hósdagur 29. mai 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 61 · 30. mai 2014
15
VIKUSKIFTI
Eg helt eisini, at hetta kundi eisini vera
til fyrimuns fyri teir bøndur, sum máttu lata
hesar traðir frá sær. Tað, at tær blivu veltar,
vildi gagna teimum við tí vetrarbiti, hetta gav
til teirra seyð.
Tískil blivu tær flestu umsóknirnar játt
aðar. Hetta kom tá at hava stóran týdning
fyri hesi húski, sum nú kundu hava kúgv og
velta epli. Tey kundu eisini fáa so mikið av
eplum, at tey kundu selja burtur av.
Tóku minurnar inn á dekkið
Fiskiveiðan var í 1920 komin aftur á gongd
í Íslandi eftir fyrra heimsbardaga. Men á
Eysturlandinum vóru framvegis rekaminur
at síggja. Sluppin Karin úr Trongisvági hvarv
mitt á sumri við 13 monnum í besta veðri. Tað
var eingin ivi um, at hon varð minusprongd.
Eg fekk so til uppgávu at boða einkjunum
og avarandi frá og annars at hjálpa tað, sum
eg kundi.
Tær flestu sluppirnar høvdu sæð minur og
brutu túr av og fóru heim. Men tvær sluppir
gjørdu nakað annað løgið. Tær høvdu sæð
hvør sína minu, og høvdu tikið tær inn á
dekkið, her tær vóru surraðar fastar.
Tá ið skiparin á øðrum skipinum kom á
skrivstovuna hjá mær at innklarera, segði
hann seg hava okkurt á dekkinum, sum
hann helt vera eina minu. Her máttu allar
trygdarskipanir setast í verk og boð varð sent
eftir verjuskipinum Beskytteren, sum kom til
staðar at beina fyri minuni.
Nú varð staðfest, at hetta var ein mina,
sum saktans kundi bresta. Tað sama var gald
andi við hini sluppini, sum var úr Fuglafirði.
Eg spurdi skiparan, hvat hann hevði hugsað,
tá ið hann tók minuna umborð. Hetta fekk eg
so onga skilagóða frágreiðing um, men hann
ásannaði vist, at hetta var nakað molboara
kent. Tað var eitt undur, at hesi skipini ikki
eisini fórust við mann og mús.
Øði í grind
Tað var grind í Vági fyrst eg kom til Suðuroy.
Her var tað uppgáva hjá sýslumanninum at
skipa fyri. Eg kendi ikki nógv til grindadráp,
men eg hevði lisið uppá reglurnar um
grindaskifti. Men sum kunnugt er eitt er teori
og eitt annað er praksis.
Her fekk eg tann trupulleika, at grindin
var ov lítil at koma til skiftis. Í eini slíkari
støðu skuldi sýslumaðurin skipa fyri søluni av
grindini at gjalda grindaskaðarnar og ásetta
gjaldið til almennu kassarnar.
Tá í tíðini høvdu óðalsmenninir og prestur
rætt til 10% av hvalunum, og hetta kundi
muna væl hjá teimum, sum áttu nógva jørð.
Men eg metti, at í hesi støðu áttu teir ikki at
fáa nakað.
Tá hetta kom fram, kom øði í fleiri teirra.
Tá eg so fór undir at selja teir einstøku hvalir
nar, møttu jarðareigararnir upp at mótmæla,
at eg seldi »teirra« hvalir. Eg mátti so hótta
teir við, at um teir framhaldandi órógvaðu
søluna, fekk hetta avleiðingar, og tá gjørdist
friður.
Ein medvirkandi orsøk til, at jarðareigarar
nir »taptu slagið«, var at jarðarhvalurin longu
tá var illa umtóktir av teimum ognarleysu.
Jarðareigararnir búðu ofta aðra staðni og
høvdu einki at gera við drápið. Teir fingu
ofta meira burtur úr enn teir, sum gjørdu tað
stóra arbeiðið við grindini, ofta í fleiri dagar.
Henda skipan varð seinni avtikin.
Manningin á Beskytteren hevði verið til
staðar og sæð søluna, og tað sum gekk fyri
seg. Teir hildu hetta síggja øtiligt út og tóku
til, at eg kundi vera so róligur, hóast teir hildu,
at eg varð álopin hvørja løtu. So galið helt eg
tað tó ikki vera.
Óromantisk brúðarvígsla
Tað var ein uppgáva hjá sýslumanninum at
víga hjún borgarliga. Vanliga gekk tað, sum
tað skuldi. Men eina ferð skuldi eitt tilkomið
par giftast, og hetta gekk ikki sum vanligt.
Ein sunnumorgin, tá eg var ørindi i Vági
ringir brúðgómurin, at nú vildu tey fegin
giftast, um eg ikki kundi koma til Tvøroyar
at víga tey. Tað játtaði eg. Vit avtalaða eina
tíð, og eg fór eftir fjøllunum til Tvøroyrar.
Brúðurin hevði ornað pappírini í sambandi
við giftarmálið.
