Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. mai 2014 · Nr. 61 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eini gleðiboð fyri alt fólkið! Hetta var boðskapurin, sum einglarnir á sinni sungu fyri teimum bilsnu seyðamonnunum. Hetta hendi um náttina. Tað er jú um náttina, at tey blíðastu og mest bersøgnu orðini verða søgd. Frændur syngja í einum av sínum sangum: ”Tað, sum dagur ikki sá, kann náttin ofta hoyra”. Ella sum Viderø sigur í síni ferð til Jorsala (í míni broyttu útgávu): “...náttin er fjálg og mild ... Alt tað, sum dagurin havnar og rekur frá sær, tað tekur náttin í favn... Hon setur ongar dómstólar og dømir ongan... Men hon hugsar sítt og tað djúpt og hómar við sínum blindu eygum fyri aftan alt hetta, størri ætlanir og hægri tilgangir, enn dagurin grunar”. Krists Himmalsferðardagur er júst farin aftur um bak. Vit liva í eini tíð, har nógv verður tosað um margmiðlar, málbólkar og miðlastrategiir. Hvussu røkka vit best málbólkunum? Og raka vit yvirhøvur nakran, um vit royna at raka øll? Hvussu gerast vit sjónlig? Well, um hetta er tað altavgerandi, so fóru einglarnir heilt skeivir, tá teir tosaðu til alt fólkið. Vit kunnu spyrja okkum spurningin, hvussu miðlingin hevði sæð út, um Jesus hevði havt ein kunningarráðgeva í sínum 12 mannahópi. Hevði hesin so ikki sagt: - Tú skalt siga tað einfalt og ofta! - Vel tær ein málbólk! - Ger tað eisini visuelt, so tað riggar til eina powerpoint-framløgu! Men so var ikki tvørturímóti. Krists himmalsferðar­ dagur merkir, at sjónliga bleiv ósjónligt. Tað nær­ ver­andi bleiv nærverandi í tí fráverandi. Tað, sum var, bleiv tað, sum er, og sum kemur. Hetta er marknaðarføringsstrategi, sum hevði verið kolldømd á staðnum. Alt ov fløkt. Men hinvegin, so hevur hon nú hildið í 2000 ár. Sjálvandi skulu vit hugsa um, hvønn vit tosa við. Hvør “málbólkurin” er. Men vit skulu heldur ikki gloyma, at tað er ikki nógvastaðni longur í okkara samfelagi, har ættarliðini, mál­bólk­ arnir, eru saman. Tey gomlu eru á stovni, og børnini eru eisini savnað saman á stovni við tilboðum, sum samfelagið hevur at bjóða. Tað er sum ein maður segði herfyri: – Fyrsta hegnið her í bygdini fingu vit, tá barnagarðurin kom! Tey ungu skulu bróta mørkini, og tey gomlu skulu oysa av sínum royndum og ressursum. Men vit skulu heldur vera bangin fyri at ásanna, at onkuntíð skulu ættarliðini eisini vera saman. Hóast kirkjan kann spesialera seg við bæði sunnudagsskúla, spaghettiguðstænastum og single-guðstænastum, so er kirkjurúmið enn fyri alt fólkið. Har eigur tað fjara eigur at kennast nærverandi, og tað ósjónliga kemur til sjóndar. Hetta er ímóti allari miðlaserfrøði. Men soleiðis er tað. Ella vit kunnu spyrja, sum stórskaldið Søren Ulrik Thomsen spurdi á Býarbókasavninum týskvøldið: - Riggar tað? - Er tað neyðugt? Jú, tað bæði riggar, og tað er neyðugt. Boðini um frið og góðan tokka! Og tað hevur hildið í 2000 ár. Gott vikuskifti, nú halgan stundar til! Theodor Eli Dam Olsen prestur EYGA MÁLIÐ Søgn fyri sjón kjak kjak Sig mær, hví er vinnan kvirr? Høgni Hoydal Fiskivinnupolitkkurin hjá sitandi samgongu kann uttan iva best samanberast við, tá ið nýggjur pávi skal veljast í Rom. Eitt lið av kardinalum situr í einum herbergi í Vati­kaninum og skal