hósdagur 29. mai 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 61 · 30. mai 2014
6
VIKUSKIFTI
Jú men, sanniliga, sanniliga
hugaligt og fløvandi og tolsemi
við stórum T, at tey samkyndu,
hvørkikyndu, tvíeggjaðu trans
persónar og alt annað kyndu
uttan hinskyndu hava fingið,
ella tora vit at skriva hava tikið
sín egna pall og sleppa í hvørt
Harrans signaða heim gjøgnum
bakdyrnar.
Snilt. Men tað er teimum væl
unt. Tey hava brúk fyri at verða
hoyrd. Og 700 milliónir rættkynd
ella hvussu tað eitur vilja fegin
hoyra vánaligar poppsangir.
Sama, hvør syngur og hvør
dansar.
Euro Melody Grand Vision
Prix, heimsins størsta party.
Finnið tvey nýggj orð í hasum
fimm, jú, Gay Pride við nógv
fleiri fjepparum enn teimum
10.000 á Vaglinum lítla ólavsøku
aftan.
Og tað allarbesta var, at ein
føroyingar var við og trýsti á
onkrar knøttar og/ella snaraði
teimum.
So eru øll tey køvisligu, sum
altíð skulu finnast at øllum fram
stigum, vera neilig.
Hatta var ikki ætlanin við
familjuveitsluni hjá mammu,
pápa og tveimum børnum og
tilboðssukurvatni og kipsum og
heimavedding.
Hvør vinnur stóru rokningina
fyri at skipa fyri næsta ár?
Vónandi Russland. Føroyar eru
ikki við í hesum stóra geymi fyri
nasjonalstatir.
Men øll tey nýggju fullveldini
eystan fyri tærda jarntjaldið, sum
ikki verður sandblást og lakkerað,
eru við.
Og tey atkvøða hvørt fyri
øðrum. Tú fært 12 frá mær og eg
fái 12 frá tær. Okkara lagna er
felags, exsovjett, og tað er einki
stuttligt. Tað ger einki, um vit
ikki sleppa at geva okkara egna
meistaraverki 12, tí tað sleppa
hini heldur ikki. Og onnur fáa
nógv fleiri stig enn hasi 12 frá
okkum, eisini kapitalistarnir
vestanfyri. Hvat feilar?
Men júst tað sama gera okkara
frændur sokallaðu. Tey, sum
boykotta okkum, tey geva eisini
hvørjum øðrum 12 fyri 12 og vit
fáa einki, tí vit eru ikki við, og vit
fiska ikki burðardygt, og vit gera
ikki sum Maria vil.
Noreg plagar at geva okkum
12 stig, siga tey í Danmark. Nei,
vinir okkara í Noreg plaga at
geva okkum 12 stig.
Og vóru Føroyar við, ja,
so fekk Danmark sjálvandi
øll okkara stig, ikki bara hasi
stjørnuprýddu 12, men øll stigini.
Tí Danmark er okkara vinur. Men
vit fingu neyvan 12 frá Danmark,
hóast okkara frægastu popp
sangarar, sum ikki eru ferdigir
sum slíkir, oftast eru danskir í
donskum fjølmiðlum.
Aftur til nýggja sniðálopið
á Evropameistarakappingina í
poppi við hálvfinalum og finalu,
tí so nógvur poppur er, at pláss
er ikki fyri øllum í finaluni (har
haltar tolsemið), tí pláss eigur at
vera fyri øllum allastaðni.
Harrin signi heimið so dyggi
liga, meðan Grand Priksið er í
altarinum undir baldýringini,
nú tað ikki longur er meinaleyst
undirhald, men markleyst.
Vit sníkja okkum at hyggja.
Gardinurnar fyri, so eingin sær,
at vit síggja órakaðan mann í
kjóla.
Frælsi fyri øll. Gamaní,
men ófrælsir menn liva longur
enn frælsir menn, sigur ein
av óteljandi kanningum hjá
granskarum, sum keða seg.
Giftir menn liva longur enn
gamlir dreingir, sum ikki gerast
so gamlir.
Frælsi fram um alt annað. Ein
flokkur, sum ikki er borgaraligur,
sambært honum sjálvum, vil
loyva samkyndum at gifta seg
borgaraliga, tí Harrin kann ikki
signa tey.
