Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. juni 2014 · Nr. 62 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fyri fýra árum síðani var bert ein forskúli í Før­oy­ um, men næsta skúla­ár verða í øllum førum seks for­skúl­ar kring landið. Skúlablaðið skrivar, at 135 børn skulu ganga í forskúla næsta skúlaár. Størsti forskúlin í landi­ num er eisini tann elsti, tí komandi skúlaár ganga 51 børn í forskúla í Sankta Frans skúla, 28 gentur og 23 dreingir. Næst størsti er Skúlaspírin í Eystur­ kommunu við 33 børn­um, 12 gentum og 18 dreingj­ um. Síðan koma Skúl­ in á Argjahamri við 30 børn­um, 12 gentum og 18 dreingj­um, Skála skúli við 12 børnum, 6 gentum og 6 dreingjum, og at enda Frískúlin Keldan við 9 børnum, 2 gentum og 7 dreingj­um. Tilsamans fara 135 børn, sum er á leið 10. hvørt barn í árganginum, í for­skúla eftir summar­ feriu­na. Tað er ikki meiri enn eitt lítið ár síðan, at kunngerðin um for­ skúla kom í gildi; nýgg­ju forskúlarnir hava tó vir­k­ að eftir hen­ni frá byrj-an. For­skúla­kunn­gerð­in er fyrsta formliga stigið at skipa samstarv millum lærar­ar og námsfrøðingar. Tað gongur framvegis væl við bilasølun í Før­ oy­um. Seinastu tølini frá Akstovuni vísa, at søl­an av persónbilum fyrstu fimm mánaðirnar í ár varð sløk átta prosent hægri enn somu tíð í fjør. Frá januar til mai vórðu 637 nýggir persón­ bilar skrásettir á Ak­stovu­ ni. Somu tíð í fjør var talið 591. Mai mánaði var ikki minst góður hjá bila­sølu­ num, tí 197 nýggir bilar vórðu skrásettir í mai saman­borið við 163 í fjør. Tølini hjá Akstovuni siga eisini, at sølan av prutlum er meira enn tvífaldað fyrstu fimm mánaðirnar í ár saman­ borið við somu tíð í fjør – 34 nýggj prutl vórðu skrá­ sett frá januar til mai. Sølan av vøruvognum vaks eisini. 86 nýggir vøru­ vogn­ar vórðu skrásettir fyrs­tu fimm mánaðirnar í ár, og tað eru góð 11 pro­ sent meira enn somu tíð í fjør. 63 prosent av teimum spurdu í kanning hjá Lóður halda, at tað er týdningarmikið, at Før­ oyar verða verðandi í ríkis­ felags­skapinum. 29 prosent halda, at tað hevur ongan týdn­ing, um Føroyar eru í ríkis­felags­ skapinum ella ikki. Veljararnir hjá Sam­bands­ flokki­num og Tjóðveldi eru mest avkláraðir um ríkis­ felags­skapin. Heili 89 av veljarunum hjá Sambands­ flokki­num halda, at tað er týdningarmikið, at Før­oy­ar verða verðandi í ríkis­felags­ skapi­num. Bert 6 prosent av veljarunm hjá Tjóðveldi halda, at ríkisfelagsskapurin hev­ur týdning. 69 av veljarunum hjá Javn­að­ar­flokkinum og 52 pro­sent av veljarunum hjá Fólkaflokkinum halda, at ríkisfelags­skapurin er týdn­ ingarmikil. Føroyingar eiga at varðveita síni tvey umboð í danska Fólka­tinginum. Tað heldur ein meiriluti av føroyingum sambært kann­ing, sum Lóður hevur gjørt fyri Javnaðarflokkin á Fólka­tingi. Í kanningini verða fólk spurd, hvat tey halda um før­ oysku fólka­tings­um­boðan­ ina. 52 prosent av teimum spurdu svara, at tey vilja varð­veita umboðini. 32 prosent siga, at tey vita ikki, og bert 16 prosent vil av­ taka umboðini. Meirilutin av veljarunum hjá Fólkaflokkinum, Sam­ bands­flokkinum, Javnað­ ar­flokki­num, Sjálvstýris­ flokki­num og Miðflokkinum ynskja at varðveita føroysku um­boð­ini á Fólkatingi. 36 prosent av veljarunum hjá Tjóðveldi vilja eisini hava før­oysk umboð á Fólkatingi, með­an hini ikki vita ella vilja av­taka umboðini. 45 prosent av veljarunum hjá Framsókn ynskja før­oys­ ka fólkatingsumboð, meðan hini ikki vita ella vilja avtaka umboðini. 135 børn í forskúla Næsta skúlaár skulu 135 børn ganga í forskúla kring landið Bilasølan hevur tað gott Fyrstu fimm mánaðirnar vóru 637 nýggir persón­ bilar skrásettir Meirilutin vil hava umboð á fólkatingi Meirilutin av føroyingum vil varðveita føroysku umboðini í danska tinginum Føroyinga vilja hava ríkisfelagsskap Næstan tveir triðingar av føroyingum halda, at Føroyar skulu verða verðandi í ríkisfelagsskapinum við Danmark og Grønland