Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-29, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 61 · 30. mai 2014 12 VIKUSKIFTI Les ein klassikara! Feriutíðin er fyri framman, og nógv stinga eina bók í viðførið, tá ið tey fara at halda summaferiu. Valið stendur kanska ímillum eina undirhaldandi krimi ella eina ljósareyða romantiska søgu. Men hvat við at lesa ein klassikara í summar? Her eru nøkur boð upp á stóran og góðan skaldskap, sum saktans kann lesast á ferðini lagt til rættis: Eyðun Klakstein Gamli maðurin og havið Gamli maðurin Santiago fiskar einsamallur í báti sínum, men tað gongst einki. Hann hevur drigið svart í 84 dagar, og fólk halda hann verða óeyndisfugl. Ein ungur drongur hjálpir honum, men sleppur ikki at fiska við gamla manninum, tí pápin noktar honum. Tá ið Santiago enn einaferð leggur frá landi, býtur ein stórur spjótfiskur á. Ernest Hemingway skrivaði hetta meistaraverkið, har hvørt orð skal lesast, og ikki eitt orð ov nógv er skrivað. Ein hugtakandi og spennandi søga um fiskiskap og lívið. Bókin varð viðvirkandi til, at Hemingway fekk Nobel heiðurslønina fyri bókmentir. Ernest Hemingway The Old Man and the Sea Kvinnan í buksunum Í eini lítlari útróðrarbygd í Íslandi stríðist Salka Valka fyri at fáa eitt virðiligt lív, soleiðis sum hon ynskir sær tað. Skal hon klára seg sjálva, má hon venda bakið til tað, sum kvinnulívið typiskt var tá í tíðini og arbeiða í fisk. Hon er einasta konufólk á Ósoyri, sum gongur í buksum, og hóast hon verður háðað og happað, gevur hon ikki upp. Halldór Laxness er ein av størstu íslendsku rithøvundum nakrantíð og fekk í 1955 Nobel heiðurslønina fyri skaldskap. Søgan um Sølku Vølku er týdd til føroyskt av Turið Joensen. Halldór Laxness Salka Valka Sjálvandi kanst tú endurtaka fortíðina Jay Gatsby oyslar við pengum og heldur ovurhonds stórar veitslur fyri teimum ríku í einum forstaði í New York. Nick Carraway verður granni hjá Gatsby og fær ein lyklaleiklut, tá ið Gatsby vil í samband við Daisy Buchanan, sum er hansara gamli kærleiki. Men hvør er Gatsby, og hvat vil hann við øllum sínum marglæti? Kendasta skaldsøgan hjá F. Scott Fitzgerald er ein lítil perla. Bókin fekk av fyrstan tíð misjavna móttøku, og Fitzgerald sjálvur fór í grøvina óvitandi um, at hansara bók skuldi vaksa seg til ein varða í amerikanskum skaldskapi. Bókin er filmatiserað fleiri ferðir, men avgjørt verd at lesa, soleiðis sum Fitzgerald skrivaði hana fyri lítlari øld síðani. F. Scott Fitzgerald The Great Gatsby Vónleysi romantikarin Florentino Ariza er forelskaður í vøkru Fermina Daza, og tey skriva brøv til hvønn annan. Men tá ið pápi Ferminu fær frænir av forholdinum, leggur hann uppí. Fermina giftist í staðin einum lækni, men Florentino kann ikki gloyma hana. Eftir 51 ár, 9 mánaðir og fýra dagar doyr maður Ferminu, og tá sær Florentino ein nýggjan møguleika at vinna Ferminu. Kolumbiski rithøvundin Gabriel García Márquez, sum doyði fyri stuttum, skrivaði skaldsøguna um Florentinu og Ferminu í 1985, og bókin er gjørd til film. Gabriel Garcia Márquez Love in the Time of Cholera