Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. juni 2014 - Nr. 62 (9 Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000 Sosialurin TÍÐINDASKRIV FRÁ ALMANNAVERKINUM Almannaverkið partur av millumtjóða ES -verkætlan um demens Almannaverkið stendur fyri føroyska partinum av verkætlanini RemoDem, sum hevur sum endamál at menna eina tænastu til fólk við demensi í útjaðaragkjum og teirra avvarðandi. Luttakaralondini hittast í Føroyum fyrstu vikuna í juni 14. Í hesum sambandi bjóða Almannaverkið og Alzheimerfelagið til pallborðsfund í Østrøm 4 juni 2014 kl. 14-16. Umframt stuðul, ráðgeving og vegleiðing er tøkni, sum kann stuðla undir gerandisdagin hjá teimum, ein partur av tænastuni. Verkætlanin byrjaði í oktober 2012 og endar í september 2014. Menningin av tænastuni byggir á nýggjastu vitan á økinum og tekur stødi í arbeiðshættum og hjálpitólum, sum longu eru roynd og viðurkend. Verkætlanin byggir á granskingarúrslit, sum eru fingin til vega á hægri lærustovnum í Svøriki, Skotlandi og Noreg: Luleå Tekniska Universitet í Svøriki, The Dementia Services Development Centre, University of Stirling í Skotlandi og The Norwegian Centre for Integrated Care and Telemedicine, Universitetssjúkrahúsið í Tromsø. Hver luttekur? RemoDem er ein millumtjóða verkætlan, har Grønland, Føroyar, Noreg, Svøriki og Skotland luttaka. Landstingið í Norrbotten í Svøriki hevur høvudsåbyrgdina av verkætlanini Kommunur og felagsskapir í Grønlandi, Føroyum, Svøriki og Skotlandi eru royndarøki í verkætlanini. Grønland hevur tikið seg úr verkætlanini. Hvussu sær føroyski parturin út? Almannaverkið stendur fyri føroyska partinum av verkætlanini. Klaksvík og Eysturoy (Eiðis- og Sunda kommunur undantiknar) eru royndarøki í verkætlanini. Menningin av tænastuni í Føroyum tekur somuleiðis staði í framferðarætlanini fyri demens í Føroyum, sum ber heitið“Gloymsk, men ikki gloymd"”. Framferðarætlanin, sum fakfólk úr primera og sekundera heilsuverkinum hava skrivað, varð handað landsstýrisfólkunum í almanna- og heilsumálum í februar 2012. Pallborðsfundur verður mikudagin 4. juni kl. 14 — 16 í Østrøm. Á fundinum fara luttakaralondini at leggja royndirnar frå verkætlanini fram. Eftir framløgurnar verður pallborðskjak um komandi avbjóðingar á demensøkinum í Føroyum. Fundurin er skipaður saman við Alzheimerfelagnum. Try evni verða vidgjørd á fundinum: + Demensvinarliga samfelagið - Diagnostisering í rættari tíð * Tøkni og Demens Skråin til fundin sær soleidis ut: 14,00 Vælkomin Høgni i Jákupsstovu, fundarstjóri Stutt lýsing av verkætlanini RemoDem Stefan Såvenstedt, verkætlanarleidari 1410-1425 — Demensvinarliga samfelagid Dr. Alison Dawson, university of Stirling - royndir úr Western Isles, filmsframløga 1425—1440 Diagnostisering i rættari tíð Dr. Louise McCabe, university of Stirling - royndir úr Svøriki, filmsframløga 14:40—14.55 Tøkni og Demens Professor Alison Bowes, university of Stirling - royndir úr Svøriki, filmsframløga 14.55—15.05 Demensøkid i Føroyum í dag Tormóður Storå, yvirlækni 15.05—15.15 RemoDem-verkætlanin í Føroyum Sunnuva á Lakjuni, verkætlanarleiðari í FO - filmsframløga Kaffisteðgur = 10 min. -Jonhard Larsen, avvardandi -Sirid Stenberg, løgtingslimur og limur í trivnadarnevndini -Artur Johansen, borgarstjóri í 1525-16:00 Pallborðskjak Sjóvarkommunu -Ása Hanusson, økisleidari, umboð fyri Almannaverkið -Tormóður Stórá, yvirlækni -Sunnuva á Lakjuni, verkætlanarleiðari í -Stefan Såvenstedt, verkætlanarleiðari -Alison Bowes, professari Samanumtøka og endi Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum Samband Nærri kunning um verkætlanina fæst vit at venda sær til: Sunnuvu á Lakjuni, verkætlanarleiðara, tlf. 793381, tpost sunnuvalæavfo