fríggjadagur 18. juni 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 114 - 18. juni 2004
Nr. 114 - 18. juni 2004
7
Fleiri drukni-
vanlukkur
Tað kann vera hugaligt at
svimja fram við donsku
strondini
ein
góðan
summardag, men hagtøl-
ini vísa, at tað kann eisini
vera vandamikið.
Í fjør druknaðu 18
fólk, sum vóru farin at
svimja fram við donsku
strondini. Fyri tveimum
árum síðani var talið
ellivu, og í fjør druknaðu
níggju, men fyri fýra
árum síðani var eingin
druknivanlukka av hes-
um slagnum. Hagtølini
vísa, at tað eru yvirhøvur
menn í aldrinum 52 til 85
ár, sum drukna, tá teir
fara at svimja fram við
strondini.
Tølini umfata bara
druknivanlukkur í Dan-
mark, og myndugleikar-
nir siga, at talið er mun-
andi størri, um van-
lukkurnar
uttanlands
verða taldar við. Nógvir
danir ferðast uttanlands
um summarið, og á
hvørjum ári eru tað fleiri,
sum drukna, tá teir fara
at svimja.
Noreg olju
til átta ár
Oljuleiðirnar, sum higar-
til eru funnar í norskum
sjógvi, hava nóg mikið
av olju til tey næstu átta
árini við verandi fram-
leiðslu. Tað vísir ein met-
ing hjá bretska oljufe-
lagnum BP.
Verður hugt at øllum
teimum kendu oljuleið-
unum í heiminum, eru
útlitini ikki so døpur.
Michael D. Smith hjá BP
sigur við Dagens Nær-
ingsliv, at í teimum keld-
unum, sum higartil eru
funnar kring heimin, er
nóg mikið av olju til tey
næstu 41 árini, um fram-
leiðslan verður hildin á
sama stigi sum nú. Fyri
tjúgu árum síðani varð
hildið, at nóg mikið var
av olju til tey næstu 29
árini, men tey seinastu
árini eru fleiri leiðir
funnar afturat.
Michael
D.
Smith
væntar ikki, at vit fáa so
lágar oljuprísir aftur sum
í nítiárunum, og tað kann
koma norðmonnum væl
við. Norski oljumálaráð-
harrin, Einar Steensnæs,
sigur við Dagens Nær-
ingsliv, at høgur olju-
prísur økir áhugan fyri
Norðsjónum sum olju-
leið, og tí væntar hann, at
virksemið fer at veksa
har. Tað fer so aftur at
gagna norska ríkiskass-
anum, sigur ráðharrin.
Skulu kanna
sjófuglin
Landsfelagið hjá norsk-
um oljuvinnufyritøkum
hevur nú játtað 700.000
krónur til kanningar, sum
skulu skráseta sjófugl.
Náttúrugranskingarsto
vnurin skal standa fyri
skrásetingini, og stovn-
urin fer serliga at leggja
dent á fuglasløg sum
skarv, lomviga, lunda og
teista á góðum fugla-
plássum so sum Røst,
Hornøy og á Bjarnoynni.
Orsøkin til, at júst hesi
fuglasløgini eru vald
burturúr, er, at tey eru
serliga
viðkvom
fyri
oljudálking.
Leiðslan á náttúru-
granskingarstovninum
fegnast um, at oljuvinnan
vísir so stóran áhuga fyri
sjófuglinum.
Sambært
granskaranum
Tycho
Anker-Nilsen
er
tað
neyðugt
at
skráseta,
hvussu nógv er til av
sjófugli í norskum øki,
og hvar hann heldur til.
Hetta arbeiðið hevur
ligið á láni í mong ár,
sigur hann við Bergens
Tidende.
101 ára gamal
í fallskíggja
Tann 101 ára gamli
avstraliumaðurin Frank
Moody er vorðin ein
sonn hetja, eftir at hann í
gjár leyp út í fallskíggja í
3.000 metra hædd.
