fríggjadagur 18. juni 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 114 - 18. juni 2004
Nr. 114 - 18. juni 2004
11
Neyvan taka vit ov dýran til, tá vit gita, at ein stórur partur
av føroyingum í hesum døgum sita framman fyri sjón-
varpsskíggjan nógv fleiri tímar enn vanligt er. Av teirri
einfaldu orsøk at spælt verður um europameistaraheitið í
fótbólti. Sjónvarp Føroya hevur eftir okkara tykki tikið
eina skilagóða avgerð at senda allar dystirnar, eitt stig,
sum uttan iva mong eru fegin um, tó at fótbóltur ikki
hevur áhuga hjá øllum hyggjarum. Eftir okkara tykki eitt
skilagott val.
EM-kappingin í fótbólti í Portugal er ein stórhendig í sær
sjálvum. Her møtast bestu fótbóltstjóðirnar í Europa.
Flestu av heimsins fimastu og dugnaligastu fótbóltsspæl-
arum eru at síggja í hesi kappingini. Ein kann so halda um
fótbólt, hvat ein vil. Men her er so spenningur og aktión.
Her hevur tú eina ítróttargrein, sum ein heilur heimspartur
fylgir við í. Ein ítróttargrein, sum ein stórur partur av
okkara ungdómi sær upp til.
Gamaní er talan um spæl. Men tað snýr seg eisini um so
nógv annað. Um spenning, kenslur, kapping, identitet,
tjóðskap, um fimleika og entá list. At síggja góðan fótbólt
er at líkna við góða og livandi list. Hetta sanna mong av
okkum. Spælarar sum áskoðarar.
Hetta snýr seg eisini um meira enn bara tað at hyggja eftir
øðrum. At Føroyar hava spælt móti fleiri av tjóðunum,
sum nú royna seg og fara at bjóða uppaftur øðrum av í
heyst, tá undankappingin til HM byrjar, er eisini vert at
geva gætur. Og tað er eisini við slíkt høvi, at vit eiga at
steðga á og umhugsa okkara egnu støðu. At tað hevur
eydnast okkum at vera við í kappingunum millum heim-
sins fótbóltstjóðir er einki minni enn ein stórhending
hvørja ferð og ein avbjóðing av teimum stóru. Í hesum
sambandi hava vit nógv at takka teimum, sum tryggjaðu
okkum altjóða viðurkenning. Her ikki minst fyrrverandi
fótbóltsambandsformanninum Tórleivi Sigurðsson, sum
við sínum framskygni og gløggskygni og sínum ótrúliga
treiska og diplomatiska háttalag, syrgdi fyri, at teir stóru
góvu okkum ans. Og uppaftur týdningarmiklari: vístu
okkum virðing.
Vert er at minnast aftur á hetta fyri føroyskan fótbólt
fremstu og djarvasta hending og takka teimum, sum rudd-
aðu slóð fyri okkara luttøku í altjóða fótbólti. Tað er kring
slíka EM-kapping, at vit eiga at finna hetta framaftur í
minninum. Hetta hevur nógv størri týdning enn mong
geva sær fær um. Tí tað hevur eisini skapt áhuga og virð-
ing fyri okkara landi og fólki á so mongum øðrum økjum
eisini.
Tað er áhugavert at merkja sær, at lond, sum í hesi kapping
dystast um EM-heitið, koma til Føroya at spæla í heyst,
eitt nú fótbóltstjóðin yvir øllum, Frakland. Føroyingar
eiga at vera fegnir um og ernir av, at tað býðst okkum høvi
at sleppa at royna okkum móti slíkum liðum. Hvør skuldi
trúð tí. Men veruleiki er tað. Og tað ræður um at troyta
henda veruleika skilagott.
At okkara frægasti spælari nakrantíð, Todi Jónsson veður
við aftur á okkara landsliði, sum skipari á flaggskipi
Føroya, tað ger bert alt uppaftur betri og ljósari. Hann skal
vera so hjartaliga vælkomin. Vit vænta okkum nógv av
honum og ivast ikki í, at hann fer at liva upp til tær kom-
andi og stóru avbjóðingarnar. Hann er við til at geva
øðrum íblástur og trúgv. Lat okkum fegnast um hesar EM-
leikirnar, men lat okkum eisini brúka teir til at hita upp í
hugaheimi okkara til komandi undankapping í HM-kapp-
ingini.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Gott fótbóltssjónvarp
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Løgtingið -
Umsitingin
Við hesum skal løgtings-
umsitingin koma við rætt-
leiðingum til okkurt av tí,
sum er ført fram í sambandi
við hetta mál.
