Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Til Kuba at spæla sjónleik Sunleif høvuðspersónur á stórum festivali Í døgunum 19. og 20. juni fara børn á Dramaverkstaðnum við barna og ung- dómssjónleiki at framføra sjónleikin Valhøll. Sami bólkur skal í juli luttaka á al- tjóða barnasjónleik- arastevnu í Havanna á Kuba TÍÐINDASKRIV Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Síðani september í fjør hava 14 børn arbeitt við og vant sjónleikin Valhøll, sum Hjørdis Johansen hev- ur leikstjórnað. Leikararnir eru millum 11 og 14 ára aldur, og eru tey sett saman av næming- um, sum hava gingið á Dramaverkstaðnum í minsta lagi trý ár. Tey ungu hava við im- provisatiónum givið hug- skot til tey ymsu brotini. Leikurin er evnaður til úr tilfari frá Vølvuspá, ymsum bókum um norrønu guda- læruna og teknirøðini Val- høll. Til ber at síggja, hví børnini Røskva og Tjálvi noyðast at fara til Valhøll við Tóra og Loka, og hvussu tey klára seg mill- um gudar og jatnir. Leikur- in nemur við mangt stuttligt og vandamikið, sum hendir hjá gudunum í Valhøll og hjá jatnum í útgarði. Og so er tað Kvarkur, sum fær alt at gerast ein hurlivasi, har hann er. Til Kuba 16. juli fer bólkurin avstað til eina altjóða barnasjón- leikararastevnu í Havanna á Kuba, og tey koma heima aftur 28. juli. Tað eru 24 lond sum luttaka á hesi barnasjónleikarstevnuni sum hevur heitið: The Children are the Hope of the World. Øll londini framføra sjónleik eina ferð hvør, og spælt verður fyri hvørjum øðrum og fyri almenning- inum í stórum sjónleikar- húsum. Afturat hesum skulu børnini luttaka í und- irvísing hvønn fyrrapart á verkstøðum við sjónleiki/- drama, gykli, dansi, sangi og nógvum øðrum. Eisini vera útferðir, veitslur og svimjing. Tað er International Amateur Theatre Associa- tion (AITA/IATA) sum er limur í UNESCO sum stendur aftanfyri stevnuna, og er hon annaðhvørt ár ymsa staðni í heiminum. Fyri at luttaka skal video- band sendast inn av leik- inum, og altjóða nevndin í AITA/IATA velur so hvør skal luttaka. Føroyingar mugu sigast at hava verið sera heppin, tí hetta er aðru ferð, at tey eru vald út. Seinast var í Lin- gen í Týsklandi. Ta ferðina var tað við leikinum Kópa- konan sum Hjørdis Johan- sen eisini hevur skrivað. Dramaverkstaðið Dramaverkstaðið, sum samstarvar við Tórshavnar Kvøld- og Ungdóms- og listaskúla hevur nú í sjey ár skipað fyri skeiðum og til- tøkum fyri børnum, ungum og vaksnum í gamla orgul- verkstaðnum hjá verland Johansen, sum liggur á veg niðan í ítróttarhøllina á Nabb í Havn. Dramaverkstaðið er eitt áhugafelag fyri børn, ung og vaksin, sum ynskja at fáa við sjónleik. Hetta skúlaárið hava 90 næm- ingar gingið á drama/- sjónelikarskeiðum, og tey hava verið býtt upp í seks bólkar. Fýra av bólkunum hava havt sjónleikasýningar í mai og juni. Og nú skulu so tey seinastu hava sýn- ingar av hesum leikinum, sum eitur Valhøll. Í leikinum er sjónleikur, bardagi á palli, dansur, sangur og tónleikur/ljóð- myndir. Pallurin er sera einfaldur, og skift millum umhvørvini verður gjørt við ljósabroyt- ingum. Tónleikur /ljóðmyndir hevur Magnus Johannessen gjørt. Ljós stendur Christi- an Kruse fyri og leikstjórna hevur Hjørdis Johansen. Búnar hava Ebba Sofía Kruse, Hjørdis Johansen, Lív Mikkelsen, Birita Kjærbæk og foreldur seym- að. Leikarar: Anfinn Garðs- horn, Bára Dybczak, Bára Sigmundardóttir, Barbara í Stórustovu, Dís Jespersen, Eva Jóhanna Garðshorn, Eyð Joensen, Ingilín Strøm, Irena Joensen, Jó- hannus Johansen, Maria Heinesen, Marin