Sambært
blaðnum
Daily Telegraph segði
Frank Moody herfyri, at
hann hevði sett sær fyri
at gerast tann elsti mað-
urin, sum hevði lopið út í
fallskíggja. Gamla metið
átti ein 94 ára gamal
norðmaður. Vinfólkini
hjá Frank Moody vildu
ikki trúgva honum, men
tey hildu kortini, at hann
skuldi sleppa at royna.
Hann slapp tí at fyrireika
seg, og í gjár fullførdi
hann ætlanina.
Fallskíggjafelagið,
sum skipaði fyri lopi
hansara, hevði sum vera
man boðið myndamonn-
um og tíðindamonnum at
fylgja við tilburðinum.
Lendingin var kanska
ikki tann besta. Í hvussu
er ikki fyri tveir av
myndamonnunum,
tí
Frank Moody rakti teir,
tá hann kom niður á
jørðina, skrivar Daily
Telegraph.
UTTAN ÚR HEIMI
Hóast hann fór til
gravar í síðstu viku,
er fyrrverandi forset-
in við í valstríðnum
upp undir forseta-
valið í heyst
VALSTRÍÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ein konservativur felags-
skapur í USA, sum vil hava
amerikanararnar at velja
George W. Bush á forseta-
valinum í heyst, brúkar nú
fyrrverandi forsetan Ron-
ald Reagan í valstríðnum.
Reagan fór til gravar í
síðstu viku, og familjan
sigur, at hon hevur ikki giv-
ið felagsskapinum tilsøgn
um at nýta fyrrverandi for-
setan í valstríðnum.
Í einum sjónvarpsátaki
verða Reagan og Bush lýst-
ir sum tveir stórir leiðarar,
Reagan í bardaganum ímóti
kommunismuni og Bush í
bardaganum ímóti yvir-
gangsmonnum. Í filminum
er brotið, tá Reagan var í
Berlin,
har
hann
bað
Mikhail Gorbatjov bróta
Berlin-múrin niður. Síðani
sæst Bush standa í leivdun-
um av World Trade Center,
har hann lovaði at hevna
álopið.
Talskvinnan hjá Reagan-
ættini, Joanne Drake, sigur
við tíðindastovuna AP, at
tey avvarðandi hjá fyrrver-
andi forsetanum eru mis-
nøgd við, at hann verður
misbrúktur á hendan hátt.
Hon sigur, at tey avvarandi
høvdu sagt nei, blivu tey
spurd, um felagsskapurin
kundi brúka gamla forsetan
í átakinum fyri Bush.
Nú flýggja so nógv
fólk úr sudanska
landspartinum Dar-
fur, at hjálparfelags-
skapirnir klára ikki at
hjálpa teimum. Tey
vita at siga frá ræðu-
ligum tilburðum
FLÓTTAFÓLK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Ein dagin komu teir
arabisku álopsmenninir til
bygdina. Teir vóru vápn-
aðir. Teir leitaðu eftir øllum
kvinnunum og valdu síðani
tær vakrastu burturúr. Eg
var ein teirra. Fýra av
álopsmonnunum tóku meg
við sær, og teir næstu tíggju
dagarnar neyðtóku teir
meg. Hvønn dag verða
kvinnur rændar og fluttar út
í skógin, har tær verða
neyðtiknar. Soleiðis er tað
hvønn dag.
Søgan hjá hesari 35 ára
gomlu kvinnuni er bara ein
av teimum óhugnaligu frá-
sagnunum
frá
teimum
túsundtals flóttafólkunum,
sum eru flýdd úr sudanska
landspartinum Darfur til
grannalandið Tjad. Am-
nesty International, Human
Rights Watch og aðrir
mannarættindafelagsskapir
hava váttað, at frásagnirnar
eru sannar. Sambært Am-
nesty International hava
teir vápnaðu álopsmenninir
burturflutt nógvar kvinnur
og gentur, sum verða nýttar
sum sextrælir.
Stríð um olju
Altjóða hjálparfelagsskapir
royna sum frægast at hjálpa
teimum nógvu flóttafólk-
unum, men hetta er ein
vónleys uppgáva. Umleið
93.000 fólk eru í legunum,
men roknað verður við, at
talið fer upp um 200.000
seinni í ár.
