fríggjadagur 18. juni 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 114 - 18. juni 2004
Nr. 114 - 18. juni 2004
5
Stór hækking í
postgjøldunum er á
veg og nógv posthús
afturat skulu lata
aftur
POSTVERKIÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú verður nógv dýrari at
brúka Postverk Føroya.
Gongst sum ætlað, verða
postgjøldini hækkað í næst-
um og sostatt fer tað at
verða dýrari at senda bæði
brøv og pakkar.
Postverk Føroya hevur
søkt Posteftirlitið um loyvi
at hækka postgjøldini. Men
enn hevur Posteftirlitið ikki
svarað og sostatt er óvist,
um, ella nær, hækkingarnar
koma í gildi.
Men tekur eftirlitið undir
við Postverkinum, verður
talan er um eina hampiliga
stóra hækking í postgjøld-
unum.
Bergur í Garði, stjóri í
Postverki Føroya, sigur, at
Postverkið hevur søkt um
loyvi til at hækka prísin fyri
at senda brøv eini 10-15%.
Samstundis er søkt um at
fáa loyvi til at hækka gjøld-
ini fyri at senda pakkar eini
20%.
Hetta eru miðaltøl, tí
stórur munur er á, hvussu
nógv tær ymsu hækking-
arnar eru. Í summum førum
eru hækkingarnar undir
miðal og í øðrum førum eru
tær yvir miðal.
Tekur Posteftirlitið undir
við tilmælinum frá Post-
verkinum, verða hækking-
arnar settar í verk eftir eina
hóskandi kunning og freist
til viðskiftafólkið hjá Post-
verkinum.
Annars sigur stjórin í
Postverkinum, at Postverk
Føroya hevur verið í eini
serstøðu framum so nógv
onnur postverk í øðrum
londum.
– Hóast telduposturin
hevur vundið nógv uppá
seg, er talið á brøvum, sum
Postverk Føroya hevur av-
greitt, kortini hækkað hvørt
ár, heilt til í 2003, tá ið tað
minkaði aftur.
– Men hereftir vænta vit,
at talið á brøvum fer at
minka eini 3-4% um árið.
Bergur í Garði sigur, at í
Danmark minkaði talið á
brøvum í fjør eini 4 % og í
Grønlandi var talan um
eina minking upp á heili 8-
9%.
– Tí ræður tað eisini um
hjá Postverkinum at skil-
bøta raksturin.
Fleiri posthús latast
aftur
Postverkið hevur eina játtan
uppá 2,3 milliónir á fíggj-
arlógini.
Men endamálið er av-
gjørt, at tað skal hvíla í sær
sjálvum.
Tað eru eisini tey greiðu
boðini, vit hava fingið frá
landsins myndugleikum, at
raksturin av Postverkinum
skal hvíla í sær sjálvum,
sigur Bergur í Garði.
– Men tað er eisini málið,
sum Postverkið hevur sett
sær sjálvum, leggur stjórin
afturat
Sostatt skulu postgjøldini
ásetast soleiðis, at post-
verkið ikki gevur undirskot.
Eitt er at hækka post-
gjøldini, fyri at fáa rokni-
stykkið at ganga upp.
Men Postverkið hevur
eisini aðrar mátar at fáa
rakstrarkostnaðin niður.
Og ein av hesum møgu-
leikum er at lata posthús
aftur fyri at spara útreiðsl-
ur.
Fyri nøkrum árum síðani
ásetti Løgtingið beinleiðis,
hvussu nógv posthús skulu
vera í Føroyum.
– Sostatt hevði Postverk-
ið onki val á hesum øki.
Men í 2002 varð hendan
lógin sett úr gildi aftur og
síðani eru nøkur posthús
stongd.
Yvirhøvur er talan um
posthús á smáplássum, sum
eru stongd.
Men Stjórin í Postverkin-
um sigur, at vit hava fram-
vegis alt ov nógv posthús í
landinum.
– Sostatt er ongin ivi um,
at tað fara enn fleiri posthús
at lata aftur, sigur hann.
Akkurát, hvussu nógv
posthús fara at lata aftur, vil
hann ikki siga enn.
– Men talan verður um
posthús í teimum smáu og
miðalstóru bygdunum, sig-
ur hann.
Hann sigur, at í løtuni eru
34 posthús í landinum.
Hann sigur, at av røttum
skuldu ikki verið meiri enn
15-20 posthús í Føroyum.