velja nýggjan páva. Ongin veit, hvør er í upp­ skoti – tó at gitingar eru. Ongin veit, hvussu valt verður og eftir hvørjum kri­ terium. Og ongin veit, hvørji áhugamál og hvørjir valds­ dystir fara fram handan múrarnar. Uttanfyri á torginum stend­ur fólkið og umboð fyri øll tey, ið skulu liva við avleiðingunum og hyggja at einum skorsteini. Onkuntíð kemur svartur roykur sum boð um, at valdstelvingin inn­ an fyri um okkurt upp­skot, ikki hevur vunnið undirtøku. Men einaferð kemur so hvítur roykur: Einhvør niðurstøða er komin! Soleiðis verður okkara høvuðsvinna og atgongdin til okkara virðismesta tilfeingi á sjónum stýrd í Føroyum í dag. Ja, enntá er tað meira afturlatið og tilvildarligt enn pávavalið í Rom. Tí ong­ in veit, hvør verður valdur at taka avgerðirnar, og hvør stendur til svars fyri tær. Onki torg er hjá fólki at eygleiða svartan ella hvítan royk úr Tinganesi. Og her fer tað fram á hvørjum ári. Fólk kring landið hava fingið vátan vøtt Á fimta ári situr nú øll fiskivnnan út í juni mánað og bíðar við bivandi hjarta. Hvør verður skipanin við makreli og sild? Hvat kunnu vit ger okkum út til? Reiðarí og samtøk og hug­ að fólk, sum hava sæð ein møguleika at skapa vinnu og arbeiðspláss kring landið, hava undanfarin ár gjørt seg út. Kýtt seg og roynt at skipa møguleikarnar. Í Vági, í Hvalba, í Sandoynni, í Tórshavn, í Vestmanna, í Vág­unum, í Eysturoynni, í Norðuroyggjum og aðra­ staðni við. Men tey hava fingið vátan vøtt, tá ið hvíti roykurin loksins kom úr Tinganesi. Her vóru nú gjøld og treytir og tilvildarlig býti kunngjørd, sum ongin visti um ella kundi laga seg til. Bert tey, ið høvdu møgu­ leika við egnum ella út­ lendskum kapitali at selja og manerera ímillum tilvildina við at keypa og selja skip við kvotum, høvdu møgu­leika at taka lut í vinnuni. Hetta er bara ófatiligt, at nakar góðtekur slíka skipan. Og eitt bragd er tað, at fólk, ið hava verið fyri støðugum vanbýti, enn royna at at reka vinnu í Føroyum eftir hesum treytum. Tig ella miss! Og vit vita helst øll, hví ongin torir at mótmæla í vinnuni. Tí øll mugu royna at halda seg væl við politiska valdið – um ikki vandi skal verða fyri at missa møguleikar. Kappingin er um vælvild politikaranna, og tí er kvirt sum í grøvini um hesa vitleysu, órættvísu og óhaldføru skipan. Hvar eru Reiðara­fe­lag­ ið? Feløgini hjá skipa­bólk­ um? Fiski­manna­felag­ið? Meginfelag Útróðrar­manna? Føroya Ráfiska­keypara­ felag? Felagið hjá peninga­ stovnunum? Fakfeløgini í Føroyum? Vinnuhúsið? Kvirrari enn kvirr, tíverri. Fari staðiliga at heita á øll, sum umboða vinnuna í Føroyum – arbeiðsgevarar sum fakfeløg – um at bróta tøgnina. Ítøkiligu boðini og politikkurin hjá Tjóðveldi Ístaðin verður øgilig orka brúkt at seta spjaldur á og fordøma øll tey, ið hava víst á aðra leið. Ja, tá er tað sum maskinbyrsuskot frá vinnuumboðum og enntá frá Fiskimannafelagnum, sum vilja mála allar ræðuleikar fram, um nøkur broyting skuldi verið gjørd. Vit í Tjóðveldi hava støð­ ugt ført fram og lagt fram á ting: • Tey veiðirættindi og tað tilfeingið, ið vit sum tjóð eiga, skulu ikki seljast ímillum privat feløg. Tú kanst ikki selja tað, ið tú ikki eigur. Tilfeingið er ogn hjá øllum fólkinum og øllum komandi ættar­ liðum. Keyp og søla mill­ um