Løgtingsumsitingin
hvørki kann áleggja ella
hevur álagt Jákup Mikkel-
sen, tingmanni, at hava løg-
frøðiligar grundgevingar
fyri eini minnilutastøðu í
landsstýrismálanevndini.
Hvat viðvíkur samsvarin-
um millum niðurstøðuna
hjá landsstýrismálanevnd-
ini og dómin í málinum, so
kann dómurin, soleiðis sum
sakin er førd, ikki nýtast til
at staðfesta nakra andsøgn.
Málið um Jógvan S. - nakrar rættleiðingar
Hósnáttina sigldi
rækjutrolarin, Sól-
borg, á eitt stórt ís-
fjall, tá ið teir vóru á
veg inn at landa við
Ný Foundlandi. Fleiri
tons av ísi komu inn á
dekkið, og skipið fekk
eina buglu í gronina.
Tíbetur hendi eingin
mansskaði
SIGLDI Á ÍSFJALL
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Petur Jacobsen, reiðari,
sigur, at Sólborg hevði
einar tveir tímar eftir til
lands, tá ið hendingin fór
fram. Skipið hevur eini 500
tons inni, sum skuldu
leggjast upp í Bay Roberts í
Ný Foundlandi.
– Tað er ofta nógv toka í
Ný Foundlandi um summ-
arið, og soleiðis var eisini
síðstu nátt.
Reiðarin sigur, at ísfjall-
ið, sum Sólborg sigldi á,
hevur verið rættiliga stórt,
tí skipið fekk fleiri tons av
ísi inn á dekkið.
– Tíbetur hendi ikki
manningini nakað, men
skipið hevur fingið eina
buglu á gronina.
Enn er ikki greitt, hvussu
verður við skipinum, men
Petur vónar, at Sólborg
sleppur útaftur, tá ið teir
eru lidnir av landa.
– Hol er ikki komið á
skipið, og nú tað er summ-
ar, vóna vit, at Sólborg
sleppur útaftur beinanveg-
in. Men neyðugt er so, at
skipið fyrst verður kannað.
Petur vísir á, at einir 11-
12 mans skuldu fara yvir til
Ný Foundlands at skifta við
menn, sum skuldu koma
heim.
– Nú er ferðin útsett, til
greitt er, hvussu vorðið
verður við skipinum, sigur
hann.
Reiðarin sigur, at Sól-
borg byrjaði at landa hós-
morgunin, og hann vónar,
at klárt verður at loysa aftur
skjótast tilber.
Ikki óansni
Petur Jacobsen leggur dent
á, at orsøkin til hendingina,
var ikki óansni, tí siglt varð
eftir umstøðunum, sum eru
á hesi leiðini, tá ið kjaft-
svart er í toku, sum tað
eisini var hesa náttina.
– Tað hendir, at ísfjøll eru
á leiðini hesa tíðina av
árinum. Tey loysna og reka
suðuryvir, har tey við tíðini
tiðna burtur í einki. Hann
sigur, at slík ísfjøll vanliga
síggjast á radaranum, men
er nógv ferðsla á leiðini,
kann henda, at skipið fær
skeiv signalir.
Petur Jacobsen sigur, at
Sólborg hevur verið til
fiskiskap í einar tveir mán-
aðir.
– Tað er ikki nógv at siga
um sjálvan fiskiskapin,
sum verið hevur hesar báð-
ar mánaðirnar, men prísir-
nir á rækjunum eru lágir,
sigur reiðarin at enda.
Við Sólborg hendan túrin
eru 19 mans.
Sólborg sigldi á ísfjall
við Ný Foundlandi
– Tíbetur hendi ikki manningini nakað, men skipið hevur fingið eina buglu á gronina, sigur
Petur Jacobsen, reiðari
Savnsmynd
Mikudagin skipaði
skúlin í Gøtu fyri há-
tíðarhaldi í sambandi
við, at skúlin fylti 30
ár. Nógv fólk var til
hátíðarhaldið, har
núverandi og fyrr-
verandi borgarstjórar
hildu røður
HÁTÍÐARHALD
Jonhard Hammer
Mikudagin var nógv gjørt
burtur úr, at skúlin í Gøtu
hevði føðingardag. Tað eru
30 ár síðani, at skúlin við
Gøtugjógv var tikin í
nýtslu, og hetta var feiðrað
alla dagin.
Tað byrjaði við skúla-
børnini fingu hvør sína
luftballón og fór út í garðin
at gera eitt 30-tal, sum varð
avmyndað. So var eisini
okkurt til magan, tí skúlin
bjóðaði pylsur, sunkist og
annað gott.