Sudanska stjórnin verður
løgd undir at forða hjálpar-
felagsskapunum, og ST vil
eisini vera við, at sudanskir
stjórnarhermenn
hjálpa
teimum vápnaðu arabisku
álopsbólkunum.
ST
og
fleiri felagsskapir siga, at
stjórnin roynir at reka fólk-
ið í Darfur burtur haðani, tí
hon vil hava fatur á oljuni
har.
Sambært
blaðnum
Neue Zúrcher Zeitung ætl-
ar sudanska stjórnin at økja
landsins
oljuframleiðslu
200.000 tunnur um dagin,
og blaðið vil eisini vera við,
at fleiri útlendsk oljufeløg
hava sagt seg vera til reiðar
at leita eftir olju í Darfur.
Tí roynir stjórnin við
hjálp frá teimum vápnaðu
álopsbólkunum at ræða tað
svarta fólkið burtur haðani
við drápi og neyðtøkum.
Enn hevur altjóða samfe-
lagið ikki lagt uppí, men
kanadiska stjórnin kunn-
gjørdi í gjár, at hon fer at
leggja málið fyri trygdar-
ráðið hjá ST mánadagin.
Leiðararnir í ES-londunum
skulu eisini umrøða støð-
una í Darfur um vikuskift-
ið.
Flýggja undan drápi
og neyðtøkum
Reagan við í amerikanska
valstríðnum
Bara eina viku eftir jarðar-
ferðina verður Ronald
Reagan brúktur til at hjálpa
Bush í forsetavalstríðnum
Um stutta tíð fer
Romano Prodi frá
sum formaður í ES-
nevndini, men enn er
avloysarin ikki funn-
in. Danski forsætis-
ráðharrin verður
nevndur sum eitt evni
ES-ÓSEMJA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Grundlógin er ikki tann
einasti trupulleikin, sum
leiðararnir í ES-londunum
hava at stríðast við í hesum
døgum. ES-nevndin skal
hava nýggjan formann eftir
italiumannin
Romano
Prodi, og enn er eingin
semja um eftirmannin.
Ta seinastu tíðina hava
fleiri nøvn verið havd á
lofti í Bruxelles. Eitt skifti
tóktist belgiski forsætis-
ráðharrin, Guy Verhofstadt,
at hava teir bestu møgu-
leikarnar, men seinni gjørd-
ist greitt, at meiriluti er ikki
fyri honum. Ein annar, sum
er nevndur, er eysturríkski
kanslarin,
Wolfgang
Schússel, men heldur ikki
hann tykist vera líka nógv
avhildin allastaðni. Tað
sama tykist vera galdandi
fyri fyrrverandi finska for-
sætisráðharran Paavo Lip-
ponen og kommiserarnar
Gunter Verheugen og An-
tonio Vitorino.
Juncker ella Fogh
Eitt evni, sum helst hevði
kunnað fingið meiriluta
ímillum tey 25 limalondini,
er forsætisráðharrin í Luks-
enburg,
Jean-Claude
Juncker.
Hann
hevur
drúgvar royndir í ES-
arbeiði, men hann hevur ein
trupulleika,
sum
hann
sjálvur hevur fingið sær.
Undir valstríðnum herfyri
lovaði hann sínum veljar-
um, at hann fer ikki av
landinum at arbeiða. Ella
sagt við øðrum orðum:
Hann verður ikki formaður
í ES-nevndini.
Men hvat við danska for-
sætisráðharranum, Anders
Fogh Rasmussen? Sambært
donskum
eygleiðarum
hevði
hann
havt
ein
møguleika, men hinvegin
ivast teir í, at hann fer at
siga fortsætisráðharrasess-
in frá sær. Summir eyg-
leiðarar í Keypmannahavn
vænta, at tað hevði beint
fyri stjórnini og hennara
møguleikum at vinna næsta
val. Sjálvur sigur forsætis-
ráðharrin stutt, at hann er
ikki ímillum valevnini.
Spurningurin
er
bara,
hvussu tað svarið skal
skiljast, skrivaði Jyllands-
posturin í gjár.
Tað snýr seg um trú-
virðið hjá samveldin-
um, nú leiðararnir í
ES-londunum hittast
til at taka støðu til ta
nýggju grundlógina.
