mánadagur 2. juni 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 2. juni 2014 · Nr. 62
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað var ikki sørt av drama
tikki í húsvogninum hjá Jón
gerð Næs, tá hon vann Gekk
in fríggjakvøldið, tí nútímans
og vánalig tøkni kundu kost
að henni vinningin.
Jóngerð, maðurin Brand
ur og ommu- og abbabørnini
Hanus og Hildur fóru fríggja
dagin norður til Gjáar at
royna tað nýggja kamp
ingplássið Flatagarð, sum
lat upp á páskum. Við sær
høvdu tey seðlar til Gekk
in hjá sjónvarpinum, sum
var serliga spennandi hetta
kvøldið, tí ikki minni enn
900.000
krónur
vóru
at
vinna.
Komin norður fóru tey
at rigga sjónvarpið til, so
tey kundu spæla gekk. Men
sjónvarpssignalið var ikki so
gott, so tað gekk ikki so væl
at stilla inn. Kortini fingu
tey tað so frægt, at tey hoyr
du tað, sum bleiv sagt, men
myndin á skíggjanum var
sera vánalig. So hetta var
næstan sum at spæla gekk í
útvarpi.
Sá ikki talið
Gekkurin byrjaði so. Tað lá
væl fyri hjá Jóngerð, og tá
hon so hevði fingið øll tølini
á plátuni, ráddi um at bera
skjótt at við telefonini. Hon
ringdi, men tað var upptikið.
Hon ringdi eina ferð afturat,
og nú kom hon ígjøgnum.
Verturin bað hana trýsta 1 á
telefonini. Men tað vísti seg
at vera ein trupulleiki. Jón
gerð hevði júst fingið eina
nýggja
snildtelefon,
sum
virkaði soleiðis, at tá hon
hevði ringt, skifti telefonin
til eina aðra app, so hon ikki
sá tølini longur. Men til alla
lukku trýsti hon rætt, so tøl
ini komu framaftur.
So var at seta gekkahjólið
í gongd, men orsakað av teirri
vánaligu myndini dugdi hon
ikki at síggja, hvørja upp
hædd hjólið steðgaði á. Tí
var gleðin ovurhonds stór
í húsvogninum, tá verturin
og bygdarkonan úr Hvalba
greiddi Jóngerð frá, at hon
var vorðin 900.000 krónur
ríkari.
Aftan á dráttin kom lív
í telefonina hjá Jóngerð,
tí fleiri vildu sleppa at
ynskja henni tillukku við
vinninginum. Millum teirra,
sum ringdu, var eitt skyld
fólk hennara í Suðuroy. Tað
vísti seg, at skyldfólkið hevði
eisini spælt Gekk, og at bæði
høvdu sitið og bíða eftir tali
num 57 fyri at fáa fulla plátu.
Lukkutíð fyri Jóngerð var
hon fyrr at sleppa ígjøgnum
og at vinna eina lítla millión.
Jóngerð fór við
stóra Gekkinum
gekkurin
Jóngerð Næs (við vinnaraseðlinum
í hondini), Brandur Fríðmundsson
og ommubørnini Hanus Heinason
og Hildur Heinadóttir
Mynd: Sofus Debes Johannesen