Inni í skúlanum var síð-
ani møguleiki at vitja stóru
framsýningina, sum varð
gjørt í sambandi við dagin.
Á hesi framsýning vóru
nógvar gamlar myndir av
næmingum,
tiltøkum
í
skúlanum og annað. Her
var nógv forvitnisligt at
hyggja eftir, og tað nýttu
nógv fólk høvi til.
Kaffi í
fimleikarhøllini
Mikukvøldið var skipað
fyri hátíðarhaldi fyri øllum
bygdarfólkinum, og hóast
nógvur góður fótbóltur er at
síggja í sjónvarpinum í hes-
um døgum, komu nógv
fólk til hátíðarhaldið. Eini
300 fólk vóru til staðar í
fimleikarhøllini í skúlan-
um, har borð og stólar vóru
sett upp, og kaffi og lag-
køkur vóru á borðinum.
Skúlastjórin Karl Anfinn
Thomsen beyð fólkunum
vælkomin og segði eitt
sindur um skúlan. Borgar-
stjórin, Halltóra Rangham-
ar, helt røðu, og hon greiddi
eitt sindur frá sínari skúla-
tíð í Gøtu – hon gekk bæði
í fólkaskúla og í miðnáms-
skúla í Gøtu.
Drúgv søga um skúlan
Vinnulívsmaðurin Oddfríð-
ur Gregersen var borgar-
stjóri í Gøtu, tá ið skúlin lat
upp fyri 30 árum síðani, og
hann helt eisini røðu týs-
kvøldið. Hann greiddi frá
søguni um skúlan í Gøtu.
Longu í 1964 var ætlan
um at byggja nýggjan skúla
í Gøtu, og hóast skúla-
nevndin í Gøtu samtykti
hetta, hendi ikki stórvegis
meira í málinum í nógv ár.
Eftir kommunustýrisvalið í
1970 vóru ítøkilig stig til at
gera nýggja skúlan til veru-
leika, og í 1974 varð nýggi
skúlin í Gøtu vígdur. Hann
kostaði góðar fimm milli-
ónir krónur at byggja.
Meira undirvísing
Harald Hammer, sum hevur
undirvíst børnum í 38 ár, er
tann einasti lærarin, sum er
eftir frá tí gamla skúlanum í
bygdini. Hann greiddi frá,
hvussu tað var at undirvísa
í 29-skúlanum, samstundis
sum nýggi skúlin varð
bygdur. Alt var eitt stórt
byggipláss, og fólk vóru
stúrin fyri, at okkurt óhapp
skuldi henda, tí nógvar
maskinur vóru á skúlaøkin-
um. Men alt spældi tíbetur
væl av.
Harald legði dent á, at í
Gøtu er ein góður skúli.
Nógvir ungir og kreativir
lærarar eru á skúlanum,
men hann fýltist á, at
skúlaskipanin í dag er ikki
nóg góð. Nógv tíð hjá
lærarunum fer við at gera
ætlanir av ymsum slagi og
frágreiðingar ístaðinfyri at
meira tíð verður brúkt til at
undirvísa børnunum. Tað er
hóast alt tað, sum lærar-
arnir fyrst og fremst eiga at
gera.
Hann heitti á myndug-
leikarnar um gera nakað
við hetta, áðrenn skipanin
kom at merkja eina aftur-
gongd fyri skúlan í framtíð-
ini.
Næmingar sungu og
spældu
Umframt røður og kaffi var
eisini tónleikur á skránni.
Fyrsti flokkur í skúlanum
sang nakrar sangir, og tað
var undir kønari leiðslu av
Sædis Eilifsdóttir. Eisini
sætti flokkur hevði okkurt
at bjóða, og tað var blokk-
floytuspæl, sum Julia hevur
stríðst og strevast fyri á
skúlanum í nógv ár.
Kvøldið endaði við ein-
um felagssangi, sum skúla-
stjórin hevði gjørt. Sangur-
in
eitur
»Skurðapisan
kvøður«.
Aftaná leitaðu øll fólkini
sær í skúlan at hyggja eftir
stóru framsýningini.
Hildu føðingardag í skúlanum
Børnini í 1. flokki sungu sera væl og kanska er ein nýggj stjørna í rúgvuni
Sædis Eilifsdóttir hevur lyft tónleikastøðið upp í Gøtu skúla
Harald Hammer er einasti lærari, sum er eftir av tí gamla
skúlanum
Oddfríður Gregersen, ímyndin av vinnulívinum í Gøtu og
onkuntíð kallaður »kommunan« av smádreingjum í gomlum
døgum
C
M
Y
K
11
10