hósdagur 29. mai 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 61 · 30. mai 2014
4
VIKUSKIFTI
liva við
sjúkuni
– Tað ringasta er, at tað sæst ikki á mær, at eg eri sjúkur, og tá eg so sigi
fólki, hvat mær bagir, tora tey illa at spyrja inn til sjúkuna. Soleiðis sigur
37 ára gamli Kári Horn, sum í fjørð fekk staðfest tarmsjúkuna Colitis
Ulcerosa, sum umleið 700 aðrir føroyingar eisini dragast við. – Alt má
leggjast til rættis eftir sjúkuni, men tað lærir mann eisini, sigur Kári Horn
Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Altíð troyttur, í ringum lag, onga orku
og ongan hug at vera sosialur.
Soleiðis lýsir 37 ára gamli Kári Horn
seg sjálvan, soleiðis sum hann var fyri
skjótt einum ári síðani, áðrenn hann
fekk staðfest eina av vanligastu tarm
sjúkunum í Føroyum, Colitis Ulcerosa.
Talan er um eina sjúku, sum hevur
stóra ávirkan á gerandisdagin og
lívsgóðskuna hjá sjúklinginum, men
við røttum heilivági og heilsugóðum
lívsstíli ber til at liva eitt gott lív við
sjúkuni.
– Tað, sum hevur stóran týdning
fyri meg, er, at eg dugi at siga nei til
uppgávur, tí strongd kann veruliga fáa
sjúkuna at bróta út. Men tað er ikki
altíð eins lætt at siga nei til spennandi
uppgávur, teir dagarnar, tú hevur tað
gott og ikki merkir stórvegis til sjúkuna,
sigur Kári Horn, sum er úr Havn og
dagliga arbeiðir sum hjálparfólk á
einum dagstovni.
Hevði pínu og krampar
Tað byrjaði alt summarið í fjørð, tá
Kári Horn byrjaði í nýggjum starvi
sum bakaralærlingur.
– Fyri at siga tað heilt stutt, so hevði
eg tað bara ikki gott. Hvørki sálarliga
ella kropsliga, tí eg kendi meg alla tíð
ina illa fyri, men eg visti simpilthen
ikki, hvat tað var, mær bagdi, sigur
Kári Horn og heldur fram:
– Eg var óvanliga troyttur og mátti
sova í fleiri tímar, tá arbeiðsdagurin var
liðugur. Í byrjanini hugsaði eg, at tað
ivaleyst bara var tí, at eg var byrjaður
í nýggjum starvi, nýggj fólk, nýggjar
uppgávur og tær ymsu avbjóðingar,
sum nú einaferð eru, tá tú byrjar okkurt
nýtt, greiðir Kári Horn frá.
Hóast hann hevði verið í nýggja
starvinum í eina tíð, var hann framvegis
illa fyri. Pínu í búkinum, óupplagdur,
í ringum lag og hevði onga orku til at
gera nakað sum helst við familju ella
vinfólki. Tað var serliga eitt, sum í
stóran mun merkti gerandisdagin.
– Teir dagarnar, tað var ringast, gekk
eg á vesi millum 25 og 40 ferðir um
dagin. Tað sigur seg sjálvt, at tað er tor
ført at arbeiða, tá tú alla tíðina hugsar
um, at nú skalt tú skjótt aftur á vesi,
og tú veitst, at fólkini rundan um teg
hugsa eisini sítt, av tí at tú ikki veruliga
fært nakað burur úr arbeiðinum, tí tú
rennur til og frá í heilum, fortelur Kári
Horn.
Tordi ikki til lækna
Alt summarið í fjørð og heystið við var
Kári Horn framvegis plágaður av pínu
í búkinum, og hann visti, at honum
bagdi okkurt álvarsamt.
– Líðandi fekk eg tað verri og verri,
og áðrenn eg visti av, hevði eg eisini
ilt í liðunum og føldi tað, sum eg hevði
influensu, sigur Kári Horn.
Hóast Kári Horn hevði gingið í nakr
ar mánaðir sjúkur og sjálvur kendi á
sær, at honum bagdi okkurt álvarsamt,
fór hann ikki til lækna.
– Onkursvegna kendi eg tað, sum at
eg fór um nøkur persónlig mørk við at
skula fara til læknan og blíva kannaður
í endatarminum, tí tað visti eg, at
læknin var noyddur til. Tað var einfalda
orsøkin til, at eg dróg læknavitjanina út
sum longst, fortelur Kári Horn.
Eina sunnunátt í november mánaði
gjørdist Kári Horn so mikið illa fyri,
at mánamorgun visti hann, at hann
noyddist til læknan.
– Læknin kannaði meg, men kundi
skjótt staðfesta, at eg mátti á Lands
sjúkrahúsið til neyvari kanningar.
Rættiliga skjótt kundu læknarnir á
sjúkrahúsinum staðfesta, at eg hevði
tarmsjúkuna Colitis Ulcerosa, greiðir
Kári Horn frá.
Hann sigur, at tað var ein stórur
lætti at fáa staðfest, hvat tað var, ið
bagdi sær, og til eina viðtalu við læknan
á sjúkrahúsinum fekk hann gjølla greitt
frá, hvat hetta var fyri ein sjúka, og
hvussu hann kundi læra at liva við
henni.
– Eg hevði ongantíð hoyrt um hesa
sjúkuna og helt meg ikki kenna nakran,
sum hevði Colitis Ulcerosa. Í roynd og
veru helt eg, at eg var tann einasti før
oyingurin við hesi sjúkuni. Men tað
fann eg so útav, at eg ikki eri, sigur
Kári Horn og sipar til tey umleið 700
fólkini í Føroyum, sum í løtuni hava
somu sjúku sum hann sjálvur.
Veitraði venjara
starvinum farvæl
Undir viðtaluni við læknan á sjúkra
húsinum fekk Kári Horn millum annað
at vita, at sjúkan verður í stóran mun
ávirkað av til dømis skiftandi arbeiðs
tíðum og strongd.
– Læknin segði mær ongantíð, hvat
eg skuldi, og hvat eg ikki skuldi, men
upplýsti meira um, hvat mann sjálvur
kann gera fyri at halda sjúkuni niðri
og annars bara fáa tað betri sum heild,
greiðir Kári Horn frá.
Tá samrøðan við læknan var av, visti
Kári Horn alt fyri eitt, hvørjar broyt
ingar máttu til í hansara gerandisdegi,
skuldi hann nakrantíð fáa tað betri og
halda sjúkuni niðri. Tí valdi hann at
Lærir seg at