Tá parið var komið við tveimum vitnum
og hevði sett seg, fór eg at hyggja at pappír
unum. Nú vísti tað seg, at dópsváttanin hjá
teimum báðum manglaði. Øði kom í brúð
gómin, sum segði við brúðrina: »Hví fanin
hevur tú ikki tikið øll pappírini við.« Hon
svaraði aftur, at tað kundi hann eisini havt
gjørt. Orð ókst av orði, men tað endaði við,
at eitt av vitnunum, Gudmundur Mortensen,
skyldmaður hjá brúðgóminum, lovaði at fara
eftir hesum váttanum. Tað var ein pínlig tøgn,
meðan bíðað var.
Aftaná vígsluna bjóðaði Margretha eitt
glas av víni. Tá ið tey bæði fóru avstað og vóru
komin út á trappuna, segði eg við brúðgómin.
»Tak nú undir armin á konuni«. »Nei, Gud vil
eg ei!« svaraði hann, og so fóru tey.
Um brúdleypsnáttin var hugaligt veit eg
kortini ikki!
Á umferð
Tað vóru summar bygdir har eg ikki kom so
regluliga á umferð. Hetta vóru niðursetu
bygdir, har tað ikki var so nógv jørð, og sum
ikki kravdu grannastevnur og tað sum fylgdi
við teimum.
Eg kom kortini nokk so nógv til Sandvíkar.
Hetta var fyri at sleppa fólkunum har undan
at ganga um fjøll til Hvalbiar at rinda sin
jarðarskatt. So fingu tey eisini høvi til at hitta
sýslumannin í heimbygdini. Tað var altíð
okkurt at tosa um, og eg var sum ein skrifta
faðir hjá teimum.
Í Sandvík búði eg hjá Jákup Jacobsen, sum
var ein framúr skilamaður, ein tann fremsti
maðurin í bygdini. Tá ið Jákup og konan
blivu sjúklig kom eg at búgva hjá Johan hjá
Stóranum.
Kona hansara, Dagmar Mørk, hevði tænt
hjá okkum, tá ið okkara dreingir vóru smáir.
Samstundis var eisini ein donsk arbeiðsgenta,
Elisabeth. Hon var ógvuliga ljós, meðan
Dagmar veruliga var myrk.
Eina ferð yrkjarin Janus Djurhuus var
á vitjan, og eg presenteraði Dagmar sum
»frøken Mørk«, helt hann, at eg skemtaði og
segði, at so man hin gentan vera “frøken Lys”!
Rotturnar spøktu
Eg gisti ikki vanliga í Lopra, men eina ferð
fekk eg í boði at fara ein túr við einum
hvalabáti. Tá kom eg at bíða á støðini einar
tveir dagar. Har hevði eg tað gott og búði í
gestaíbúðini. Hesin bygningur var fluttur úr
Noregi um aldaskifti. Tað varð sagt, at ein
maður var blivin myrdur í húsinum í Noregi,
og at tann myrdi ofta var at síggja í húsinum
við øks í hond við blóðinum dryppandi frá
einum sári í høvdinum.
Tá ið eg hevði lagt meg og sløkt
petroleumslampuna, hoyrdi eg okkurt skavast
alla staðni í húsinum. Tað ljóðaði eisini sum
um onkur gekk. Tankarnir fóru sjálvsagt til
hesa morðsøguna, og hárini vóru við at reisast
á høvdinum. Tað gjørdist ikki nógvur svøvnur
hesa náttina.
Tá stjórin morgunin eftir spurdi meg,
hvussu eg hevði sovið, mátti eg siga sum
var. Men tað vísti seg, at frágreiðingin var,
at húsið var fult av rottum, og tað vóru tær,
eg hevði hoyrt. Seinnu náttina svav eg kortini
eitt sindur betri,
Eg kom so út við hvalabátinum, og vit
fingu eisini ein stóran finnhval, 20 metur til
longdar. Hetta var sera spennandi.
Í Lopra plagdi eg at koma heim til for
mannin A. Andersen. Hann var ein prúður
norðmaður, sum hevði veitt hval í Alaska,
Asorurnar og við afrikansku eysturstrondini.
Í Føroyum giftist hann og fekk nógv børn.
Hann var um 70 ára gamal, tá ið hann kom
til Lopra, og hann gjørdist úti við 90 ár. Hann
hevði stórt álit á mær, og hann gjørdi ikki
nakað av týdningi uttan at spyrja meg. Hann
bar seg so væl, at tá ið hann var 80 ár, sá hann
út til at vera 50. I Lopra kendi eg eisini ein
annan norðmann, Johannes Nilssen, sum var
til aldurs sum Andersen.
Komandi partur:
Í komandi parti greiðir
Kristian millum annað
um grannastevnur..
Fyrstu árini búðu tey á Hvítanesi á Tvøroyri. Hetta er handilin hjá Napoleon Mortensen
Kristian gisti á
hvalastøðini í Lopra
og helt, at tað spøkti
Synir teirra Johan, Erling og Hans
Andreas. Seinni kom Eiler
Josefina Matras, seinni Poulsen,
var arbeiðsgenta