– Tað hevði verið nóg
mikið til at givið eina nøkt-
andi tænastu.
Sostatt er væntandi, at
sum frálíður fer umleið
annaðhvørt posthús í Før-
oyum at lata aftur.
Kortini vil stjórin í Post-
verkinum ikki seta tal á, tí
teir eru ikki lidnir at við-
gera støðuna og at fleiri
posthús fara at lata aftur, er
ongin ivi um.
Í fyrsta umfari er kortini
ætlanin at lata eini fimm
posthús aftur.
Bergur í Garði sigur, at
tað, at fara á Posthús, er
sum at fara til handils.
– Fólk fara har sum
handilin er og tað sama er
partvís galdandi fyri post-
verkið.
Hann sigur, at undir-
støðukervið er nógv batnað
seinastu árini og sostatt er
tað eisini nógv lættari at
sleppa á posthúsið og tað
eigur eisini at verða tikið til
eftirtektar.
Hinvegin sigur hann, at
so hvørt posthús lata aftur,
verður postlutningurin um-
skipaður á teimum pláss-
um, sum missa posthúsini.
– Verða posthús latin
aftur, skal ein ein onnur
loysn verða klár at seta í
verk. Tað kann gerast við
landpostboðum. Men tað
kann eisini gerast við at ein
handil í eini bygd eisini
hava posthús.
Men hann sigur, at onki
ítøkiligt er um aðrar loysnir
enn.
– Tað, sum hevur størstan
týdning, er, at vit hava eitt
ávíst tal á viðskiftafólki til
hvørt posthús.
Hvussu tað so fer at
gangast hjá Postverkinum
at lata fleiri posthús aftur,
er ein heilt annar spurn-
ingur.
Tað skerst ikki burtur, at
tað hevur verið ein stórur
politiskur
trupulleiki,
hvørja ferð, tað er komið
upp á tal at lata eitt posthús
aftur.
Hóast politikarar form-
liga onki hava við málið at
gera, hava teir verið sera
eymir um posthúsini og tað
er meiri enn so hent, at tað
hevur elvt til politiskt kjak ,
tá ið talan hevur verið um at
lata posthús aftur. Og tað er
eisini meiri enn so hent, at
mál um at lata posthús
aftur, hava verið reist á
sjálvum Løgtingi.
Í farnu viku fekk
Postverk Føroya
loyvisbræv frá
Landsstýrinum, har
karmarnir fyri
postvirkseminum
eru ásettir
POSTVERK FØROYA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú hevur Postverk Før-
oya fingið loyvisbræv frá
landsstýrinum.
Tað hevur leingi ligið í
luftini, at Postverkið
skuldi fáa loyvisbræv –
ella vinnubræv – til at
reka postvirksemi og í
síðstu viku kom tað so.
Higartil hevur Post-
verkið verið rikið sum
ein almennur stovnur
undir landsstýrinum.
Postverkið varð rikin
eftir lógini um postverk
Føroya. Men sum ein
liður í at gera Postverkið
til ein vinnurekandi fyri-
tøku, varð lógin um post-
virksemið sett í gildi í
2001. Men ein fortreyt
fyri hesi lógini, var, at
Postverkið eisini fekk
loyvisbræv og tað kom
so í farnu viku.
Í loyvisbrævinum eru
teir vinnuligu karmarnir
fyri Postverkið ásettir og
har verður eisini ásett,
hvørji rættindi og skyld-
ur, Postverkið hevur.
Ein avleiðing av, at
Postverkið kom undir
nýggju lógina frá 2001
og hevur fingið loyvis-
bræv, er, at nú er tað ikki
longur landsstýrið, sum
skal góðkenna postgjøld-
ini.
Annars hevur tað verið
so, at Postverkið hevur
søkt landsstýrið um loyvi
til at broyta postgjøldini.
Og hevur landdsstýrið
tikið undir við umsókn-
ini, eru nýggju post-
gjøldini ásett í kunngerð.
Men síðani Postverkið
fekk loyvisbræv, skal tað
søkja Posteftirlitið um
loyvi til at hækka gjøld-
ini.
Posteftirlitið kann so
ganga umsóknini á møti
ella ikki. Men í øllum
førum hevur landsstýrið
mist alla ávirkan á post-
gjøldini og kann ikki
longur leggja seg út í,
antin
postgjøldini
hækka, ella ikki.
Men Bergur í Garði
sigur, at hækkingin, sum
nú er í umbúna, hevur
onki við loyvisbrævið at
gera.
