Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 114 - 18. juni 2004 Nr. 114 - 18. juni 2004 9 Snarskivan - ólavsøkuloyvi JBJ Bygging PDF Útferð yvir á Blanka- skála Norrøna Felagið í Leirvík ger útferð yvir á Blankaskála leygardagin ÚTFERÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er vorðið alt meira vanligt, at feløg skipa fyri útferðum ymsa- staðni kring landið. Gingið verður um dal- ar og fjøll, og nógvar av hesum ferðum eru eitt minnið fyri lívið. Nógv av teimum støð- um, sum vitjað verða, eru søgulig á ymiskan hátt, og tí kann ein slík ferð saktanst vera ein uppfrísking av eini søgu, tú áður hevur hoyrt, men kanska ikki hevur heft teg so nógv við. Hevur tú verið á staðnum, festir søgan seg í minnið fyri lívið. Blankaskáli Komandi leygardagin skipar Norrøna Felag- ið í Leirvík soleiðis fyri eini útferð yvir á Blankaskála á Kals- oynni. Farið verður av ferjuleguni í Leirvík l e y g a r m o r g u n i n klokkan 10, og vænt- andi verður ferðalagið aftur í Leirvík umleið klokkan 13. Tað verður báturin, Alfa Pilot, ið siglir við teimum, ið verða við í ferðini. Á ferðini fer As- bjørn Lómaklett at greiða frá søguni um Blankaskála, har eitt stórt skalvalop í sínari tíð gjørdi av við hesa bygdina. Felagssangur Norrøna Felagið í Leirvík sigur, at á ferðini verður eisini felagssangur, har Juel Høgnesen fer at spæla undir. – Tiltakið er ókeyp- is, og øll eru hjartaliga vælkomin at verða við á ferðini, sigur for- maðurin í Norrøna Fe- lagnum í Leirvík, Tór- hild Bjarkhamar. Tøting í Syðrugøtu hevur nú skapt eitt nýtt listarligt um- hvørvi í Eysturoy, sum væntandi eisini fer at draga fleiri fólk inn á gólvið LIST Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tøting í Gøtu hevur nú fingið sítt egna gallarí. Í bygninginum í Syðrugøtu hava tey sett hølir í stand til endamálið. Hetta eru ljós og snotulig hølir, sum eru væl egnaði til endamálið. Hølini eru í tveimum – fyrst eitt niðara við góðari trappu uppá til tað ovara. Seinasta fríggjadag bjóð- aði Tøting til móttøku í samband við, at gallaríið alment varð tikið í nýtslu. Væl av fólki var til mót- tøkuna, sum var hugnalig við avslappandi klaver-og fióltónleiki. Tað var Petur Martin Petersen, sum starvast á Kunningarstovuni í Fugla- firði, ið fekk heiðurin at lýsa hølini at vera alment tikin í nýtslu. Hann hevði eina áhuga- verda og stundum skemti- liga røðu. Petur Martin greiddi frá Gregersen-familjuni, sum í sínari tíð trúði uppá tað, sum mong hildu vera ómøguligt, nevniliga at gagnnýta føroysku ullina og virka hana til vakrastu pløggini. Hann greiddi frá gongd- ini upp ígjøgnum árini, bæði tá ið tað gekk væl, og tá ið tað gekk minni væl í hond. Framsýning Stór framsýning hongur uppi, nú gallaríið hjá Tøt- ing alment er latið upp. Á framsýningini eru málningar hjá so mætum listamonnum sum Sámali Toftanes, Øssuri Mohr, Frits Johannesen og Heðini Kambsdal. Eisini eru eiðis- hjúnini, Elisabeth og Páll Ellingsgaard, við á fram- sýningini við síni glarlist, har tey gera ymiskar lutir úr glasi, eitt nú avbera vakrar klokkur, vasar og myndir úr glasi. Einir 26 málningar eru við á framsýningini um- framt lutirnar hjá Elisabeth og Pálli. Við gallarínum hjá Tøt- ing, er eitt nýtt listarligt umhvørvi skapt í Eystur- oynni. Lítið er at ivast í, at Tøt- ing, sum fyritøka, fer at fáa fleiri vitjanir, bæði av før- oyingum og útlendingum, sum við hesum eisini fáa eitt nýtt høvi at síggja tað útboð, sum fyritøkan hevur av vørum, skaptum við okkara egnu hondum og úr okkara egna tilfeingi. Nýtt listarligt umhvørvi í Eysturoy Uffe Bærentsen, Petur Martin Petersen og Hallbera Ólavsdóttir. Mynd: Vilmund Jacobsen Løtan á Tøting var hugnalig við vøkrum klaver-og fióltónum Mynd: Vilmund Jacobsen Eitt nýtt listarligt