Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-29, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. mai 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 61 · 30. mai 2014 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen Tóku minurnar inn á dekkið Kristian Djurhuus var í mong ár ein av okkara fremstu politikarum. Men Hann var eisini ein framúr góður frásøgumaður. Hesum hava okkara lesarar fyrr havt gleði av. Tað fáa teir aftur nú Í 2011 hevði Miðvikan eina longri røð við 21 pørtum um lívið hjá Kristian Djurhuus, kendur sum løgmaður frá 1950-til 1958 og frá 1968-1970. Umframt hetta var hann landsstýrismaður í fleiri skeið. Hann er tann av okkara politikarum, sum hevur verið longstu tíð í landsstýrinum, tilsamans 18 ár. Hann var eisini í mong ár løgtingsmaður. Kristian skrivaði niður sína lívssøgu, og tað er ikki hissini, sum hann hevur fingið á pappír. Her er talan um úti við 2.300 maskins­ krivað foliørk, sum vildu verið væl meira við vanligu A-4 støddini. Í umrøddu røð høvdu vit nakað av tí, sum Kristian skrivaði um sína tíð í Havn, inntil hann fór til Suðuroyar at vera sýslumaður í 1920, einans 25 ára gamal. Her var nógv, sum ikki var kent frammanundan. Í røðini var eis­ini áhugaverd frásøgn frá soni Kristian, Eiler. Eisini varð endurgivin ævisøgan hjá konu Kristian, Margrethu, sum var innan úr Heiðunum. Tey vóru mong, sum hildu hetta vera áhuga­vert tilfar, tí verður nú hildið áfram við frá­søgnini hjá Kristiani. Hetta verður gjørt við vælvild frá abbasoninum Høgna, sum hevur handritið undir hond. Her verður bert talan um brot burtur úr hesum drúgva handritið. Tað er ikki alt, sum hev­ur almennan áhuga, og tað er eisini tilfar, sum tað ikki ber til at endurgeva. Ofta er Kristian eisini nokk so drúgvur. Tá hevur teksturin verið styttur. Henda søgan byrjar nú í 1920. Kristian er komin til Suðuroyar at vera sýslumaður eftir Oliver Effersøe, sum var í øðini um, at ein slíkur »grønskollingur« skuldi avloysa hann. Móttøkan var har eftir. Fyrsta embætisvitjan var í Sumba Seinasta røðin endaði við, at Kristian var komin til Sumbiar á síni fyrstu embætisumferð sum sýslumaður, og hann dugur væl at greiða frá fólki, sum hann hevur hitt. Nú fær Kristian orðið: Ein av hesum er Jacob Peter Symphor. Hann var eina ferð komin illa til skaða, hann hevði fingið ein stein í høvdið. Harvið var hann rættuliga avskeplaður í andlitinum. Jacob Peter var ein sera gløggur maður. Hann hevði við lestri og við samrøðum við prestum, sum komu á gátt, fingið eina sera breiða vitan um tað, sum hendi úti í heimi. Hann var ógvuliga politisk áhugaður. Eisini var hann sambandsmaður, men tollyntur og tjóðskaparliga sinnaður. Hann góðkendi eisini sjónarmið hjá øðrum. Eg hevði nógvar sam­ røð­ur við Jacob Peter heima í køkinum hjá teimum. Mamman sat tigandi og lurtaði og gleddi seg um klókskapin hjá soninum. Jacob Peter var eisini í mong ár formaður í sóknarstýrinum í Sumba. Tað hendi, at eg og prestur komu sam­ stundis til Sumbiar og skuldu gista. Men tá samdust vit um at skiftast um at sova í seing­ ini og á sofuni hjá vertsfólkunum. Grannalagið Vit keyptu okkara vørur hjá Mortensen monn­unum á Hvítanesi. Teir vóru barnavinir, fleiri av teimum vóru barnleysir. So Johan varð rættiliga forkelaður av hesum vinarligu menn­iskjum. Annars vóru nógv børn í granna­lagnum, sum øll kláraðu væl upp. Okkara nærmasti granni var húsið hjá Johannes Johannesen, kallaður Hest Jóannes. Kona hansara æt Johanna. Hon var í ætt við Margrethu. Jóannes var føddur í Hesti, hann lærdi til bátasmið hjá Johan í Garði í Nólsoy. Hann fór til skips við hetlendingum og tók seinni skiparaprógv hjá Jens í Dali. Hann búsettist á Hvítanesi í 1905. Jóannes var saman við Palla á Mýruni roknaður fyri at vera slóðbrótari fyri føroyska fiskiskapinum á Suðurlandinum. Jóannes í Hesti doyði longu í 1919. Aðrir grannar vóru Morten Luid og kona hansara. Tey vóru eldri fólk tá, vóru barnleys men vóru góð við børn. Mortan var eisini ein kendur skipari, sum sigldi nógv hjá Thomsen monnunum. Vit høvdu eina arbeiðsgentu úr Fugloy, Josefina Matras. Hon hevði sera sjálvstøðugar meiningar og onkuntíð kundi tað vera eitt ivamál, hvør ið ráddi, hon ella Margretha! Hon giftist í 1921 til Svínoyar við Símun Poulsen, kendur skipari á Polo. Hann er upp­ runin til orðafellið: »Tað er bara ein skipari á Polo.« Traðir gott hugskot Sum sýslumaður hevði eg eisini jarðar­ viðurskifti undir hond. Ein av uppgávunum var at viðgera umsóknir um traðir til fiskimenn og arbeiðsmenn. Her hevði undanmaðurin, Oliver Effersøe, so konservativur hann var, verið sera afturhaldandi. Men eg helt, at tað var eitt áhugamál hjá samfelagnum, at so mong sum gjørligt fingu egna jørð. Hetta vildi verið eisini skapa meira javnvág millum fólk. Kristian Djurhuus 22. partur Kristian og Margretha sum ung hjún