hósdagur 29. mai 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 61 · 30. mai 2014
8
VIKUSKIFTI
LURTA LES & UPPLIV
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Summar og sól forðar ikki
fyri, at Hollywood lokkar
fólk í biografarnar at
hyggja eftir blockbusters
Vit leingjast øll eftir sól, hita og
frítíð. Og hóast okkum dámar væl
at taka okkum av løttum, verða
úti og fáa nakrar sólstrálur, er
ein stórur marknaður fyri bio
graffilmum um summarið.
Hollywood fer als ikki í summar
feriu, men spýtur blockbusters
út um summarið og fær fólk
at streyma til biografarnar.
Her eru nakrir av stórfilmunum,
sum tað ber til at uppliva í biografi
kring heimin komandi tíðina.
Godzilla
Enn ein innspæling av søguni um
Godzilla, sum áður hevur hugtikið
á hvíta tjaldinum. Fyrsti filmurin
var gjørdur í 1954 av japanarum,
men síðani hevur Hollywood
blandað seg uppí. Vónirnar til
hendan filmin hava verið stór,
og upplivingin á løriftinum er
stórsligin og væl skrúvað saman.
Hevur havt frumsýning
Edge of Tomorrow
Tom Cruice og Emily Blunt hava
høvuðsleiklutirnar í hesi filmi, har
tey verða noydd at stríðast ímóti
rúmdarverum umaftur og umaftur.
Leikstjórin Doug Liman, sum gjørdi
firsta Bourne-filmin hevur staðið
fyri hesum filmi, sum byggir á
skaldsgu hjá Hirosahi Sakuraszaka.
Hevur havt frumsýning
Grace of Monaco
Nicole Kidman spælir í hesum filmi Grace Kelly, sum rýmir úr
Hollywood, har hon er stór stjørna, til Monako, har hon giftist Rainer
prinsi. Filmurin, sum í fjør varð gjørdur um Dianu prinsessu, fekk
vánalig skoðsmál, men filmsframleiðararnir av hesum filminum
hava gott mót um góða móttøku. Eisini hóast royala familjan í
Monako hevur funnist at filminum og sagt, at hann er misvísandi.
Frumsýning í juni
Filmsfelagið hjá Lars von Trier og Peter Aalbæk Jensen
verður lagt undir at hava óskil í sínum fíggjarviðurskiftum
Slóðbrótandi tónleikabólkurin
Orka, ið hevur gjørt vart við
seg heima og burturi seinastu
árini, eru nú ávegis við fjórðu
útgávuni. Fløgan hevur fingið
heitið Leipzig og verður útgivin
fríggjadagin 13. juni.
Fløgan er skipað sum eitt
samlað verk, har løgini virka
bæði støk og sum ein eind.
Løgini á nýggju útgávuni eru
tikin upp kring heimin. Helvtin
av upptøkurnum eru gjørdar í
eini gamlari kykmyndahøll mitt í
Leipzig í Týsklandi, UT Connewitz,
sum er eitt høli frá tíðini fyri seinna
veraldarbardaga. Eisini er tikið
upp í París, New York, eini lítlari
kirkju í Sibrandahûs í Hollandi, á
einum báti í Hong Kong og á eini
tokstøð í Bombay. Upptøkurnar
blivu lagdar til rættis í upptøkuhøli
í London, meðan ljóðblandað
varð í Støkumørk, Innan Glyvur.
Beat og bass
Á Leipzig verða eyðkendu Orka
ljóðførini og døkka ljóðmyndin
blandað saman við UK Bass
og LA Beat, og omaná verða
lagdar ísandi Norðuratlants
røddir. Hesa samanrenning
kallar Orka fyri Club Gaze.
– Samanborið við annan
tónleik ljóðar hetta sum J
Dilla´s Donouts, um tað varð
framleitt av Burial, við norður
lendska melodiska viðkvæminum
hjá Sigur Rós, og fram
borið av Faust.
Tá ið Orka varð sett á stovn
í 2006, blivu ljóðførini bygd á
einum bóndagarði Innan Glyvur.
Síðani tá hevur Orka havt konsertir
og spælt á festivalum um allan
heim og samstarvað við kend
nøvn so sum Yann Tiersen, LV
[Hyperdub], Oktopus [Dalek], Greta
Svabo Bech, Eivør og Teitur.
Leipzig kemur út 13. juni
2014 gjøgnum plátufelagið
Tutl, og fyrsta umfari verður
bert at fáa til keyps í Føroyum.
Síðani 1992 hava kendu donsku
filmsmenninir Lars von Trier og
Peter Aalbæk Jensen drivið films
felagið Zentropa. Felagið hevur
staðið fyri framleiðslu av nógvum
filmum – bæði av nýskapandi,
avbjóðandi og fólksligum slagi.
Men nú er filmsfelagið
komið undir hert eftirlit av
Det Danske Filmsinstitut.
Orsøkin er, at illgruni hevur
verið um fíggjaróskil í Zentropa,
og ein stakroyndir, sum grann
skoðarafelagið Deloitte gjørdi fyri
Det Danske Filmsinstitut, vísti,
at tað vóru viðurskiftini í fíggjar
umsitingini, sum ikki vóru í lagi.
Hetta hevur við sær, at Det
Dansk Filmsinstitut, sum umsitir
almennan filmsstuðul, hevur
sett Zentropa undir hert eftirlit,
og Zentrop skal lúka nøkur krøv,
áðrenn felagið kann fáa films
stuðul útgoldnan frameftir.
Hesi krøv eru millum annað ein
frágreiðing um, hvussu Zentropa
ætlar sær at tryggja, at felagið
livir upp til góðan bókhaldsskikk.
Harafturat skal Zentropa skjal
festa betur, hvussu keyp hjá
felagnum verða gjørd og goldin.
Det Danske Filmsinstitut
heldur tó ikki, at grundarlag
er fyri at krevja stuðulspengar
aftur frá Zentropa.
Orka í
Leipzig
Zentropa undir eftirlit
Stórfilmar
í summar
Upptøkur til nýggju
útgávuna hjá Orku
eru gjørdar í eini
kykmyndahøll
í Leipzig, á eini
tokstøð í Bombay
og aðrastaðni
kring heimin
Peter Aalbæk Jensen, framleiðari
Orka er slóðbrótandi og spennandi
Lars von Trier, leikstjóri