umhvørvi er skapt á Tøting í Syðrugøtu Mynd: Vilmund Jacobsen Glarlist, sum hjúnini, Elisabeth og Páll Ellingsgaard á Eiði, gera Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 9 8 Øll søla og tiltøk, sum skulu vera á ólavsøku ella lýsast í ólavsøku- skránni í ár, skulu nýta serligt umsóknarblað, ið fæst í Snarskivuni og á heimasíðu kommununar. www.torshavn.fo Ólavsøkan 2004 Viðvíkjandi sølu og tiltøkum Freistin at flýggja inn umsóknarblaðið er sett til mánadagin 21. juni 2004 kl. 12.00. Umsóknir, sum koma inn aftan á 21. juni 2004 kl. 12.00, verða ikki viðgjørdar. Heim! hevði uppiborið størri áskoðarafjøld UMMÆLI Eydna Skaale eydna@sosialurin Leikurin hjá tannáringa- bólkinum í sjónleikarhúsin- um er nú liðugur at ganga. Tey hava dugliga vant síð- ani oktober í fjør, og tað var ikki smávegis, sum kom burturúr. Tey ungu megn- aðu at fáa ein álvarsaman og djúpan leik at sýnast trúðverdigan, hóast leikurin viðgerð tung evni sum deyða, trúgv, fátækradømi, harðskap og vónina um okkurt betri. Tey megnaðu at fanga áskoðaran, og halda honum føstum, í tann hálvanannan tíman, sum leikurin vardi. Tey megnaðu væl at lýsa hesi russisku børnini, sum ikki liva við dreyminum og vónini um eitt betri lív, men sum ongan møguleika hava at broyta lagnuna, sum í flestu førum eisini endar syndarliga. Leikurin vísti á og fekk áskoðaran at hugsa um stóru eksestensiellu spurningarnar, sum so ofta tykjast verða gloymdir í okkara vanabundna og lætta gerandisdegi. Og tað er alla æru vert, tá hugsað verður um, at leikararnir eru so ungir. Halda tey á, er heilt víst, at onkur av leik- ararnum veruliga kann skapa sær eina framtíð inn- an leiklistina. Tá tað er sagt, má eisini viðmerkjast, at leikurin av og á hevði ein farra av fólkaskúla sjónleiki, við antin ov lítið ella ov nógv av artikulatión. Av og á varð tosað so ótýðiligt, at ikki hoyrdist hvat sagt varð, meðan tað av og á var so yvirdrivið týðiligt at tað tyktiskt ónatúrligt. At tað vóru so fá, ið nýttu høvið at síggja leikin er spell. Hesi ungu vóru dugnalig og høvdu veruliga uppiborið fleiri áskoðarar. Vónandi fara tey at finna pláss í Sjónleikarhúsinum, soleiðis, at tey ungu fáa møguleika at framføra nakrar ferðir afturat. Byggimálið í Hoyvík: Heðin Mortensen fram- vegis tættur sum tunnan BYGGILOYVI Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Í gjár segði Heðin Morten- sen, leiðari í byggi- og býarnevndini, við Sosialin, at hann skjótast gjørligt skuldi kannað øll skjølini, ið viðvíkja byggingini í Maritugøtu og Torkilsgøtu, og at hann onga viðmerk- ing hevði til málið, fyrr enn han hevði lisið alt tilfarið. Men í dag hevur Heðin heldur onga viðmerking, hóast hann hevur lisið skjølini. Hann hevur kallað inn til byggi- og býar- nevndarfund mánadagin, og viðmerkingin er útsett inntil eftir henda fundin. Hann sigur, at hann hevur givið fundarboð, fyri at nevndin skal kanna, um tingini viðvíkjandi byggi- loyvinum hjá Guttesen og Staksund, eru í lagi. –Hetta er rætta forum at diskutera málið í, sigur hann. Við á fundinum verður eisini fyrisetingin, t.v.s. byggieftirlitið og plandeild- in hjá býráðnum. Fyriset- ingin skal greiða fundar- fólkunum frá øllum tí, sum farið er fram í málinum. Spurdur, um tað ikki er merkisvert, at íbúgvarnir í Torkilsgøtu bert hava fingið fyribilstekningar út- flýggjaðar, tá byggifelagið sigur seg hava havt góð- kendar tekningar, svarar Heðin Mortensen, at tað ynskir hann ikki at við- merkja enn. Hann sigur, at einki verður sagt fyrr enn eftir fundin. –Men er nak- að ivasamt farið fram, so skal tað avdúkast, sigur hann. Vit hava tískil ikki annað val, enn at bíða inntil fund- urin mánadagin er lokin. Tá skuldi so endiliga borið til at fingið viðmerkingar frá býráðnum til hetta fløkjuta málið.