Men tey, sum umboða flokkin
í fólkaræðinum, ráða sjálvi, um
tey eru fyri tí ella ímóti. Tað er
teirra persónliga tjóðarfrælsi.
Samkyndar pandur eru tann
minnilutin, sum er mest hóttur
av øllum minnilutum. Men tær
yvirliva, tí tær eru friðaðar.
Harrin signi heimið, um Gud
vil.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Harrin signi Prix Pride
Starv?
– Art Director og blaðkvinna á Egmont Publishing
í Stockholm. Art Director er tann, ið ger formin
á sjálvum blaðnum. Eg fáist við tvey ymisk
bløð – »Travel News« og »Allt om Rymden«.
Hvat er tað besta
við starvinum?
– Tað besta er, at
tað er so skiftandi.
Ongin dagur sær líka
út, og eg fái høvið
at nýta mítt hugflog
og skapanarhug.
Hvønn eginleiki hjá tær ert tú fegnast um?
– At eg eri fitt. Tí, sum man møtur øðrum,
verður man eisini møttur sjálvur. Og tey flestu
eru faktiskt fitt og vinarlig móti mær.
Hvør eginleiki hjá tær irriterar teg?
– Eg eri í so bráð – alt skal helst henda nú! Tað gongur
bæði útyvir familju og starvsfelagar. Eitt sindur
av toli hevði ikki verið so galið at havt afturat.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
– Um tú spyr mannin, so sigur hann, at Inna
hatar tónleik! Men tað geri eg ikki. Men eg orki
sjáldan at lurta eftir tónleiki, tí mær dámar frið
aftaná ein strævnan arbeiðsdag. Annars elski eg
Grand Prix og eri til svensku finaluna hvørt ár.
Hvør er besti sangur, sum er gjørdur?
– Hey Jude hjá The Beatles.
Hvat ger teg glaða?
– Míni børn gera meg glaða hvønn einasta
dag. At ferðast, eta gott, mussast og at læra
meg okkurt nýtt ger meg eisini glaða.
Hvat ger teg kedda?
– At hugsa um, hvussu stutt eg hevði mammu mína
á lívi. At fólk, sum eg elski, hava tað trupult.
Hvat er luksus fyri teg?
– At hava ein heilan dag fyri meg sjálva og bara
ger tað, mær lystir, er satt luksus fyri eina mammu.
Tá gangi eg í handlar, fari kanska til onkra viðgerð,
seti meg niður á eina cafe og eygleiði fólk.
Hvat ert tú glaðast
fyri at eiga?
– Eg eri øguliga glað
fyri okkara summar
hús á Álandi. Vit
hava átt tað í 11 ár
og vænti tað verður
nógv ár afturat.
Hvat brúkar tú frítíðina til?
– Eg royni at venja einar 3-4 ferðir um
vikuna, eg lesi nógv, eri saman við vinfólki,
og tá eg havi ráð og tíð, ferðist eg.
Hvat tímur tú ikki at hoyra uppá?
– Fólk sum siga uppaftur í saman. Haldi tað
er eitt stresssymptom – fólk gloyma, at tey
longu hava sagt eitthvørt, og so siga tey tað
umaftur. Tá havi eg hug at rópa hart.
Hvørja bók eigur einhvør kvinna at hava lisið?
– »Det finns en särskild plats i helvetet
för kvinnor som inte hjälper varandra« av
Lizu Marklund og Lotta Snickare.
Hevur tú eina fyrimynd?
– Tað eru nógvar fyrimyndarliga kvinnur, sum eg kundi
havt sum fyrimynd. Men tað havi eg ikki. Eg havi
mammu mína sum fyrimynd. Hon hugsaði altíð meira
um seg sjálva enn øll onnur, eggjaði og stuðlaði okkum
børnum at standa á egnum beinum, tók sær av teimum,
sum høvdu tad trupult, og so var hon stak stuttlig.
Inna Törnroos
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Mamma er
mín fyrimynd
Inna Törnroos, sum starvast í Stockholm og eisini
skrivar fyri Sosialin, heldur, at hon er fitt, men í
so bráð, og hon hevur mammu sína sum fyrimynd