Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. juni 2014 · Nr. 62 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Økisleiðarin farin frá Rumbul hevur verið um Heimatænastuna í Suðurstreymoy í rúma tíð. Ein trivnaðarkanning er nú gjøgnumførd fyri Almannaverkið, og økisleiðarin er farin frá Marjun Dalsgaard Fyri nøkrum vikum síðani var ein trivnaðarkanning sett í verk av Almannaverkinum, sum skuldi kanna trivnaðin millum starvsfólkið í Heima­ tænastuni í Suður­streymoy. Kanningin er nú liðug og leiðarin á eldradeplinum, Hallur Thomsen, sigur, at tað er í hesum sambandi, at økisleiðarin fyri Suður­ streymoyarøkið, nú er farin frá. – Vit hava gjørt eina trivnaðarkanning, sum vísir, at stórur mistrivnaður er millum starvsfólkini í øki 1. Vit settu okkum í samband við økisleiðaran fyri at finna útav, hvat vit kunnu gera fyri at koma víðari og vórðu samd um, at tað var best, at hon gavst í starvinum, sigur Hallur Thomsen, depilsstjóri í Eldradeplinum. Tað er eitt sindur meira enn ein vika síðani, at økis­ leiðarin, Cæcilia Vestur­eið fór heim, men starvsfólkið hevur fingið boð um avgerð­ ina í dag, mánadag, kl 15.00. Trupult í Suður­ streymoy Sosialurin hevur fyrr skriv­ að um, at avvarðandi í Suð­urstreymoyarøkinum hava verið ónøgd, og í tí sambandinum hevur felagið hjá teimum avvar­ andi, TIGN, fyrr gjørt vart við, at tað tyktist sum skip­ anin av øki 1, sum er Suð­ ur­streymoyarøkið, ikki var góð. Rigmor Dam, løg­tings­ kvinna setti í apríl lands­ stýriskvinnuni í almanna­ málum ein grein 52 spurning viðvíkjandi Heima­tæn­ ast­una, um hvussu nógv av starvsfólkunum í øki 1 hevur eina fakliga út­búgv­ ing. Svarið var, at 52% er ófaklærd í Suður­streym­ oyarøkinum, og at helvtin av teimum ófak­lærdu eru sett sein­astu fýra árini. Ása Holm, sum er forkvinna hjá Heilsuhjálparunum segði við Sosialinum, at talið av ófaklærdum heima­hjálp­ unum, sum koma út til tey eldri, er nógv hægri, tí teir sjúkrarøktarfrøðingar, sum fara á heimavitjan, eru taldir við, eins og teir sjúkra­ røktarfrøðingarnir, sum arbeiða á skrivstovuni, eru tað. Haraftrat hevur hon sagt, at eingi størv verða lýst leys á økinum. Seta nýggjan økisleiðara skjótast Leiðarin á eldradeplinum sigur, at tey nú fara at fáa trivnaðin upp aftur við ymiskum tiltøkum. - Vit søkja eftir einum nýggjum leiðara sum skjótast, og fara at hava eina tilgongd, sum skal fáa trivnaðin upp aftur millum starvsfólkini, sigur hann. Ása Davidsen, deildar­ leið­ari í eldradeplinum, er virk­andi leiðari inntil nýggj­ ur leiðari er settur. marjun@sosialurin.fo tíðindi Marjun Dalsgaard Politikarar vilja ikki standa við tær sparingar, sum teir fremja, og nú skal onkur hava ábyrgdina. Hetta er beinleiðis óskikkiligur atburður, sigur Óluva í Gong, forkvinna fyri Felagið Føroyskir Sjúkra­ røktarfrøðingar. Cæcilia Vestureið, sum er givin sum økisleiðari í Suðurstreymoy, vil ikki viðmerkja avgerðina, men vísir til felagið hjá sær, Felagið Føroyskir Sjúkra­ røktarfrøðingar. Forvkinnan í felagnum, Óluva í Gong heldur, at talan er um, at politiska skipanin vil hava frið um eldraøkið, nú