Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 30. mai 2014 · Nr. 61 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur rikið í 2. hálvleiki er vert at byggja víðari á: – Vit ætla okkum at vinna øll stigini í Fuglafirði. Leik­ arar­nir arbeiddu væl seinna hálvleik í Klaksvík, og um teir gera tað, so hava vit eis­ ini hesa ferð møguleika at vinna, sigur Heðin Askham. Mynstrið sæst aftur Dómari: ??? Eftir trý umfør hevði NSÍ fulla úrtøku eftir sigrar á AB, Skála og B68. Síðani eydn­aðist tað ikki at vinna trý stig aftur fyrrenn síðsta sunnu­dag. Tá var AB aftur mót­støðu­liðið, og tá eydnaðist tað NSÍ at vinna 7-0 stórsigur. Eftir trý umfør var Klæmint A. Olsen topp­ skjútti við seks málum. Síðani skoraði hann einki mál, inn­til síðsta sunnudag. Tá var hann aftur orduliga í hopla, og við fýra málum lyfti hann seg aftur upp á mál­tindin. Harvið er tað mangt, sum bendir á, at bæði NSÍ og Klæmint A. Olsen eru aftur á slóðini, sum fyrstu um­førini bar sigrar við sær, og nú kemur Skála at vitja við Løkin. – Eg eri ógvuliga væl nøgd­ur við avrikið á Argjum, og vit vóna, at vit ímóti Skála fara at varðveita máltevið. Síðstu vikurnar hava vit vant nógv við innleggum, og hetta riggaði til punkt og prikkar, sigur NSÍ venjarin Trygvi Mortensen, sum saman við sínum monnum fyrr í ár vann 5-1 á Skála. – Tað mundi vera tann dysturin, sum vit higartil hava lært mest av. Teir sektaðu øll okkara mistøk. Nú hava vit fimm ferðir spælt javnt. Vit rokna við, at tað skal bera til at vinna, og vit eru ørkimlaðir av, at tað ikki er eydnast enn. Vit bíða eftir staðfestingini av, at tað ber til, og vónandi verður tað nú, sigur Skála veteranurin Pætur Dam Jacobsen. Lyklauppgerð við Margáir Dómari: Meðan tað higartil í ár ikki hevur gingið soleiðis, sum teir í EB/Streymi høvdu rokn­að við, so hevur tað sein­astu vikurnar roynst betri hjá B68, enn tað undan kappingar­byrjan var roknað við, at tað skuldi gera, og sum gongdin vísti fyrstu um­førini. Nú fær EB/Streymur vitjan av B68, sum vit sigri kann lyfta seg upp ímóti miðj­uni, har EB/Streymur er mill­um fleiri onnur. Í 2. um­ fari endaði tað 1-1, tá ið EB/ Streymur vitjaði á Svanga­ skarði. – Vit eru fegnir um gongd­ ina. At vit hava víst ungu monnunum álit vísir seg at hava við sær, at teir mennast, og tað er hugaligt, sigur B68 venjarin Jógvan Martin Olsen, sum serliga fegnast um, at spælið á fremsta trið­ ing­inum er vorðið væl betri, enn tað var fyrstu umførini. Í EB/Streymi vóru teir vónsviknir eftir javnleikin á Skála, sum teir – á sama hátt sum heimaliðið – hildu seg hava havt møguleikar at avgera sær sjálvum til fyri­ munar. Tað er altíð eitt minus, tá ið Arnbjørn Hansen ikki er førur fyri at spæla. Tað var hann ikki á Skála, men nú hevur hann vant aftur. Besta álopið og vánaligasta verjan Dómari: Tølini siga, at B36 er topplið, og at B36 eigur besta álopið av øllum. Tølini siga eisini, at AB er næstniðast, og at AB eigur opnastu verjuna av øllum. 29 mál eru farin ígjøgnum hjá argjamonnum ella níggju fleiri enn hjá ÍF og B68. Serliga í 7-0 tapinum sunnu­dagin á heimavølli ímóti NSÍ var AB verjan sum ein opnahjallur: – Ímóti NSÍ riggaði einki. Vit royndu at leypa á, men tað bar einki til. Alt og allir vóru við síðuna av sær sjálvum. Nú mugu vit gloyma skrædlið, og vit fara í Gundadal við góðum hug­ burði. Vit rokna við, at tað skal bera til at fáa stig og kanska vinna. Trýstið er á B36 og ikki okkum, sigur AB liðformaðurin Jónas Stenberg. Hjá B36 gongur tað fram­ úr, og eisini tá ið marginal­ irnir eru teprir, koppar tað B36 til fyrimunar: – Vit spældu væl og disiplinerað ímóti Víkingi, og vit hava bestu verjuna í landinum. Liðið hongur væl saman, og tað ber við sær, at tað altíð eru møguleikar at samanspæla. Tað ber møguleikar fyri álopum við sær. Tað líkar okkum best, og hetta skulu vit byggja víðari á, sigur væl nøgdi B36 venjarin Sámal Eril Hentze. joannes@sosialurin.fo ítróttur VIT TIPPA Teitur Joensen tippar... 1: Heimasigur X: Javnleikur 2: Útisigur Fótbóltsserfrøðingarnir hjá Miðlahúsinum tippa umførini í Effodeildini Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 10 8 2 0 25 11 +14 26 2 HB 10 7 3 0 24 7 +17 24 3 NSÍ 10 4 2 4 19 12 +7 14 4 EB/Streymur 10 3 4 3 17 13 +4 13 5 Víkingur 10 3 4 3 14 13 +1 13 6 KÍ 10 4 1 5 16 18 -2 13 7 ÍF 10 3 3 4 17 20 -3 12 8 B68 10 2 3 5 12 20 -8 9 9 AB 10 2 1 7 11 29 -18 7 10 Skála 10 0 5 5 6 18 -12 5 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 ÍF Skaddur: Høgni Zachariassen ivasamur (Lærkrikin, 1-2 vikur) Ivasamur: Bogi Reinert Petersen (Skaði frá dystinum mánakvøldið) KÍ Skaddur: Jonas Flindt Rasmussen (fibur, 4-6 vikur) Leikbann: Tórur Justesen (1 dyst) Ivasamur: Hjalgrím Elttør (Økslin) Við aftur: Atli Danielsen (Burturstaddur) NSÍ Skaddir: Monrad Holm Jacobsen (Brotið armin, 2 mánaðir), Jústinus R. Hansen (Skurðviðgjørdur, skjótt klárur) Skála Skaddur: Poul N. Poulsen (liðbandsskaði, óvist hvussu leingi) Víkingur Skaddur: Dánial Pauli Lervig (Liðband í fótinum, óvist hvussu leingi) Sunnudagin Kl. 15.00 Sunnudagin Kl. 15:00 Sunnudagin Kl. 15:00 ÍF vitjar føroyameistararnar í Gundadali fótbóltur Myndir: Álvur Haraldsen