– Tað var longu í mars
mánaða, at vit søktu um
loyvi at hækka postgjøld-
ini og stóð tað til Post-
verkið, vórðu hækking-
arnar langt síðani settar í
verk.
Postgjøldini eru ikki
hækkað síðani í 2001,
men hinvegin eru lønirn-
ar rættiliga nógv upp-
farnar síðani tá, so tað er
avgjørt neyðugt at høkka
postgjøldini, sigur stjórin
í Postverkinum.
Postverkið fingið
loyvisbræv
Nú verður nógv dýrari
at senda brøv og pakkar
Samstundis sum Postgjøldini hækka, eru útlit til, at annaðhvørt posthús í Føroyum, verður
stongd, sum frálíður. Tað eru 34 posthús í Føroyum, men eitt hóskandi tal er ímillum 15-20, sigur
stjórin í Postverkinum, Bergur í Garði
Mynd: Jens Kr. Vang
– Vit hava roynt at fáa
kappkoyring undir
skipað viðurskifti á
koyribreytir burtur
frá vegunum, men
løgreglan og fútin
hava verið ósam-
arbeiðsvillig, og tað
ger ikki støðuna betri
viðvíkjandi kapp-
koyring á vegunum,
sigur Agnar Dahl,
motorsúkklufjeppari
og limur í MC-
Føroyar
FERÐSLA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Eftir tilburðin týsdagin
seinnapartin, tá løgreglan
jagstraði og tók ein motor-
súkkluførara
í
Suður-
streymoy, vísti bæði løg-
reglan og Fersðlutrygd á, at
trygdin er í vanda við
øktum
motorsúkkluvirk-
semi í Føroyum. Agnar
Dahl var í 2000 við til at
stovna áhugafelagið hjá
motorsúkklufjepparum
í
Føroyum, MC-Føroyar, og
rekur hann eisini fyritøk-
una AD-Import, sum inn-
flytir og selur motorsúkklur
og prutl.
Endamálið við áhugafel-
agnum var sambært Agnari
at fáa avsíðis koyribreytir,
so kappkoyring kann fara
fram undir skipaðum viður-
skiftum, og hann tekur frá-
støðu frá sjónarmiðunum
hjá løgregluni og Ferðslu-
trygd, samstundis sum hann
í ein mun vendir kanónini
aftur móti teimum. Hann
fýlist, at motorsúkklukoyr-
arar fáa skuldina fyri, at
trygdin á vegunum er í
vanda.
Myndugleikarnir
langt úti
Agnar Dahl sigur, at kapp-
koyring og skilaleys koyr-
ing altíð fer at vera, og at
teir tí hava vent sær til
myndugleikarnir við fyri-
spurningi um koyribreyt
burtur frá vegunum til
frama fyri trygdina.
– Men higartil hava vit
bert møtt illvilja frá løg-
reglu og fúta, og treytirnar,
teir settu fyri skipaðari
koyribreyt, vóru sera órími-
ligar. Tað manglaði bara, at
vit skuldu hava 4 metra
høgt elektriskt hegn og tak
omaná hesi koyribreytini,
leggur Agnar skemtandi
afturat. Á henda hátt metir
hann ikki, at løgreglan
hjálpir til at avmarka skila-
leysa koyring á vegunum,
og hetta er ábyrgdarleyst.
Vandamikil løgregla
Tilburðurin týsdagin, tá
tveir løgreglubilar jagstr-
aðu 20 ára gamla motor-
súkkluføraran, sum varð
máldur at koyra 193 km/t,
avdúkaði eisini løgregluna
sambært Agnari.
– Tað er líka ábyrgdar-
leyst at fara at jagstra ein
motorsúkklukoyrara, sum
helst hevur koyrt væl skjót-
ari enn 193 km/t, við tveim-
um løgreglubilum, tí tá set-
ir tú øll onnur á vegunum í
eins stóran vanda, sigur
Agnar Dahl. Tá løgreglan
enntá megnaði at fanga før-
aran á motorsúkkluni, kann
ein sambært Agnari spyrja
seg sjálvan, hvussu skjótt
teir løgreglumenninir so
sjálvir hava koyrt.
– Men løgreglumenn
hava eisini brúk fyri at
spæla, eins og vit onnur, og
tað er møguliga ein orsøk
til, at teir valdu skilaleyst
og ábyrgdarleyst at fara at
jagstra ein motorsúkklufør-
ara, í staðin fyri bert at fáa
hansara nummarplátu, sig-
ur Agnar Dahl. Munurin er
sambært Agnari, at politist-
arnir kunnu gera hetta lóg-
liga, meðan onnur mugu
fara útum lógarinnar karm-
ar.