tað skal leggjast út til kommunrnar, og tí skal ein syndabukkur finnast. – Hetta er als ikki ein trivn­aðarkanning, hetta er ein støðumeting, sum sálv­ sagt er vánalig eftir nógv ár við hørðum sparingum á økinum, sigur Óluva í Gong. Hon hevur hugt eftir nið­ urstøðuni og spurning­unum, og heldur, at teir eru løddir og orðaðir soleiðis, at teir mugu seta leiðsluna í ringt ljós. Ikki ein trivnaðar­ kanning – Eg havi sent kanningina til fakfólk, og tey siga somuleiðis, at hetta ikki er ein kanning, sum kannar trivnaðin mill­ um starvsfólki, sigur Óluva í Gong. Hon vil ikki endurgeva spurningar ella niðurstøður frá kanningini, men sigur, at niðurstøðurnar vóru so ógvusligar, at eftir at tær vóru lagdar fram fyri økis­ leiðaranum, var ikki hugs­ ingur um, at hon kundi halda fram í starvinum. – Vit hava gjørt eina semju við Almannaverkið fyri at fáa Cæcilu Vestureið út frá arbeiðsplássinum fyri hennara egna besta, og ikki tí, at tað er hennara ábyrgd, at tað hevur gingið illa í Suðurstreymoyarøkinum, sigur Óluva í Gong. Haraftrat heldur hon tað vera løgið, um starvsfólkið í Heimatænastuni trívist so illa, tí eingin sjúkrafrávera er. – Um sera vánaligur trivn­aður er, er nógv frávera og fólk melda seg sjúk, og tað er ikki talan um tað her yvirhøvur, sigur Óluva í Gong. Óskikkiligur atburður Hon heldur tað vera bein­ leiðis óskikkiligt at turka trupulleikarnar á Cæciliu Vestureið, sum er blivin róst fyri at halda fíggjaligu karmarnar, og at hon verður hongd út, sum verandi ein trupulleiki, sum í veru­leik­ anum snýr seg um politiska raðfesting. – Fyrst skerir tú økið inn á bein, og tú koyrir leiðarar, tí teir ikki megna at halda fíggjarligu karmarnar. Cæilia Vestureið er blivin róst fyri at halda fíggjarligu karmarnar, men tað kostar, og nú hevur man so spurt starvs­fólkið, hvat tey halda um umstøðurnar, og tað er klárt, at teimum ikki dáma teir, eftir at økið er blivið pínt niður í fleiri ár, sigur Óluva í Gong og leggur aftrat: – Tað eru somu fólk, sum hava klappað Cæcilu Vest­ ureið á herðarnar fyri at halda fíggjarligu karmarnar, sum nú hanga hana út, sum trupulleikin, men trupul­ leikin er politiskur, sigur Óluva í Gong. Hon heldur, at tað er sera óheppið, og at tað uttan iva er fyri at fáa frið á eldraøkinum áðrenn tað skal leggjast út til kommunurnar. – Eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar 1. Jan­ uar 2015. Um Cæcilia Vestur­ eið var trupulleikin, so kundi man bíða til eldraøkið undir øllum umstøðum skal leggjast um. Men á hendan hátt, fær tú lagt ábyrgdina frá tær, og skapa politiskan frið á økinum, sigur Óluva í Gong. marjun@sosialurin.fo Hetta er óskikkiligt Forkvinnan fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar heldur, at Cæcilia Vestureið, er syndabukkur hjá politikarum, sum vilja hava, at friður valdar um eldraøkið, nú tað skal leggjast út til kommunurnar – Vit hava gjørt eina semju við Almannaverkið fyri at fáa Cæcilu Vestureið út frá arbeiðsplássinum fyri hennara egna besta, og ikki tí, at tað er hennara ábyrgd, at tað hevur gingið illa í Suðurstreymoyarøkinum, sigur Óluva í Gong