Tórgarð, Tjóðhild Patursson, Trónd- ur Dalsgarð. Tónaskaldið Sunleif Rasmussen verður stóra navnið á stóra Korsholmsfestivalinu m í Finlandi, sum verður í døgunum 28. juni til 5. juli. Tíggju verk hjá tónaskald- inum verða framførd – harímillum ein frumframførsla av einum stykki, sum er skrivað til endamálið FESTIVALUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Song of Seasons er ein violinsolo, sum Sunleif hevur skrivað til finska festivalin. Hann lýsir hetta stykkið sum eina nýmótans viðmerking til tær fýra árstíðirnar hjá Vivaldi. Fyrireikararnir av festi- valinum settu seg í samband við Sunleif fyri góðum tveimum árum síð- ani, og samstundis bíløgdu tey so eina violinsolo. Hetta stykkið verður so sum sagt frumframført á festivalinum við einum violinsolisti saman við einum strúkiorkestri. Sunleif sjálvur fer at hoyra stykkið fyri fyrstu ferð til eina roynd undan festivalinum. Hann skal til Finlands týsdagin, og tá fær hann so høvi til at hoyra tað. Og tað er hann sum vera man sera spentur uppá. – Eg sendi teimum stykk- ið síðst í mai, og eg havi onki hoyrt aftur frá teimum. Tað taki eg sum eitt positivt tekin, sigur hann flennandi. Tíggju stykki Sunleif er sum sagt høv- uðsnavn á festivalinum, og verða ikki færri enn tíggju verk hjá honum á skránni. Hetta sær hann sum, at fólk fara at fáa ein breiðan kunnleika til tónleikin og stílin hjá sær. Tað eru ymisk verk um- framt Song of Seasons. Báðar strúkikvartettirnar hjá honum, soloir fyri violin og klaver og kamars- tykkir í heila tikið. Í longd variera stykkini frá umleið 10- 15 minuttum upp í 45 minuttir. Song of Seasons varir umleið hálv- an tíma, greiðir Sunleif frá. Orkesturleiðararnir hava sjálvir valt stykkini hjá honum burturúr útfrá einu- m úrvali, sum forlagið hjá Sunleifi hevur sent teim- um. Spennandi Hóast hann heldur tað altíð vera spennandi at hoyra, hvussu nýggir tónleikarar tulka hansara stykki, so er ongin ivi um, at Sunleif er mest spentur uppá frum- framførsluna. – Sjálvandi er tað mest spennandi, men tað er eisini stuttiligt og áhugavert at hoyra tær smærru broyt- ingarnar í tulkingunum hjá nýggjum tónleikarum, sum framføra stykkini hjá ein- um, sigur Sunleif. Hann greiðir frá, at ein- aferð spældi ein breti sama klaverstykki, sum eisini verður at hoyra á festi- valinum. Einastaðni í stykkinum hevur Sunleif skrivað, at tað skal spælast so skjótt sum gjørligt. Men tá hann so hoyrdi bretan spæla tað, varð hann noyddur at biðja hann slappa eitt sindur av, tí hann spældi tað nógv skjót- ari enn Sunleif hevur ímyndað sær, at nakar kundi. – Hann hevði ein fantast- iskan teknikk, og eg trúði veruliga ikki, at nakar kundi spæla so skjótt, men tað var eitt stuttligt upp- livilsi, greiðir Sunleif frá. Lopfjøl Sunleif ásannar, at hetta kann vera enn ein lopfjøl hjá honum út um land- oddarnar við sínum eyð- kenda tónleiki. – Hetta er eitt gott høvi at gera vart við seg, og tað eru ikki bara finnar og sviar, sum verða har. Til tílíkar koma ofta fólk alla møgu- liga staðnis frá, og tað kann jú bara vera gott, staðfestir hann. Tvey onnur tónaskald verða nógv spæld á festi- valinum. Talan er um tveir kekkar frá 20 øld, so sum Sunleif sigur, at hann verður tann einasti av teim- um trimum, sum verður til- staðar og sleppur at hoyra framførslurnar av hansara egnu verkum. Korsholmfestivalurin varir sum sagt í eina viku, og tað verða tríggjar kon- sertir um dagin hvønn dag. Millum fyrrapartskonsert- ina og seinnapartskonsert- ina verður so eitt sokallað prát