Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. mai 2014 · Nr. 61 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttur Jóannes Hansen 11. umfar er á skránni hesa ferð. Undan 10. umfari vóru øll tey liðini, sum skuldu spæla á útivølli, roknað at vera favo­rittar. Úrslitið var, at tveir dystir endaðu við javn­leiki – Skála-EB/ Streymur og B68-ÍF – og at tríggir dystir endaðu við úti­ sigrum. Higartil eru 50 av teimum 135 dystunum í ársins lands­ kapping avgreiddir. Upp­telj­ ingin sigur, at samlaða mál­ talið er 161. Hetta er bara eitt mál færri enn máltalið var, tá ið kappingin í fjør var tíggju umfør gomul. Eftir tíggju umfør í fjør var býtið millum heima­ sigrar, javnleikir og úti­sigrar 20-18-12. Í ár er tað merkis­ vert, at útisigrarnir hava verið væl fleiri: 21-14-15. At býtið er øðrvísi, og at úti­ sigrar­nir hava verið fleiri kemst av, at tey bæði liðini, sum einsa­møll kappast um FM heitið, hava verið so sera sann­førandi á útivølli. Tólv ár síðani seinast Dómari: Tað verður ofta tikið til, at tað hjá vertunum ongantíð spælir væl av, tá ið KÍ spælir landskappingardyst á norðoyastevnu. Tølini siga, at nógvu tey seinastu árini hevur tað verið soleiðis, og tí hevur tað ikki verið so galið fyri teir har norðuri, at tað seinnu árini ofta ikki hevur verið landskapping tað viku­skiftið, tá ið stevnan í Klaksvík hevur verið á skránni. Tað kemst av, at hetta vikuskiftið fleiri ferðir hevur verið eitt av teim­um, tá ið HM ella EM undan­kapping hevur verið á skránni. Víkingur vitjar í Klaksvík norðoyastevnuaftan. Um teir í Klaksvík skulu stuðla seg til tøl, so er tað heldur 1-0 sigurin á Víkingi fyrr í ár enn úrslitini í landskappingar­ dystum á norðoyastevnu, sum KÍ legan fer at halda seg til. Tølini siga, at tað eru tólv ár síðani, at KÍ vann á landskappingardyst á norðoyastevnu. Sunnudagin 2. juni í 2002 var úrslitið 3-1 ímóti EB/Streymi. Tveir av KÍ spælarunum, sum vóru við ta ferðina, eru framvegis á liðnum. Teir eru málverjin Meinhardt Joensen og mið­ vallarin Atli Danielsen. Seinastu umførini hevur tað ikki gingið væl hjá Eyðuni Klakstein og hansara monn­um. Úrtøkan burturúr trimum teimum seinastu ferð­unum er eitt stig. Eftir tepra 2-1 tapið ímóti HB síðsta sunnudag dugdi venj­ arin tó at síggja glottar: – Avrikið var uppreisn, tá ið sammett verður við bumm­túrin á Toftum. Vit vunnu tó einki stig, men so mugu vit vinna tey ímóti Víkingi, sum vit fyrr í ár vunnu tætta uppgerð ímóti í Klaks­vík, sigur Eyðun Klakstein. Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen harmaðist sunnu­dagin um heimatapið ímóti B36. Í fjórðingsfinaluni í steypa­kappingini 27. apríl vann Víkingur 3-0 á heima­ vølli ímóti KÍ. – Vit hava spælt tríggjar dystir í eina viku. Nú hava vit havt eina viku at fyri­ reika okkum, og tað eigur at síggjast á avrikinum allar 90 minuttirnar á norðoya­ stevnu, sigur Víkinga venjarin, sum ásannar, at fyribils snýr tað seg um hjá Víkingi at kappast um bronsuplássið m. a. við KÍ. Gull og silvur í Fuglafirði Dómari: Gongdin higartil í ár hevur verið sera misjøvn hjá meistarunum í HB og silvur­ vinnarunum í ÍF. Tá ið liðini hittust í Gundadali í 2. umfari vann HB 3-1, eftir at ÍF hevði verið frammanfyri 1-0. Mikukvøldið endaði tað 1-1, tá ið ÍF vitjaði B68. Hóast fugl­firðingar mistu sigurin í næst­síðsta minutti, so var venjarin Albert Ellefsen ikki so vónsvikin, og hann sá møgu­leikar í avrikinum, sum tað kann byggjast á: – HB er eitt sera gott lið, so tað verður stór avbjóðing. Ímóti B68 fokuseraðu vit sera nógv á verjupartin, ið dystirnar frammanundan ikki hevði verið sannførandi, og tað var nógv betri, stað­ festir ÍF venjarin. HB venjarin broytti sítt lið eitt sindur eftir steðgin í Klaksvík, og tá var fótbólts­ spælið betri, enn tað hevði verið frammanundan. Av­ Rás2 í Klaksvík Um vikuskiftið verður Rás2 í Klaksvík til stevnudystin millum KÍ og Víking, sum verður leygarkvøldið klokkan 19. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Fótbólts­panelið verður eisini fríggjadagin seinnapart klokkan 16. LIÐ TÍÐINDI AB Skaddur: Karstin Højgaard (Fóturin, óvist) Ivasamir: Dion Splidt (lærið), Andras Brixen Vágsheyg (lærkrikin), Jógvan Skeel Nolsøe (fóturin) Við aftur: Gert Drangastein(fóturin) B36 Skaddur: Jákup á Borg (búkvøddin, 1 vika) Ivasamur: Símun Joensen (byrjaður at venja aftur eftir knæskaða) B68 Skaddur: Niklas Poulsen (Knæskaði, óvist hvussu leing) Ivasamur: Janus Mortensen (Lærkrikin) EB/Streymur Allir mans tøkir Við aftur: Arnbjørn Hansen (fipurskaða), Arnar Dam (fótskaða) HB Skaddir: Gunnar Haraldsen (lærkrikin, óvist), Andrew av Fløtum (fibur, 2-4 vikur) Leygardagin Kl. 19:00 Sunnudagin Kl. 15:00 betri á útivølli enn tað plagar fótbóltur Higartil hava javnleikirnir verið færri, enn teir vóru tað í fjør, og tað er í 10 teimum fyrstu umførunum komið oftari fyri, at gestirnir eru farnir avstað við øllum stigunum, enn tað gjørdi í fjør Tað gongur