Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 61 · 30. mai 2014 5 VIKUSKIFTI mynd: Álvur Haraldsen gevast sum venjari hjá besta kvinnu­ liðnum hjá Neistanum. – Akkurát tá var tað ikki torført at siga venjarastarvið frá mær, tí tað var stress­andi, og eg føldi eisini, at eg fekk ikki givið tað, eg vildi. Eg fekk einki burtur­úr, og tað gjørdu leikararnir og felagið heldur ikki, sigur Kári Horn, sum um­framt at siga venjarastarvið frá sær bleiv sjúkrameldaður frá starvinum sum bakari. – Avgerðin var røtt, og tað var ein lætti fyri meg at gevast, tí nú kundi eg hugsavna meg hundrað prosent um meg sjálvan og bara royna at koma fyri meg, sigur Kári Horn, sum fekk ymsan heilivág, sum eisini hjálpti væl. Ringt at tosa um Síðani Kári Horn fekk staðfest sjúkuna Colitis Ulcerosa og er byrjaður at taka ymsan heilivág, hevur tað gingið rætta vegin við sjúkuni. Tó, so eru støður og hendingar, ið fáa sjúkuna av álvara at bróta fram aftur. – Millum jól og nýggjár gjørdist eg pápi, og tá breyt sjúkan fram aftur. Tað var sjálvandi tí, at eg broytti svøvn­ rútmu, hevði nógv um oyruni og ja, skuldi venja meg við nýggju støðuna, fortelur Kári Horn, sum av tí sama valdi at siga læruplássi upp í februar. – Eg hevði brúk fyri bara at ganga heima, ikki hugsa um nakað og bara brúka tíð og orku upp á at koma fyri meg. Tað gjørdi eg í tveir mánaðir, og so fekk eg starv í einum barnagarði, og tað hevur riggað fínt, sigur Kári Horn. Hann heldur tað til tíðir vera trupult at hava eina sjúku, sum tey fæstu vita nakað um, og sum fyri mong er eitt tabu. – Hetta hevur við tarmar at gera, og tað er kanska ikki so lætt at práta um tað. Harafturat er tað torført, tá eg sigi við fólk, at eg havi eina álvarsama tarm­sjúku, og tey so siga, at eg ikki síggi serliga sjúkur út, greiðir Kári Horn frá og heldur fram: – Eg haldi eisini, at tað er keðiligt, at eg skal vita, hvar øll almen vesi eru, men tað eri eg noyddur til, serliga teir dagarnar, tá sjúkan er í útbroti. Tá eg fari inn í eina sølumiðstøð onkrastaðni, so er tað fyrsta eg hugsi um, hvar vesi man vera. Tað er onkursvegna keðiligt, men soleiðis má tað bara vera, sigur Kári Horn. Lærir at liva við sjúkuni At fáa staðfest eina tarmsjúku sum Colitis Ulcerosa hevur havt stóra ávirkan á gerandisdagin og lívið sum heild hjá 37 ára gamla Havnar­mann­ inum. – Hetta er ein sjúka, sum í stóran mun ávirkar lívsgóðskuna hjá fólki. Serliga áðrenn sjúkan verður staðfest. Eg helt meg til dømis fyri tað mesta heima, áðrenn sjúkan varð staðfest, og eg kundi ikki alt tað, sum eg so gjarna vildi. Alt snúi seg um pínuna í búk­ inum, og hvar nærmasta vesi var, sigur Kári Horn, sum í dag spakuliga er við at koma fyri seg aftur og lærir seg at liva við sjúkuni. – Tað er torført at gerast heilt frískur, men við heilivági og røttum lívsstíli kann eg fáa eitt nokkso vanligt lív, har sjúkan ikki í so stóran mun stýrir mær og mínum gerandisdegi, sigur Kári Horn. Til dømis drekkur Kári Horn ikki mjólk og heldur seg frá rísi og hvítum breyði. Drekkur hann eina sodavatn, reagerar magin alt fyri eitt. Fyri tveimum vikum síðani fekk hann grønt ljós frá læknanum til aftur at kunna venja. Heilivágurin hevur gjørt, at hann hevur tikið útvið 20 kilo uppá, og tí gleðir hann seg at kunna røra seg og venja aftur. – Eitt av hjáárinunum við heili­ vág­inum er, at kroppurin heldur upp á vætu, og tú tekur eisini lætt uppá. Men tað hugsi eg ikki so nógv um, bara heilivágur kann gera, at eg fái ein nøkunlunda vanligan gerandisdag aftur, sigur Kári Horn, ið fegnast um, at so hvørt hann lærir sjúkuna at kenna fær tað betri og betri. – Í løtuni havi eg tað heilt gott og kann gera tað mesta av tí, sum eg kundi, áðrenn eg fekk staðfest sjúkuna. Men nú hugsavni eg meg um meg sjálvan og familjuna, tí kemur ov nógv annað afturat, brýtur sjúkan framaftur. So hóast eg havi hug til at fáast við hondbólt aftur, so er tað eitt av teimum tingunum, sum eg eri noyddur at halda meg burtur frá, sigur Kári Horn. Fakta • Føroyar eru tað landið í heiminum við flest tilburðum av tarmsjúkum • Seinasta uppteljingin hevur stað- fest, at umleið 700 føroyingar hava antin Colitis ulcerosa ella Morbus Crohn í Føroyum • Í árunum 2010-12 vóru umleið 30-40 føroyingar árliga, ið fingu stað­fest eina tarmsjúku