um tónleikin á skránni. Har kunnu áhoyrararnir koma inn og lýða, hvat teir ymsu tónleikararnir halda um tónleikin. Og so verður ein konsertfrøðingur eisini tilstaðar. Tann eina dagin verður tað so Sunleif, sum kemur at verða har sum konsertfrøðingur. Hetta er aðru ferð, at Sunleif Rasmussen er høv- uðsnavn til ein festival. Fyri trimum árum síðani var hann tað eisini til Musik- høstfestivalin í Odense. Men tann festivalurin er nakað væl minni er Kors- holmsfestivalurin. Sunleif fer til Finlands týsdagin og verður á festi- valinum allatíðina. Miðskeiðis í julimánaði fara 14 børn og ung frá Drama- verkstaðnum til Havanna á Kuba at framføra sjónleikin Valhøll á einari altjóða barnasjónleikarastevnu Sunleif Rasmussen verður høvuðsnavnið á stórum, finskum tónleikafestivali um mánaðarskiftið Savnsmynd 2 Nr. 114 - 18. juni 2004 Nr. 114 - 18. juni 2004 3 C M Y K 3 2 Skrá fyri sundalagsstevnuna í Hvalvík og Streymnesi 17. til 20. juni Hósdagin 17. juni kl. 19.00 Stevnubingo á skúlaloftinum Fríggjadagin 18. juni kl. 19.00 Súkklukapping fyri vaksin kl. 20.00 Súkklukapping fyri børn kl. 20.00–24.00 Tivoli, karusell o.a. í skúlagarðinum kl. 20.00–22.00 Barnadiskotek í teltinum kl. 20.00–04.00 Tarvur í skúlagarðinum kl. 20.00–04.00 Pylsuvognur í skúlagarðinum kl. 23.00–04.00 DJ-show í teltinum Bussur koyrir í sambandi við Dj-show: kl. 23.00 úr Vestmanna,Tórshavn, Fuglafirði, Strondum og Eiði. Kl. 24.00: úr Tjørnuvík. Úr Hvalvík aftur kl. 04.30 Leygardagin 19. juni kl. 12.00 Grandprix kapping í renning fyri vaksin og børn 4. umfar vaksin, 3. umfar børn kl. 13.45 Skrúðgonga. Skótar og ítróttarfólk ganga frá gamla skúla til kommunuskrivstovuna, har hornorkestrið hjá GHM spælir kl. 14.00 Sundalagsstevnan 2004 verður sett av Heidi Petersen, løg- tingskvinnu. Aftaná á fer skrúðgongan út á keiøkið kl. 15.00 Kappróður. Eftir kappróðurin handar Jørgen Niclasen, løg- tingsmaður, steyp og heiðursmerki til vinnandi bátarnar kl. 15.00 Tombola, sjórænaraskip og matsøla á Kappróðrarøkinum kl. 15.00 Grand prix í súkkling kl. 19.00 Trøllapætur og Omman í teltinum kl. 19.00–22.00 Matsøla í skúlanum kl. 19.00–02.00 Tivoli, karusell o.a. í skúlagarðinum (Stongt millum kl. 23.00–24.00) kl. 20.00–04.00 Tarvur í skúlagarðinum (stongt millum kl. 23.00–24.00) kl. 20.00–04.00 Pylsuvognur í skúlagarðinum (stongt millum kl. 23.00–24.00) kl. 20.00 Útimøti við missiónshúsið við luttøku av Finni Hansen v/ familju kl. 23.00 Midnáttarrøða við kommunuskrivstovuna. Heðin Zacharia- sen, borgarstjóri, heldur røðu og Sundalagskórið syngur. Aftaná verður fýrverk kl. 24.00–04.00 Dansur í teltinum.Tvøramenn spæla. Bussur koyrir í sam- bandi við dansin: Kl. 23.30 úr Vestmanna,Tórshavn, Eiði og Tjørnuvík. Úr Hvalvík aftur kl. 04.30 Sunnudagin 20. juni kl. 12.00 Kirkjugudstænasta v/ Ingu Poulsen Dam, presti kl. 14.30 Sunnudagsskúli í Missiónshúsinum kl. 15.00 Kappsigling á kappróðrarøkinum. Aftan á verða steyp handað í neystinum hjá HSR í Streymnesi.Tilmelding fer fram á tlf. 314080 ella 212323 til leygardagin kl. 15.00 Neytamykjukapping kl. 16.00–18.00 Ponyríðing við skúlagarðin kl. 16.00–22.00 Tivoli, karusell, tarvur o.a. í skúlagarðinum kl. 16.00–22.00 Pylsuvognur í skúlagarðinum kl. 16.00–20.00 Matsøla í skúlanum kl. 16.00 Skúlabørn í Hvalvíkar skúla hava tónleikaframførslu á skúlaloftinum kl. 18.00 Útimøti við missiónshúsið við luttøku av fólki úr Haldarsvík og Tjørnuvík kl. 19.00 Togtogan millum hvalvíksmenn og streymnesmenn um ánna við skúlan kl. 22.00 Stevnan endar