Tað vánaliga val-
úrslitið í síðstu viku
noyðir teir at semjast
ES-GRUNDLÓG
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Leiðararnir í ES-londunum
eru valla komnir fyri seg
aftan á lúsingin, sum fleiri
teirra fingu á valinum til
ES-tingið í síðstu viku, fyrr
enn tann næsta stóra av-
bjóðingin
stendur
fyri
framman. Í dag hittast teir
til fundar í Bruxelles at taka
støðu til ta nýggju grund-
lógina. Men tað er synd at
siga, at teir hava fingið
stuðul frá sínum veljarum
upp undir fundin. Metlág
valluttøka og stór fram-
gongd til flokkar, sum seta
spurnartekin við samveldið
var tann seinasta heilsanin,
sum leiðararnir fingu frá
veljarunum upp undir tann
avgerandi fundin.
Greið boð
– Tað politiska trúvirðið hjá
samveldinum stendur í
váða. Vit mugu finna eina
semju um ta evropeisku
verkætlanina. Vit mugu
vísa, at Evropa virkar, segði
írski uttanríkisráðharrin,
Brian Cowen, fyrradagin.
Í vikuni hevur hann havt
fund við sínar evropeisku
starvsbrøður, har teir fyri-
reikaðu sjálvan toppfundin.
Írland hevur formansskapin
í ES í løtuni, og írska
stjórnin hevur tí høvuðs-
ábyrgdina av, at eitt úrslit
kemur burturúr.
Tony
Blair,
Jacques
Chirac, Gerhard Schrøder
og fleiri av hinum stjórnar-
og ríkisleiðarunum hava
greitt fingið at vita frá velj-
arunum, at fólk hava ikki
áhuga í ES, soleiðis sum
samveldið virkar nú. So
mikið størri eru krøvini
um, at leiðararnir nú mugu
vísa, at teir kunnu semjast
um tey stóru málini.
– Veljararnir hava sagt
okkum, at teir vilja hava
eitt Evropa, sum arbeiðir
fyri teirra áhugamálum, og
júst tað er endamálið við
teirri nýggju grundlógini,
sigur bretski uttanríkisráð-
harrin, Jack Straw.
Stórur ivi
Hetta er aðru ferð, at ES-
leiðararnir royna at semjast
um ta nýggju grundlógina.
Í demsember í fjør mis-
eydnaðist tað, tí Spania og
Póland sýttu fyri at góðtaka
atkvøðureglurnar hjá ráð-
harraráðnum.
Londini eru heldur ikki
samd, nú tey hittast aftur,
og í veruleikanum eru fleiri
spurningar ósvaraðir. Rætt
er tað, at londini eru komin
nærri hvør øðrum aftan á
samráðingar teir seinastu
seks mánaðarnar, men kort-
ini hevur eingin av leiðar-
unum torað at sagt, at hesa-
ferð verða teir samdir.
Tann stóra mótstøðan ella
líkasælan í nógvum av
londunum er eisini ein
ávaring um, at tað er minni
enn so vist, at grundlógin
verður sett í gildi, sjálvt um
leiðararnir samtykkja hana.
Í fleiri londum verður
fólkaatkvøða um grund-
lógina, og tað tykist longu
greitt, at uppskotið fer at
fella í einstøkum londum.
Serliga í Bretlandi er
mótstøðan stór, men dansk-
ir politikarar kenna seg
heldur ikki vísar í, at upp-
skotið fær meiriluta, tá
fólkaatkvøða verður har. Í
Danmark verður hildið, at
atkvøða teir bretsku veljar-
arnir nei, fara danir at gera
tað sama.
ES heldur ikki samt um formannin
UTTAN ÚR HEIMI
Kroystir ES-leiðarar mugu semjast
Eins og fleiri av hinum leiðarunum fingu hesir tríggir ein frammaná á ES-valinum í síðstu viku. Tað kann noyða teir at finna eina semju nú.
Anders Fogh Rasmussen verður
nevndur sum møguligur nýggjur
formaður í ES-nevndini.
C
M
Y
K
7
6