privat av politiskt út­ lutaðum fiski­rætt­indum er bert spekulasjón við fólksins ogn, sum sýgur tilfeingisrentuna og stór tilfeingisgjøld úr vinnuni og samfelagnum – yvir til tey, sum fara úr vinnuni. (Tí hava vit eisini fýra ferðir lagt uppskot fram á ting um at seta bann fyri allari sølu av fiskirættindum og veiðiloyvum, og at ónýtt rættindi falla aftur til landið. Men tey eru tíverri feld hvørja ferð). • Tann, sum vil reka vinnu, situr eftir við ovurstórari skuld og kapitalkostnaði av at keypa frá øðrum. Útlendskur kapitalur leggur seg omaná øll veiðirættindi og tekur tann stóra vinningin. Í dag er stóru partur av øll­um flotanum – bæði á heimaleiðum sum á fjar­leiðum farin undir útlendska ogn og stýrin. • Og fiskimaðurin? Hann fær ikki eitt oyra, tá ið skip verða keypt og seld við veiðiloyvum í dag! Men hann rindar fyri tey gjøld, sum landsstýrið í dag leggur á tilvildarliga sum eitt annað skrivstovuveldi úr fortíðini. • Tí skulu vit fara frá eini skipan, har veiðirættindi verða lutað út politiskt og síðani seld og keypt í spekulasjón, til eina skipan, har landið bjóðar fiskirættindi út at brúka fyri ávís tíðarskeið – á einum gjøgnumskygdum, almennum marknaði. Ongin kann eiga ella leggja seg omaná fiskirættindi. Tú hevur tey til leigu ella til brúks eina tíð – og rættindini fella aftir til landið, tá ið tíðarskeiðið er liðugt. Eisini fella øll ónýtt rættindi aftur til landið. • Vit krevja, at bert feløg, ið kunnu prógva, at tey og allir eigarar eru skattskyldug í Føroyum og at ongin útlendskur kapitalur er stýrandi, kunnu taka lut í at bjóða seg fram at gagnnýta før­ oysk rættindi. • Vit krevja við lóg, at øll feløg skulu halda allar sáttmálar hja føroyskum mann­ingarfeløgum og at ongin kann turka rokningina fyri veiði­rætt­ indi yvir á manningina. • Og sjálvsagt skal øll veiða bjóðast út í Føroyum, so­ leiðis at føroysk virki hava møguleikan at kapp­ ast um at fáa sum mest burturúr rávøruni. • Harafturat er okkara stovnsrøktarpolitikkur og krøv um at fáa alt tilfeingið til lands (sum vit hava lagt fram óteljandi ferðir á tingi) óbroyttur lutur í okkara politikki. Sig mær, hvat er at óttast? Á henda hátt kann tryggj­ ast, at vinnan fær hald­før­ ar, varandi og gjøgnum­ skygd­ar karmar. Og at somu kappingartreytir og møgu­ leikar eru hjá vinnulívsfólki kring landið at bjóða seg fram og virka. Skiftið frá teirri verandi skeivu og tilvildarligi skip­ anini til ta nýggju skipanina, skal sjálvsagt gerast skipað og nærlagt. Royndarskipanir og ein líðandi almenn útbjoðing, har ivamál kunnu greiðast og óhepnar avleiðingar ella vantandi kapping kunnu fáast í rættlag, eru sjálv­ sagdar. Eftir at hava hoyrt so nógvar útspillingar og snar­ ingar av okkara politikki, vil eg fegin spyrja: Hvat er tað, ið okkara boði um broyting, sum fólk og vinna halda vera skeivt? Aftur í ár skulu vit uppliva, at tann føroyska høvuðsvinnan og samfelagið alt situr og bíðar út í juni mánað eftir, at nakrir samgongupolitikarar skulu býta – og bítast um – makrel og sild fyri milliardir út á reiðarí og skip. Hví elvir hetta ikki til harðlig mótmæli frá vinnuni og krøv um vit og skil og rættvísar vinnukarmar? – Tí ongin í vinnuni torir at at tala at, av ótta fyri at missa í politiska talvinuma