Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-29, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 61 · 30. mai 2014 9 VIKUSKIFTI Jo Nesbø er við at gerast tann kendasti norður­lendski krimi­rit­høvundin í heiminum. Hollywood er farið at taka hansara søgur til sín, og bøkurnar hjá Nesbø selja alt fleiri eintøk í alt fleiri londum. Jo Nesbø hevur skrivað 10 framúr góðar krimisøgur um løgreglumannin Harry Hole, men í bókini »Sonurin« gongur Nesbø nýggjar leiðir og hevur skrivað eina einstaka krimisøgu. Sonny Lofthus hevur sitið í fongsli í Noregi, síðani hann var 18 ára gamal. Hann er professionellur syndabukkur og átekur sær skyldina fyri brotsverk hjá øðrum fólki. Afturfyri fær hann heroin til sín fongsuls­kliva. Hann gjørdist líka­ glaður við lívið, tá ið pápi hansara gjørdist sjálvmorð, tí hann varð avdúkaður sum korruptur. Tá ið Sonny fær at vita, at pápin var ósekur og varð myrdur, flýggjar hann úr fongslinum og fer at hevna seg. Krimisøgan hjá Nesbø gongur fyri seg í einum myrkum Oslo-umhvørvi og er spennandi frá byrjan til enda. Farna vikuskiftið var danski rock­ bólkurin Fate ein av bólkunum, ið spældi til tiltakið Nordic Noise í Pumpehuset í Keypmannahavn. Tón­leika­tíðarritið Gaffa var til til­takið og hevur ummælt bólkarnar, sum vóru á palli. Fyri føroyingar er ummælið av Fate serliga áhugavert, tí før­ oyski Dagfinn Joensen er sangari í bólkinum seinastu árini. Gaffa skrivar, at Fate skal hava rós fyri at tora at taka stadion­ rokk inn á eitt spælistað. – Dagfinn Joensen hevur bara verið við síðani 2009, men í teimum bestu løtunum minti hann um ein royndan og meira melodiskan Bruce Dickinson frá Iron Maiden, skrivar Gaffa-ummælarin – og tað er gott skoðsmál at fáa. Gaffa heldur, at framførslan hja Fate riggaði væl, hóast teir spæla sum í einum tíðarlumma. Eisini heldur ummælarin, at nýggju sangirnir hjá Fate eru góðir, og bólkurin spælir væl. Sonurin hjá Nesbø Dagfinn sum Dickinson Transformers: Age of Extinction Framhaldssøgan undir heitinum Transformers heldur fram. Shia LaBouf er farin, men Mark Wahlberg hevur tikið við í høvuðs­ leik­lutinum. Hetta er fjórði filmurin í røðini, har menniskju og maskinur stríðast. Michael Bay stendur enn eina­ferð fyri leikstjórnini. Buldur og brak í langum banum. Frumsýning í juli The Expendables 3 Góðu gamlu actionhetjurnar eru enn einaferð savnaðar. Sylvester Stallone, Jason Statham, Dolph Lundgren, Arnold Schwarzenegger, Mel Gibson, Harrison Ford og aðrir spæla við í hesum triðja filminum, har plottið ikki er so avgerandi, men har tað snýr seg meira um action, spenning og kend andlit. Frumsýning í august Guardians of the Galaxy Meira ókendar superhetjur skulu nú royna seg í biohøllum. Listin við sjónleikarum er imponerandi, og tí verður roknað við, at aðrar røðir við superhetjum fáa harða kapping frá hesum konseptinum. Tey, sum spæla, eru eitt nú Bradley Cooper, Chris Pratt, Glenn Close, Vin Diesel og Benicio del Toro. Frumsýning í august Dawn of the Planet of the Apes Enn ein filmur í røðinum um apurnar. Nú eru liðin 10 ár síðani hendingarnar í seinasta filmi, og ein virus hevur dripið 90 prosent av fólkunum á jørðini. Tey menniskju, sum eru eftir, liva burtur frá apusamfelagnum, og tey liva í sátt og semju – til nú. Frumsýning í juli Norski rithøvundin Jo Nesbø hevur skrivað nýggja krimi Gaffa gevur føroyska sangaranum í Fate gott skoðsmál Tað tók umleið ein minutt at selja øll atgongumerkini til 10 show við legendarisku skemtarunum í Monty Python í 02 Arena í London. Monty Python framleiddi sjón­ varps­skemt í Bretlandi frá 1969 til 1983 og gjørdust víðagitnir, men teir hava ikki arbeitt saman í nógv ár. Tá ið teir so valdu at gera comeback og hava 10 sýningar í London í ár, skapti tað stórar yvirskriftir. Men ein av limunum í Monty Python hevur hug at angra, at teir gera comeback. Terry Gilliam sigur við blaðið Evening Standard, at hann vónar, at allar framførslurnar verða avlýstar. – Vit selja upp við at gera come­ back. Tað er blivið truplari at gera skemt. Vit eru eldri og eru partur av tí samfelag, sum vit plagdu at gera gjøldur við, sigur Gilliam við blaðið. Hann sigur seg ivast í, um Monty Python eru so stuttligir, sum teir vóru fyrr, og hann heldur, at tað er eingin orsøk at fjala út yvir, at Monty Python ger comeback fyri pengarnar, teir fáa burturúr. – Eg haldi, tað er deprimerandi at vit verða samlaðir aftur, sigur hann. Men í øllum førum gleða túsund­ tals fólk seg til framførlsurnar hjá Monty Python í summar. Ein av skemtarunum í Monty Python heldur, at teir gera comeback bara fyri penganar LES! Angrar comeback hjá Monty Python Í næstum kann Monty Python upplivast aftur á palli