Jón takkaði nei
Agnar Dahl ger eisini við-
merkingar til upplýsing-
arnar frá Jón Kraagesten av
Ferðslutrygd í gjár, sum
óttast avleiðingarnar av
øktum
motorsúkkluvirk-
semi.
– Alt, sum hevur við
motorsúkklur at gera, er
bert blivið betri seinnu
árini. Nógv fleiri hava
koyrikort, og ferðin er farin
niður munandi, sigur Agnar
Dahl. Í hesum sambandi
vísir hann á, at tað er eingin
nytta at flyta aldursmarki
frá 18 til 21 ár, sum Jón
Kraagesten av Ferðslutrygd
í blaðnum í gjár mælti til.
Agnar Dahl sigur, at um
lógleysi knallert-hugburð-
urin við øllum møguligum
órímiligum treytum skal
flytast yvir á motorsúkkl-
urnar, verður hetta bert
verri fyri trygdina.
– Tá MC-Boogie (tiltakið
fyri øll motorsúkkluáhug-
að) varð hildið, varð Jón
Kraagesten av Ferðslutrygd
bjóðaður við, so Ferðslu-
trygd kundi hava sína
ávirkan, men Jón takkaði
nei, og tað hildu vit vera
løgið. Agnar sigur, at um
Jón Kragesteen nústaðni
hevur uppdagað, at tað er
ein motorsúkklumentan í
Føroyum, hevur hann ikki
havt fingurin á pulsinum.
Hann slær at enda fast, at
hann á ongan hátt stuðlar
skilaleysari og ólógligari
koyring, men hann fílist
bert á, at motorsúkklukoyr-
ararnir fáa skuldina av m.a.
tilburðinum týsdagin.
Løgreglan eisini ábyrgdarleys
John Christiansen
koyrilærari sigur, at
seinastu 2-3 árini
hava koyrilærarar
merkt eitt
»motorsúkkluboom«
við fleiri og fleiri,
sum taka koyrikort til
motorsúkklur
FERÐSLA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
John Christiansen, koyri-
lærari í Havn, er ein av
teimum fimm koyrilærar-
unum í Føroyum, sum
bjóða koyrikort til motor-
súkklur. Hann sigur, at
hann í yrki sínum veruliga
hevur merkt øktan áhuga
fyri motorsúkklum seinastu
2-3 árini.
– Vit hava merkt eitt
»boom« viðvíkjandi áhuga
fyri motorsúkklukoyrikorti,
men hetta er eitt rák í øllum
londunum kring okkum og
ikki bert í Føroyum, sigur
John Christiansen. Hann
heldur orsøkina fyri økta
motorsúkkluvirkseminum
vera, at súkklurnar eru
vorðnar nógv betri og
tryggari, men eins og við
bilum eru hjáárinini, at
ferðin eisini økist.
Tilkomin fólk
Í gjár søgdu bæði Tommy
Brockie av løgreglustøðini
og Jón Kraagesten av
Ferðslutrygd, at teir óttað-
ust fleiri og fleiri ungar
førarar, sum koyra ov
skjótt, men John Christian-
sen sigur, at tað generelt
eru tilkomin fólk, sum taka
motorsúkklukoyrikort.
– Sum heild eru tey, sum
taka koyrikort á motor-
súkklu, yvir 30 ár, og eg fái
so ikki eyga á nakað rák við
fleiri og fleiri yngru motor-
súkkluførarum, sigur John
Christiansen.
Minni enn í DK
John Christiansen sigur, at
umleið eru 360-380 motor-
súkklur skrásettar í Føroy-
um, og samanborið við
Danmark er hetta talið sera
lágt per íbúgva.
– Samanborið við Dan-
mark per íbúgva skuldu
umleið 800 motorsúkklur
verið skrásettar í Føroyum,
so motorsúkkluvirksemið í
Føroyum er nógv minni í
Danmark samanborið við
fólkatali,
sigur
John
Christiansen.
Koyrikort til motorsúkklur økjast
Agnar Dahl fýlist á, at motorsúkkluførarar fáa skuldina fyri eitt
nú tilburðin týsdagin, tá ein 20 ára gamal koyrdi 193 km/t
Mynd: Jens K. Vang
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
5
4