hósdagur 29. mai 2014síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 61 · 30. mai 2014
13
VIKUSKIFTI
Snultarin Fómi
Fyrsta víðagitna skaldaverkið hjá russiska
rithøvundanum Dostojevski varð skrivað í
Sibiria í 1859. Í brævi til mammu sína skrivaði
Dostojevski, at hann hevði havt persónar í
søguni í huga í fimm ár. Høvuðspersónurin
í søguni er ein snultari og hyklari av versta
slagi. Fómi hevur livað sum vesalingur,
men tá ið hershøvdingin doyr, fær Fómi
tak á einkjuni, sum heldur hann vera eitt
halgimenni, og Fómi fær alt størri vald á
stórgarðinum á Steffansleiti. Bókin kann
lesast í føroyskari týðing hjá Heðin Brú.
Fjodor Dostojevski
Tey á Steffansleiti
Veitsla og minni
hjá Frú Dalloway
Clarissa Dalloway er á morgunferð í London og
fyrireikar seg til veitslu, hon skal hava um kvøldið.
Hon minnist aftur á ungdómin í Bourton og ivast í, um
hennara val av manni var tað rætta. Hon valdi tann
álítandi Richard Dalloway fram um tann krevjandi Peter
Walsh. Nógv av fólkunum, hon minnist um morgunin,
eru við til veitsluna um kvøldið. Ein av best kendu
bókunum hjá Virgina Woolfe, sum kom út í 1925.
Virgina Woolfe
Mrs Dalloway
Ýlið og øðin
Compson familjan í Mississippi hevur havt lív og góðar dagar, men nú er familjan í
upploysn og stríðist við versnandi umdømi. Familjan fær eisini fíggjarligar trupulleikar,
og tey missa sína átrúnaðarligu sannføring. Søgan er býtt upp í fýra frásagnir, sum
lýsa lívið í familjuni og viðgera kenslur, sambond og eksistens. William Faulkner
skrivaði bókina fyri umleið 85 árum síðani, teksturin kann til tíðir tykjast trupul,
men talan er um eitt týðandi verk hjá kenda amerikanska rithøvundanum.
William Faulker
The Sound and the Fury
Lívið á afrikanska
kaffigarðinum
Endurminningarnar hjá Karen Blixen frá lívinum í
Bretska Eysturafrika, har hon hevði ein kaffigarð,
eru hugtakandi lýsingar av hennara lívi í Kenya
og av teimum fólkunum, hon kom í samband
við. Bókin gevur eina mynd av, hvussu lívið var
millum afrikanarar, og hvussu umstøðurnar vóru
undir bretskum harradømi. Karen Blixen skrivaði
upprunaliga bókina á enskum undir navninum Isak
Dinesen, og Blixen týddi sjálv bókina til danskt.
Bókin var grundarlagið undir filminum Out of Africa,
sum kom út í 1985 og vann 7 Oscar heiðurslønir.
Karen Blixen
Den Afrikanske Farm
Stórlæti og
fordómur
Í Hertfordshire í Onglandi í 1800-talinum
ynskir Mrs Bennet, at hennara fimm døtur
gifta seg væl við ríkmonnum, tí systkinabarnið
hjá gentunum stendur til at arva garðin. Harra
Bingley, sum flytur til økið, fær eitt gott
eygað til elstu dóttrina, og tann næstelsta
dóttirin Elizabeth, sum er høvuðspersónur
í søguni, hittir tann heldur kaldliga Harra
Darcy. Søgan fylgir familjuni og ikki minst
sambandinum millum Elizabeth og Harra
Darcy. Jane Austen skrivaði søguna fyri
tveimum øldum síðani, og hon verður fram
vegis roknað sum ein tann best umtókta
skaldsøgan í bretskum bókmentum.
Jane Austen
Pride and Prejudice
Svongd í
Kristiania
Fyrsta skaldsøgan hjá norska
rithøvundanum Knut Hamsun
verður nú á døgum roknað sum
eitt av størstu verkunum í norskum
skaldskapi – og er eisini høgt
í metum í heimsbókmentum.
Søgan byggir á egnar upplivingar
hjá Hamsun sum ein fátækur og
svangur ungur maður í Kristiania –
nú Oslo. Bókin varð útgivin í 1890
og er tvær ferðir gjørd til film.
Knut Hamsun
Sult