilsukor, og liggur tí
ovast í høgra horni. Hinvegin liggja
lond sum Føroyar, Noreg, Japan,
Svøríki, Finnland og Niðurlond
lægst í ójavna og best í sosial- og
heilsukorum, og liggja tí niðast til
vinstru á kortinum.
Tann reyða strikan staðfestir
tendensin: jú størri ójavni í land
inum, jú verri eru lívskorini hjá
landsins borgarum.
Talið fyri sosial- og heilsukor er
sett saman av upplýsingum um:
livialdur, barnadeyða, útbúgving,
trygd, tunglyndi sálarsjúku, ovur
fita, rúsmisnýtslu, sosiala fastlæsing,
fongsling, harðskap og morð.
Tølini fyri Føroyar havi eg sjálv
ur sett inn eftir samanberandi met
ingum við hini Norðurlondini.
Kapitalurin í 21. øld
Soleiðis er heitið á mest umrødda
og tjakelvandi yrkisliga bókaverki í
langar tíðir. Ummælarir kring allan
heim skýra hetta ta týdningarmestu
analysuna av kapitalismuni í okk
ara tíð. Rithøvundurin er franski
búskaparfrøðingurin
Thomas
Piketty.
Høvuðssjónarmiðið í “Capital –
in the Twenty First Century”, sum
enska heitið er, er at veksandi ójavni
er ein inngrógvin táttur í kapit
Ójavni er skaðiligur fyri búskapin,
lívskorini og demokratiið
Framhald á næstu síðu
Miðsavningin av ríkidømi á
ovastu rókum kann føra til
óstabilitet og undirgrava demo
kratisku skipanina og enda við
einum fámannaveldi – einum
sonevndum plutokrati